Landafrøði 2 - page 90

90
VINNULÍVIÐ Í HEIMINUM
medisini er í grundini bara ein lítil partur av heilivágsídnaðinum.
Størsta arbeiðið liggur í gransking og menning. Fyritøkurnar nýta
ómetaliga nógvar pengar at finna nýggj sløg av heilivági, sum kunnu
brúkast fyri ymiskar sjúkur, og sum kunnu geva fyritøkunum stóran
vinning.
Men gransking og menning av heilivági tekur langa tíð. Ofta kemur
als einki burturúr. Tað tekur eisini langa tíð, áðrenn myndugleikarnir
góðkenna eitt nýtt slag av heilivági. Kanningar og eftirlit í nógv ár
skulu til, áðrenn heilivágurin kann verða seldur á einum apoteki.
Heilivágsídnaður er fyrst og fremst at finna í Evropa og Norður­
amerika. Meginparturin av tí heilivági, sum verður mentur og fram­
leiddur, fer til fólk í teimumríku londunum. Í Evropa ogNorðuramerika
er nóg mikið av peningi at gjalda fyri allan heilivágin, sum verður
keyptur við tí endamáli, at fólk skulu verða lekt. Í fátæku londunum
eru ikki altíð pengar til heilivág.
Telduídnaður
Telduídnaður
fevnir um ein hóp av ymiskari framleiðslu, ið til samans
er ein stór ídnaðargrein. Hartil hoyrir alt frá streymrásum og skíggjum
til forrit og spøl. Teldutøkni er at kalla allastaðni í samfelagnum, til
dømis í fartelefonum, bilum, sjálvtøkum og sjónvørpum.
Ikki langt frá San Francisco í Kalifornia, USA, er heimsins størsta miðsavning av
telduídnaði. Økið nevnist Silicon Valley.
I...,80,81,82,83,84,85,86,87,88,89 91,92,93,94,95,96,97,98,99,100,...148
Powered by FlippingBook