Landafrøði 3 - page 156

156
EVROPA
VIT STEÐGA Á Í OSIANIA
Pitcairn – sjálvstýri við 50 íbúgvum
Pitcairn er eitt tað mest avbyrgda staðið í
heiminum Oyggin er um leið mitt millum
Nýsæland og Suðuramerika Á leið líka langt
er norðureftir til vesturstrondina á Meksiko
Suðureftir er opið hav líka suður til ísbrúnna á Antarktis
Í Pitcairn Islands eru fimm oyggjar, ein
er bygd, og fýra eru óbygdar Har er tað
minsta fólkaræðið í heiminum, mett eftir
fólkatalinum Um leið 50 fólk búgva á
høvuðsoynni Oyggjabólkurin hoyrir
til Bretlands, men hevur heimastýri
við egnari lóggávu Eitt oyggjaráð við
tíggju limum hevur avgerðarrætt í
viðurskiftum, sum viðvíkja Pitcairn
Oyggjarnar gjørdust bretskt hjáland
í 1838 Sama ár fingu kvinnurnar
atkvøðurætt, og tað var fyrstu ferð í øllum
heiminum
Nógv fólk á Pitcairn eru eftirkomarar hjá
sjómonnum, sum í 1789 gjørdu uppreistur
umborð á skipinum Bounty. Teir fóru fyrst til
Tahiti, men har vóru teir bangnir fyri at verða
funnir og handtiknir. Tí sigldi ein bólkur víðari
at leita eftir einari óbygdari oyggj. Við á ferðini
vóru níggju menn av Bounty og 17 fólk av
Tahiti, seks menn og ellivu konur. Ikki fyrr enn
átjan ár seinni kom aftur ein bátur til oynna
og fann hesi fólkini, sum vóru farin í land og
búleikaðust har.
Akkerið av skipinum Bounty er framvegis á
Pitcairn.
I...,146,147,148,149,150,151,152,153,154,155 157,158,159,160,161,162,163,164,165,166,...172
Powered by FlippingBook