• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Heyst

Helst munnu flestu lærarar hava brúkt heystið sum tema í undirvísingini í fólkaskúlanum. Við ítøkiligum fyribrigdum, sum at taka upp epli og at fletta, er evnið heyst upplagt at brúka í fleiri lærugreinum. Tað kann vera í heimstaðarlæru, heimkunnleika, føroyskum, náttúru og tøkni, og lívfrøði. Fá evni eru so hóskilig sum heystið at brúka í tvørgreinaligum arbeiði. Ein natúrlig progressión kann eisini verða løgd í evnið, frá at seta niður epli, sum sæst á filmi á hesi temasíðu, til tey lívfrøðiligu viðurskfiti, sum skulu til, um nakað skal grógva. Tann ítøkiligi veruleiki, at tað, sum vit sáa og seta niður, skal takast upp um heystið og etast, er ein gáva til undirvísingina. Sama er, tá ein kúgv verður skotin og flett. Er tað ov ógvusligt at síggja og vísa øðrum, at dýrið bløðir, tá tað verður slaktað? Við einfaldari tøkni, sum einari fartelefon, kunnu vit fylgja gongdini frá byrjan til enda, og taka myndir og film, sum við talu kunnu siga øðrum, hvussu alt fór fram. Við hesum seinasta í huga, eru stuttu filmsbrotini gjørd í 2016. Umframt uppskot um stutt undirvísingarevni, har heystið og strembanin eftir at fáa mat á borðið er kjarnin, er eisini ein bókalisti, sum vísir, hvat Nám hevur av tilfari um heystið.

Tilfar í Námi um heystið

Nám hevur nógv tilfar um heystið í savninum.

Úr stovuvindeyganum hevur Jón Svein Heinesen filmað heystið og allar hinar árstíðirnar.

Heima á Sandi eru risastórar veltur við ymsum sløgum av eplum. 

Tá slaktið er fyri, er vert at minnast til, at vit slakta, tí vit vilja hava mat á borðið.

Nú skurðfjøllini stunda til, kunnu vit hyggja í orðabókina, og kanna ymsu orðini um at ganga á fjall og at fletta.

Eplafestivalur er heima á Sandi um heystið. Har ber til at royna epli og grønmeti, ið er velt á oynni.

Úr Atlasinum hjá Námi vísur Erla Olsen okkum síðurnar 39 og 40, sum siga frá um lendið, og hvussu tað kann ávirka seyðatalið.

Sonja Kjølbro sigur frá um Seyðabókina, sum byggir á tilfar, sum Robert Joensen (1912-1997) hevur savnað.

Heystfagnaður er eitt heystgildi á Eiði. Fyrireikararnir siga, at heystartíðin er tann tíðin, sum føroyingar gleða seg til.

Í Sálmabók Føroya Kirkju eru partar, har sálmarnir er valdir eftir tí evni, teir eru um.

Vit eru farin í urtagarðin hjá Pól Jespersen í Havn at vita, hvussu gróðurin er nú heystið er komið.

Hvørt ár og fram til miðjan september bjóðar Fornminnissavnið skúlaflokkum at velta í bønum við Útisavnið í Hoyvík.

Kirkjan er partur av skránni á Eplafestivali heima á Sandi. Presturin, Havstein Klein, sigur, at nú heystið og slaktið er í hondum, verður skipað fyri heysttakkargudstænastu. 

Nú eru vit farin inn í køkin við teim eplum og tí grønmeti, sum vit tóku upp í urtagarðinum.  

Í 1986 gjørdi Føroya Fornminnissavn ein film um kornvelting í Gásadali.

Í sætta parti í Spískamarinum vitjar Gutti í Koltri, har tey fletta í hjallinum. Brotið varar í 12 minuttir:

Fotografurin, Jákup Andreas Arge, filmaði í 1959 síðsta kornakurin hjá Óla bonda á Mýrini í Húsavík.

Gunvá Mortensen, ritstjóri í Námi, greiðir hon frá um heystið, sum tað sæst í bókini Grindalokkur. 

Tá tiltakið Slaktið varð hildið í Tórsgøtu í Havn í ár, varð ein kúgv flett á middegi.

Slaktið er eitt tiltak í Tórsgøtu í Havn. Fyrireikararnir siga, at endamálið er: ”at seta sjóneykuna á dýrabart tilfeingi.

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017