• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Grímur á Bretlandi ella Løðar jall

 

Grímur á Bretlandi ella Løðar jall

 

CCF 53 A

TSB E 106

 

1 Eg veit eina rímuna,

inni hevur ligið leingi,

gjørd um Grím á Bretlandi

og fleiri reystar dreingir.

 

2 Eg veit eina rímuna,

er gjørd við nýtum orðum,

um hann Grím á Bretlandi,

sum kongur var í forðum.

 

3 Løðar jall setst í hásæti,

talar við sínar dreingir:

“Hvar vitið tær nú javnræði mítt?

Tað havi eg hugsað leingi.”

 

4 Sveinar svara sínum harra:

“Hví spyrjið tær so?

Best munnuð tær vita við tygur,

hvørt tygara stár hugur á.

 

5 Best munnuð tær vita við tygur,

hvørt tygara stár hugur á,

hoyrt høvum vær gitið, Svøríkis kongur­

væna dóttur ár.

 

6 Svøríkis kongur dóttur eigur,

hana viljum vær tær vísa,

kanst tú hana til drotning fá,

hon kann títt lív væl prísa.

 

7 Svøríkis kongur dóttur eigur,

søgur ganga frá,

hon kann alt við sínum hondum,

eyguni lysta at sjá.

 

8 Svøríkis kongur dóttur eigur,

føður er hon í brúnum,

flættað hár á herðar lagt

við silkibondum snúnum.

 

9 Svøríkis kongur dóttur eigur,

føgur er hon sum sól,

so er at líta á jumfrúkinn

sum droyrin drepur á snjó.”

 

10 “Er hon so von í øllum lutum,

sum tær sigið mær frá,

hagar streingi eg eiti mítt,

tað standist hvat av ið má.”

 

11 Løðar jall letur snekkjur smíða,

sum tygur munnuð vita,

av gulli vóru mastrarnar,

av silvri vóru bitar.

 

12 Løðar jall letur snekkjur smíða

við so lítla ró,

av gulli vóru húnbor hans,

tey glógva for oman sjó.

 

13 Løðar jall letur snekkjur smíða,

so er greint fyri mær,

forgyltir ringar av reyðargulli

í hans homlum var.

 

14 Forgyltir ringar av reyðargulli

í hans homlum var,

hann aktar ei, hvørt heldur væri

nátt ella ljósan dag.

 

15 Bræddir vóru brandar,

skorin var hvør stokkur,

stavnur og stýri av reyðargulli,

so var segl í topp.

 

16 Bræddir vóru brandar,

borðini vóru ný,

forgyltir leika veðurringar

høgt í miðalský.

 

17 Bæði letur hann á tey laða

virtur og so vín,

tóast hann siglir í fimtan vetur,

skortar hann ei slíkt.

 

18 Løðar jall gár til strandar oman

mitt í mannamúgvu,

kinnin er sum hummarklógv

og eygað sum í dúgvu.

 

19 Vindur hann upp síni silkisegl,

gull við reyðan brand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Svøríkis land.

 

20 Fingu byrin blíðan,

knørrurin rendi leið,

sigldu niðan í havið inn,

og sólin fagurt skein.

 

21 Møttust teir á havinum,

ilt er í ásti at kvøða,

Bretlands kongur og Løðar jall

Svøríkis dóttur at biðja.

 

22 Heiman kvittaði Løðar jall

Svøríkis dóttur at fá,

Grímur kongur av Bretlandi

her læt um hana slá.

 

23 Heiman kvittaði Løðar jall

Svøríkis dóttur at biðja,

Grímur kongur av Bretlandi

her læt um hana trega.

 

24 Tað var hansara snekkjan

kendi fagurt land,

kasta síni akkerini

á so hvítan sand.

 

25 Gingu teir frá strondum niðan,

í skarlak vóru klæddir,

reyðargullhjálm á høvdi bóru,

vóru av ongum ræddir.

 

26 Løðar gár frá strondum niðan

mitt í mannamúgva,

kinnin reyð sum hummarklógv

og eygað sum í dúgvu.

