Samvirkisnám og floksleiðsla - page 164

Hvussu kanst tú við støði í felagsskapinum og samstarvandi læringarháttum fáa
munadyggar og inkluderandi umstøður um læringina? Tað er millum annað hetta, ið
samvirkisnám megnar.
Í hesi bók verður samvirkisnám sett saman við nógvum pørtum úr floksleiðslu, m.a.
hvussu tú skipar og stuðlar læritilgongdirnar hjá næmingunum og ger tær tilelvandi,
og hvussu tú fært fyrimunir av at leggja dent á ítøkilig øki sum innrættan av flokshøli,
eina greiða dagsskrá, nógv virksisfýsni og tilvitað/ur at gera næmingabólkar.
Í bókini eru nógvar venjingar, ið kunnu verða brúktar á øllum floksstigum í skúlanum.
Í venjingunum kanst tú arbeiða og venja bæði fakligar og sosialar partar – ofta
samstundis. Kapitlarnir í bókini umrøða evni sum eitt nú felagsskap, floksleiðslu,
inklusión, sosialar førleikar, foreldrasamstarv og toymissamstarv – alt við
samvirkisnámsháttum.
Samvirkisnám og floksleiðsla er ein arbeiðsbók, og her eru nógvar venjingarsíður til
bæði lærara, næmingar og toymi.
Mette Stange er útbúgvin fólkaskúlalærari og hevur fleiri ára royndir við undirvísing.
Hon hevur áður arbeitt sum námsfrøðiligur ráðgevi við denti á millum
annað samvirkisnám og floksleiðslu. Hon er nú sjálvstøðugur ráðgevi í
fyritøkuni MEBO-Consult.
Aðrar bøkur um samvirkisnám:
Cooperative Learning i indskolingen
(Hanne Vogelius Mikkelsen),
Kooperativ læring i undervisningen
(Margit
Weidner),
Kooperativ læring i klasseværelset
(Wendy Jolliffe),
Bedre møder med
Cooperative Learning
(Susanne Nygaard og Åse Bille Jensen) og
Perspektiver på
Cooperative Learning
(ritstj. av Annette Hildebrand Jensen).
1...,154,155,156,157,158,159,160,161,162,163 164
Powered by FlippingBook