• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Tónleikaíðkan

Fakligir førleikar - 4. flokkur

Næmingurin dugir:

  • at syngja eitt fjølbroytt úrval av føroyskum og útlendskum sangum - 40 sangir er eitt hóskandi tal
  • nøkur rørslu- og dansispøl
  • trý skjaldur, tríggjar lættar tættir og eitt kvæði
  • at seta rørslur til sangir/løg
  • stev
  • at syngja einfaldar kanons og sangir við tveimum røddum (solmisatión)
  • at spæla einføld løg á útvald melodi-ljóðføri
  • at spæla einfaldar rytmur á rytmisk ljóðføri
  • at spæla einføld ostinat og løg á stavspæl
  • at nýta nótamyndina sum stuðul, tá ljóðføris- og sangrøddir verða lærdar
 


Tilfarið til lærugreinina er skipað eftir floksstigi og øki sambært námsætlanini. Tú kanst velja floksstig og øki ovast til vinstru.

Á síðuni eru eisini slóðir til temasíður, útgávuheimar, tíðindi, tiltøk, aðrar heimasíður o.a.

Nettilfar

Bólka eftir:
'Kular Røtur sangir' útsettir fyri...
10 sangir hjá Kulum Rótum útsettir fyri barnakór. Lærugrein: Tónleikur Aldurstrin: Upp itl 6. flokk Kjarnaøki: Tónleikaíðkan
Tekstir til Barnakórstevnuna 2013
Tekstir til barnasangir eftir Steintór Rasmussen. Sangirnir eru lagdir á Snar í sambandi við barnakórstevnuna 2013.   Lærugrein: Tónleikur Aldurstrin: 1.-6. flokkur Kjarnaøki: Tónleikaíðkan
Sangur frá Barnakórstevnu 2010
Blandað barnakór syngur føroyskar sangir á Barnakórstevnu í Tórshavn 16. apríl 2010.
Barnajólasangir við nótum
20 barnajólasangir við nótum - Á barnaárum ungu - Av einglamunni komu boð - Her í hesi vættrastovuni - Jólaaftan - Jóla-kalypso - Jólarappið - Jólatræið - Kavaborgin - Kova-samba - Nú er desember komin - Nú liggur ein kavafonn - Pynta jól...
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017