 

27 Mitt í miðjum grasagarði

akslar hann síni skinn,

og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn.

 

28 Og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn,

sum Svøríkis kongur á borði sat

við manna hundrað fimm.

 

29 Kappin reikar um hallargólv,

sum áður var tá siður,

hevur nú alt í einum orði,

heilsar og hann biður.

 

30 “Sit heil, frægur Svøríkis kongur,

væl í góðan tíma,

tað eru míni ørindini,

gev mær dóttur tína!”

 

31 Svaraði Grímur á Bretlandi,

for breiða borði situr:

“Kongurin, gev mær tína dóttur,

bæði er hon von og vitig!”

 

32 Grímur situr í hásæti,

hann talar tey orð for seg:

“Kongurin, gev mær tína dóttur,

eg biði ikki longur teg!”

 

33 Kongurin situr í hásæti,

hann tykist komin í vanda,

veit ikki, hvøss' hann skal gørpum svara,

for breiða borði standa.

 

34 Leingi situr Svøríkis kongur,

hugsar um tann trega,

hvøssu hann skyldi teim gørpum tveimum

blídlig andsvar geva.

 

35 Tí svaraði Svøríkis kongur,

ræður so orðum tala:

“Frúgvin skal ganga í hallina inn

og sjálv for seg at svara.”

 

36 Tí svaraði Svøríkis kongur

uttan alla reiði:

“Kjósi sær kappan, hvønn hon vil,

ið jumfrú hon vil eiga!”

 

37 Frúgvin varð bæði studd og leidd,

og tólv bóru eftir henni klæði,

Løðar jall hugsar við sjálvum sær,

hann tílíka onga sá.

 

38 Tað var Marita, kongins dóttir,

inn í hallina gekk,

Løðar jall stendur á hallargólvi,

ymsar litir fekk.

 

39 “Takk havi mín sæli faðir,

andsvar tygur mær gav,

Løðar jall av Síggjaríki

vil eg kjósa mær!”

 

40 Løðar jall av Síggjaríki

vildi tað fljóð sær kjósa,

Grím vildi hon ei við eygum síggja,

segði tann frúgvin ljósa.

 

41 “Hoyr tað, reystur Løðar jall,

tygur man ognast sprund,

kom á hólm og berst við meg

eina so lítla stund!”

 

42 Svaraði reystur Løðar jall,

hann troystir væl sínum alvi:

“So tykist mær at berjast við teg

sum leika við frúvur í talvi.”

 

43 Árla var um morgunin,

sólin roðar í fjøll,

teir løgdu sínar bardagar

skamt frá kongins høll.

 

44 Teir bardust fullar tógva dagar,

hvørgin sigur vann,

inntil tann hin triðja,

sól til viðar rann.

 

45 Inntil tann hin triðja,

sól til viðar rann,

tá flýddi Grímur av Bretlandi,

tann hin sterki mann.

 

46 Tað var reystur Løðar jall,

fellur upp á síni knæ,

meðan hann Maritu, kongins dóttur,

til ektar festi sær.

 

47 Fagurliga raktu tey

sínar hendur yvir borð,

lystiligt var at hoyra

teirra festnarorð.

 

48 Gullið og so perlur

tað var eftir vegnum breitt,

so varð hon Marita, kongins dóttir,

niður til strandar leidd.

 

49 Hvørjumegin stavnarnar

har brá so fagur litur,

sum hon Marita, kongins dóttir,

í lyftingini situr.

 

50 Vindur upp síni silkisegl,

við tað ið byrin vóks,

sigldi so til Síggjaríki

tølum dagar seks.

 

51 Kastar hann sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrst steig reystur Løðar jall

sínum fótum á land.

 

52 Tekur hann upp Maritu, kongins dóttur­

upp á land við sær:

“Gud og milda Maria moyggj

veri nú við mær!”

 

53 Gullið og so perlur

var eftir vegnum breitt,

tá varð hon Marita, kongins dóttir.

niðan til hallar leidd.

