Landafrøði 2 - page 83

VINNULÍVIÐ Í HEIMINUM
83
Evropa er sjónskast í heimshandlinum
Londini í Evropa hava mest av sínámillum handli. Næstan helvtin av
øllum handli millum lond fer fram í Evropa. Men nógvar vørur verða
eisini fluttar inn og út millum Evropa og aðrar heimspartar.
Í Afrika er øvut. Har koma næstan allar innfluttar vørur úr øðrum
heimspørtum, serliga Evropa, men alsamt meira úr Asia, fyrst og fremst
Kina. Tað er lítil handil millum lond í Afrika.
Heldur ikki í Suðuramerika er nógvur handil landanna millum. Tey
innflyta harafturímóti nógv úr USA og Kanada.
Í Asia fer nógvur handil fram landanna millum, men har er eisini
handil við aðrar heimspartar, fyrst og fremst Evropa og Norðuramerika.
Sjóvegis flutningur hevur mest at siga í heimshandlinum
Taðmesta av flutninginum innanlands fer framvið bilumella lastbilum,
men tá ið tað snýr seg um heimshandilin, hevur flutningur sjóvegis
framvegis nógv at siga. Oljan, sum er ein tann týdningarmesta handils­
vøran í verðini, verður so at siga øll flutt við stórum tangaskipum. Ein
partur av oljuni verður eisini fluttur gjøgnum rør, sonevnd
pipelines.
WTO
Í 1995 varð heimshandils­
felagsskapurin, styttur WTO,
stovnaður. Hann hevur um
leið 150 limalond. Endamálið
við felagsskapinum er at
gera tað lættari at innflyta
og útflyta vørur og tænastur
millum lond. Øll limalondini
binda seg til at fylgja einari
felags reglugerð. Av tí, at
Evropa, USA og Japan eru tey,
sum innflyta og útflyta mest
í verðini, eru tað mong, sum
halda, at hesi londini hava ov
nógv at siga og einki leggja í
minni og fátækari lond. Onnur
halda tað vera rættvísast, at
øll skulu fylgja somu reglum.
Kort yvir heimshandilin
5–10 %
2–5 %
1–2 %
0,5–1 %
0,25–0,5 %
Minni enn 0,25 %
Partur av heimshandlinum
5–10 %
2–5 %
1–2 %
0,5–1 %
0,25–0,5 %
Minni enn 0,25 %
Partur av heimshandlinum
I...,73,74,75,76,77,78,79,80,81,82 84,85,86,87,88,89,90,91,92,93,...148
Powered by FlippingBook