• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Í døgunum 14. juni – 15. juli 2018 kappast heimsins fremstu fótbóltslandslið um heimsmeimsmeistaraheitið í fótbólti. 32 landslið kappast á 11 leikvøllum í vestara parti av Russlandi.  

Fyrsta heimsmeistarakappingini í fótbólti varð spæld í Uruguai í 1930, og síðan hevur HM-endaspælið verið fjórða hvørt ár. Tó var einki HM-endaspæl í 1940-árunum, tí at seinni heimsbardagi var. 

Á hesari temasíðu verður í stuttum farið gjøgnum søguna um FIFA og heimsmeistaraheitið. Nøkur landslið og nakrir leikarar verða nærri lýst. Eisini lýsa vit HM-endaspælið úr einum føroyskum sjónarhorni.

Eisini hava vit eina gjøgnumgongd av sambandinum millum Føroyar og Russland við høvuðsdenti á tað, sum hendir á okkara døgum.

Bjørn Kunoy er føroyskur sendimaður í Moskva. Týsdagin sendi hann ferðabræv úr Moskva til hesa temasíðuna, nú HM endaspælið í fótbólti byrjar í Russlandi. Í ferðabrævinum greiðir Bjørn frá, at 41 ár eru liðin síðan fiskivinnusáttmáli varð gjørdur millum Føroyar og Russland. Í dag fer 30% av føroyska útflutninginum til Russlands. 

HM í Russlandi er 20. HM-endaspælið í søguni. Her er ein gjøgnumgongd av øllum endaspælinum frá Uruguai í 1930 og til Brasil 2014.

Nógvir frálíkir leikarar hava hugtikið okkum gjøgnum árini, og eisini hevur HM viðhvørt verið brúkt í politiskum spæli.

Norðurlond hava eisini tikið lut í HM-søguni. 

 

 

 

Í vavi er Russland størsta land í Verðini. Tað er í tveimum heimspørtum, Evropa og Asia. So langt er úr vestasta til eystasta landspartin í Russlandi, at har eru níggju tíðarøki.

Alt bendir á, at Føroyar eru tað land, sum selur mesta fiskin til Russlands. Les tíðindini um føroyskan fiskaútflutning og svara spurningum.

Í vavi er Russland størsta land í Verðini. Tað er í tveimum heimspørtum, Evropa og Asia. So langt er úr vestasta til eystasta landspartin í Russlandi, at har eru níggju tíðarøki.

Í lítla bretska býnum, Sailsbury, vórðu Julia Skripal og pápin Sergei eitrað í mars í 2017. Tey komu frá hendingini við lívinum. Bretskir myndugleikar søgdu, at eitrið var úr Russlandi.

Hesin ungi russiski hermaður er ein rýmingur. Hann er rýmdur av hermótinum, tá hann varð sendur úr Sankta Pætursborg til í Kekenia, at berja yvirgangsfelagsskapir niður. 

Síðan gamla Sovjetsamveldið fall í 1991, hava listafólk kent seg tryggari í Russlandi. Fyrr var vanligt, at segði ella gjørdi tú okkurt, sum víkti frá almennu meiningini í almenna rúminum, so fórt tú beina leið í fongsul.

Søgur eru um nógvar persónar, sum av órøttum hava verið dømdir og tiknir av døgum. Mest klassiska søgan er helst um Jesus úr Bíbliuni. 

Sigurd O. Patursson (1869-1931), vanliga kallaður Sigert í Kirkjubø, er helst fyrsti føroyingur, sum í bókum hevur sagt frá um ferðir úti í heimi. 19 ára gamal fór hann úr heimbygdini og út at ferðast. 

Hagtøl um HM

Heimsmeistari

1930 Uruguai
1934 Italia
1938 Italia
1950 Uruguai
1954 Vesturtýskland
1958 Brasil
1962 Brasil
1966 Ongland
1970 Brasil
1974 Vesturtýskland
1978 Argentina
1982 Italia
1986 Argentina
1990 Týskland
1994 Brasil
1998 Frakland
2002 Brasil
2006 Italia
2010 Spania
2014 Týskland

Vertslond

1930 Uruguai
1934 Italia
1938 Frakland
1950 Brasil
1954 Sveis
1958 Svøríki
1962 Kili
1966 Ongland
1970 Meksiko
1974 Vesturtýskland
1978 Argentina
1982 Spania
1986 Meksiko
1990 Italia
1994 USA
1998 Frakland
2002 Suðurkorea/Japan
2006 Vesturýskland
2010 Suðurafrika
2014 Brasil
2018 Russland
2022 Katar

Toppskjúttar

1930 Guillermo Stábile, Argentina 8
1934 Oldřich Nejedlý, Kekkoslovakia 5
1938 Leônidas, Brasil 7
1950 Ademir, Brasil 8
1954 Sándor Kocsis, Ungarn 11
1958 Just Fontaine, Frakland 13
1962 Garrincha, Brasil 4
Vavá, Brasil
Leonel Sánchez, Kili
Flórián Albert, Ungarn
Valentin Ivanov, Sovjet
Dražan Jerković, Jugoslavia
1966 Eusébio, Portugal 9
1970 Gerd Müller, Vesturtýskalnd 10
1974 Grzegorz Lato, Pólland 7
1978 Mario Kempes, Argentina 6
1982 Paolo Rossi, Italia 6
1986 Gary Lineker, Ongland 6
1990 Salvatore Schillaci, Italia 6
1994 Hristo Stoichkov, Bulgaria 6
Oleg Salenko, Russland
1998 Davor Šuker, Kroatia 6
2002 Ronaldo, Brasil 8
2006 Miroslav Klose, Týskland 5
2010 Thomas Müller, Týskland 5
David Villa, Spania
Wesley Sneijder, Niðurlond
Diego Forlán, Uruguai
2014 James Rodríguez, Kolumbia 6

Tíðarinnar toppskjúttar

1 Miroslav Klose, Týskland 16
2 Ronaldo, Brasil 15
3 Gerd Müller, Vesturtýskland 14
4 Just Fontaine, Frakland 13
5 Pelé, Brasil 12
6 Jürgen Klinsmann, Týskland 11
Sándor Kocsis, Ungarn 11

???

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2018