Landafrøði 2 - page 75

VINNULÍVIÐ Í HEIMINUM
75
Frá rávøru til lidna vøru
Ídnaðarfyritøkur, sum framleiða vørur, hava brúk fyri ymsari rávøru.
Í ídnaðinum verður rávøran virkað til hálvlidna ella lidna vøru. Jarn­
málmur og gamalt jarn verða brædd um til rájarn, sum so aftur verður
gjørt til stál í stálídnaðinum. Úr stálinum verða túsundtals vørur
gjørdar, líka frá skipum til klips. Úr timbri fæst træmassi, sum verður
til avísir, bøkur ella vesipappír. Tomatir verða til ketsjupp ella dósamat.
Næstan allar lidnar vørur verða gjørdar á verksmiðjum, sumframleiða
eina ella heilt fáar vørur burturav. Mesta framleiðslan er sjálvvirkin.
Tað merkir, at tað eru maskinur og ikki menniskju, sum gera arbeiðið.
Hvat slag av ídnaði er í einum landi, er ofta treytað av náttúru­
tilfeinginum, tað er, hvørjar rávørur eru at finna har. Í londum sum
Svøríki, Finnlandi, Kanada, Brasil og Indonesia er til dømis nógvur
skógur, og í hesum londum er tí eisini nógvur skógarídnaður. Í londum
við stórum fiskiríkidømi í sjónum, til dømis í Føroyum, Íslandi og
Noregi, er nógvur fiskiídnaður.
SKÓGUR
HØGSTUR
FLUTNINGUR
FLUTNINGUR
LESARI
FLUTNINGUR
FLUTNINGUR
BÓKAHANDIL
PRENTSMIÐJA
BØKUR
PAPPÍRS
ÍDNAÐUR
FABRIKK GER
TRÆMASSA
Frá rávøru til lidna vøru
I...,65,66,67,68,69,70,71,72,73,74 76,77,78,79,80,81,82,83,84,85,...148
Powered by FlippingBook