Landafrøði 2 - page 91

VINNULÍVIÐ Í HEIMINUM
91
Eins og í nógvari aðrari framleiðslu, so verða einstøku lutirnir til
teldur og tað, sum hartil hoyrir, gjørdir í nógvum ymiskum londum
kring heimin. Tað mesta av øllum skíggjum, harðdiskum, streymrásum
og øðrum tólbúnaði verður gjørt í Asia. Tað er serliga, tí at har er
arbeiðsmegin bílig. Lutirnir viga heldur ikki nógv og eru tí bíligir at
flyta. Flestu teldur verða nýttar í Norðuramerika og Evropa.
Menningin av teldum og telduforritum fer fyrst og fremst fram í
Norðuramerika og Evropa, har telduídnaðurin er miðsavnaður í
ávísum økjum. Eitt dømi er Silicon Valley í Kalifornia í USA, sum
er eitt risastórt ídnaðarøki. Í Evropa eru fleiri smærri øki, til dømis í
München í Týsklandi. Men eisini í Asia verða nógv nýggj forrit ment,
serliga í Bangalore í India og í Tokyo í Japan.
Undirhaldsídnaðurin
Undirhaldsídnaðurin er ein ídnaðargrein, sum veksur skjótt. Hann
fevnir um til dømis filmar, sjónvarpssendingar, internetið, telduspøl,
tónleik, tíðarrit og bøkur.
Vøksturin í undirhaldsídnaðinum hevur samband við ta tøkniligu
menningina á KT-økinum, harundir sjónvarp yvir fylgisveinar ella
kaðal og internetið. Tøknin ger tað møguligt at røkka út til nógv
fleiri fólk enn nakrantíð áður, og tí ber til at brúka fyrimunirnar við
hópframleiðslu og samvirkandi fyrimunir. Hetta seinasta verður eisini
nevnt
synergi-effekt.
Fyrimunirnir við hópframleiðslu og samvirkandi fyrimunir bera
millum annað í sær, at ein filmsfyritøka bæði kann vinna pening av
sjálvum filminum (atgongumerki í biohøllum, filmsfløgur og søla á
internetinum) og av telduspølum, bókum og leikum. Eitt gott dømi
um hetta eru Star Wars-filmarnir, har sølan av leikum hevur kastað
næstan líka nógv av sær sum filmarnir sjálvir.
Tað eru tey, sum halda, at vaksandi undirhaldsídnaðurin
brýtur niður landamørk og elvir til eina mentanarliga
alheimsgerð. Tá ið tær somu sjónvarpssendingarnar
verða vístar í USA, Føroyum og Papua Nýguinea,
elvir tað til eitt slag av heimsmentan, har hugsanir,
rák og brúkaraatferð verða felags.
Heilivágsframleiðsla
í Týsklandi.
h
I...,81,82,83,84,85,86,87,88,89,90 92,93,94,95,96,97,98,99,100,101,...148
Powered by FlippingBook