Landafrøði 3 - page 155

OSIANIA
155
Kjarnorkubumbur vórðu sprongdar á Mururoa
Ein annar stórur vandi fyri umhvørvið í Osiania eru kjarnorkuroynd­
arspreingingarnar hjá USA og Fraklandi á oyggjabólkunum Bikini og
Mururoa í Suðurhavinum. Tær hava gjørt, at tað er ikki longur búgv­
andi á nógvum av oyggjunum.
Í 1960-árunum avgjørdi Frakland at nýta koralloynna Mururoa sum
royndarstøð at spreingja kjarnorkubumbur á. Har hava verið meira enn
hundrað royndarspreingingar við kjarnorkubumbum. Sagt varð, at
hetta var ikki vandamikið. Men fólk í hópatali hava verið noydd at
flyta heiman, og 170.000 fólk hava verið í so nógvum geislavirkni, at
tað kann vera heilsuskaðiligt.
Mururoa-atollin í Suðurhavi
varð nýtt sum royndarøki,
har Frakland gjørdi
royndarspreingingar við
kjarnorkubumbum í árunum frá
1966 til 1996. Spreingingarnar
elvdu til álvarsommótmæli kring
allan heim.
I...,145,146,147,148,149,150,151,152,153,154 156,157,158,159,160,161,162,163,164,165,...172
Powered by FlippingBook