 

54 Drukkið varð teirra brúdleypið

snart og ikki leingi,

reið so mangur hovmaður til

sum fjøður á fuglaveingi.

 

55 Drukkið varð teirra brúdleypið,

kátt var teirra lív,

gingu bæði í eina song

Løðar jall og hans vív.

 

56 Tey vóru ikki leingi saman,

mangt varð teim til fæ,

eingin livdi av teirra synum

meiri enn eina nátt ella tvær.

 

57 Frúgvin læt seg við barni ganga

níggju mánar taldar,

til at hennar stundum leið,

hon føðir ein svein so baldan.

 

58 Tað er nú, sum oftum er,

duld eru døpul mein,

frúgvin er gingin í høgaloft,

hon føðir ein ungan svein.

 

59 Sveipar hon hann í klæðum væl,

komin til góðar at evna,

síðan letur hon presti bera,

Grím biður hon nevna.

 

60 Hann varð borin frá kirkju heim

aftur for móður sín,

meiri legði hon dent á hann

enn alt sítt gull í skrín.

 

61 Hann vóks upp hjá síni móður,

Gud gav honum vøkst,

meira legði hon dent á hann

enn onnur børn í seks.

 

62 Hann var sær á leikvøllum

undir reyðum skildri,

lærdi allar listir tær,

ið riddarar kjósa vildi.

 

63 Hann var seg á leikvøllum

burtur hjá øðrum sveinum,

hvønn tann tíð, teir reiðir vóru,

stóðst teim stríð á meinum.

 

64 Hann vóks upp hjá síni móður

snart og ikki leingi,

hann gjørdist í høggum tungur,

hann bardi kongins dreingir.

 

65 Niður settust dreingirnir,

reiðir ið teir vóru:

“Líkari var tær kvinnur biðið

enn berja os so sáran.”

 

CCF 53 A

TSB E 106

 

Handrit: Kvarthandrit Svabos Gl. kgl. Saml. 2894, 4to, vol. III, Nr. 11, s. 163.

 

Útgávur: 

1. Dimmalætting 1885 nr. 33

2. Chr. Matras legði til rættis: Svabos Færøske Visehaandskrifter s. 477.

3. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1942) Band  II, Teil 2, s. 281.

4. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2000) 13. bind, s. 23.

 

Heimild: Úr Vágum: Jens Christian Svabo (1746-1824), Miðvági, 1781-82.

 

 

 

E 98 Grimmars kvæði (Man is killed by father-in-law for abducting bride but is revenged by son)

Løðar jallur setir sær fyri at biðja um Maritu, kongsdóttrina í Svøríki. Um sama mundið kemur Grímur á Bretlandi í somu ørindum. Marita velur Løðar, og Grímur bjóðar honum av at berjast, men verður við undirlutan. 

Løðar og Marita giftast. Allir synir teirra doyggja á ungum aldri, til Marita nevnir ein teirra eftir Grími. Grímur ungi verður tilkomin, og mælt verður honum til at finna sær konu. Hann fer til Bretlands saman við pápa sínum Løðari at biðja um dóttur Grím. (Frábr. B: Áður enn hann fer, gevur mamma hansara honum ein ring.)

Ógvisligt ódnarveður elvt við galdraráðum er um at fáa skip teirra at ganga burtur, men Grímur ungi nýtir mótgand. Grímur ungi ber fram hjúnabandsbønarorð síni, men Grímur gamli vísir honum forhánisliga aftur, og bardagi spyrst burturúr.

Sonur Grím, Hildibrandur, drepur Løðar, og Grímur ungi drepur Grím gamla. Hildibrandur og Grímur ungi berjast í einvíggi, men at enda svørja teir hvør øðrum brøðralag. Nú biður Grímur um systur Hildibrand. Hon ber vín inn á borðið til hansara, men ringur Gríms sýnir honum, at vínið er eitrað. Hann noyðir hana at giftast við sær.

Hildibrandur fer heim við teimum og giftist við systur Grím.

á føroyskum: CCF 53 (bert á føroyskum). Eisini nevnt ”Løðar jall”.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017