Jallgríms kvæði
CCF 19 A
TSB E 20
1 Eina veit eg rímuna,
gjørd við nýtum orðum,
Jallgrímur og Havgrímur
ráddu fyri í forðum.
Latum dansa og dynja, dreingir,
stoltsliga stígið í ring,
stendur hon væl frúva.
2 Jallgrímur og Havgrímur
ráddu for búnum brandi,
hann var seg á Upplondum,
men hin á Bjarnalandi.
3 Løgdu sær so ráðni við,
sum fornir gjørdu í forðum:
“Tað skal ikki kongur stýra
her um Heljar norður.”
4 Har kom niður á Bjarnalondum
fimmti riddarar reystir,
tá svaraði Havgrímur:
“Hvat eru tað for gestir?”
5 Svaraði ein av sveinunum,
smílist undir lín:
“Haraldur kongur av Noregi
hann sendi meg til tín.
6 Haraldur hevur oss higar sent
ikki við so blíðum,
antin skalt tú landið skatta
ella ímóti stríða.”
7 Havgrímur so til orða tekur,
mælir av tungu inna:
“Her hevur eingin skattur gingið,
alt tað ið frægir minnast.
8 Eg eri alin á Bjarnalondum,
giti ei landið skattað,
ikki skal hann Haraldur kongur
fregna tað og frætta!”
9 Bóru burt hans borðbúnað,
gjørt var av silvuri reina:
“Takið nú tann høvdinga
og berið út á teinar!”
10 Løgdu hendur á Havgrím unga,
ætlaðu út at bera,
hann vá upp sín bitra brand,
væl kundi brynjur skera.
11 Hann brá upp sín bitra brand,
er mær ei á tí hól,
eg svørji tann eið við mína trúgv,
hann feldi riddarar tólv.
12 Sveinar riðu for kongin heim
við so nýtum orðum,
enn ræður Grímur á Bjarnalondum,
sum hann hevur rátt í forðum.
13 Kongurin so til orða tekur,
heldur á búnum knívi:
“Eina skal eg Noregi stýra,
um enn eg eri á lívi!”
14 Kongurin so til orða tekur,
við sínum gula hári:
“Vit skulu gista Bjarnaland,
tá ið líður at vári.”
15 Hetta frætti jallin,
uppi situr í fjøllum:
“Haraldur hevur nú Noregi alt,
og vil nú ráða yvir øllum.”
16 Jallgrímur klæðist árla morgun,
man meg rætt um minna:
“Nú lystir meg á Bjarnaland,
fornar vinir at finna!”
17 Út varð loystur gangarin
undir hallarvegg,
prýddur var hann við skarlak
niður á hóvarskegg.
18 Prýddur var hann við skarlak
niður á miðal síðu,
forgyltur var saðilin,
ið Jallgrímur skuldi á ríða.
19 Jallgrímur ríður í grasagarð,
loysir av saðilgjørð:
“Hvat er títt á Bjarnalondum,
frætti eg av í fjør?”
20 Jallgrímur ríður í grasagarði,
letur so orðum byrja:
“Hvat er títt á Bjarnalondum,
tað er fyrst at spyrja?”
21 “Haraldur kongur av Noregi
ræður mót oss at herja,
brynjaði hann út fimmti kempur,
væl mundi eg meg verja!
22 Her er komin ein annar gestur
niður frá høgum fjøllum,
alin er íblant Bjarnatuss,
og líkastur er hann trøllum.
23 Alin er upp blant Bjarnatuss,
líkastur er hann trøllum,
hann vil mína sælu dóttur
bera ímót fjøllum.
24 Hann er eingin á Bjarnalandi,
honum torir at møta,
hvør ið kemur í holt við hann,
blóðig verður gøta.”
25 Havgrímur kemur út árla morgun,
fátt man feigum forða,
hann sær nú tann fjallatussa
niður úr fjøllum spora.
26 Hundar tóku at goyggja hátt,
greppurin dró at garði,
stígur á legg við stinnum alvi,
fór ikki um við fári.
27 Hundar tóku at goyggja hátt,
garpur at garði dró,
stígur so sterkt á stinnan legg,
hann jørð um kálvar vóð.
28 Hundar tóku at goyggja hátt,
greppur at garði dregur,
stígur so sterkt á stinnan legg,
hann jørð um kálvan veður.
29 Veggir allir svignaðu,
hvar hann kom í tún,
hurðar allar klovnaðu,
áðrenn hann fekk rúm.
30 Beinkir allir brotnaðu,
hvar hann gekk í sæti.
Jallgrímur so til orða tekur:
“Slíkt eru trøllalæti!”
31 Beinkir allir brotnaðu,
hvar hann settist niður,
Jallgrímur so til orða tekur:
“Slíkt er trøllasiður!”
32 Tá svarað tann fjallatussi,
kinnar bar so baldar:
“Eg haldi tað ei vera kongaligt,
ið ikki skal kempum halda.”
33 Risin so til orða tekur,
lítur seg út til bíggja:
“Hvar er frúgvin Ingibjørg?
Nú vil eg hana síggja!”
34 Havgrímur so til orða tekur:
“Eg havi ráð og minni!
Tú sært ikki Ingibjørg
enn á hesum sinni!”
35 Risin gjørdist grummur og grønur,
er mær ei á tí hól,
tretivu sló hann reystar kempur,
fullu á hallargólv.
36 “Sjálvur skal eg mær sømdir lúka,
frúvur á máli finna.”
Hann gekk seg í høgaloft,
hann mundi tað útinna.
37 Risin kemur í salin inn,
svarar so frá sær:
“Hoyr tú, frúgvin Ingibjørg,
vilt tú játtast mær?”
38 “Kjaftur tín er ógvuligur,
nasarnar eru langar,
so eru tíni kjálkabein
sum fjórðingsvegur at ganga.
39 Kjaftur tín er ógvuligur,
ennið tað er fatt,
nasarnar rætt sum neystardyr,
har til sigi eg satt.
40 Skeggið er sum sótið svart,
hongur niður á bringu,
neglirnar rætt sum bukkahorn,
alin fram av fingrum.
41 Skeggið er sum sótið svart,
hongur niður á belti,
eyguni eru sum tjarnir tvær,
og tonn sum í villini gelti.”
42 Risin stendur á hallargólvi,
hevur ei fleiri orð,
hann tók frúnna Ingibjørg
og rykti fram um borð.
43 Hann tók frúnna Ingibjørg
undir kápu blá,
Jallgrímur sprakk úr hásæti,
hann sínum brandi brá.
44 Risin tók ta bjørtu brúður
út á grønan vøll,
Jallgrímur gav so vant eitt høgg,
hinum í heysin gell.
45 Risin misti frú frá favn
niður á fold so fríða,
Jallgrímur hana á hestin tók,
burt á skógvin ríða.
46 Jallgrímur hana á hestin tók,
burt á skógvin ríða:
“Hoyr tað frægur frúnnar faðir,
tú skalt við risan stríða!”
47 Jallgrímur hana á hestin tók,
spennir á saðilgjørð,
glaðir so allir riddarar ríða,
gangari rennur á jørð.
48 Bardust fullar tógva dagar,
hvørgin sigur fekk,
inntil tann hin triðja,
ið sól til viðar gekk.
49 Bardust fullar tógva dagar,
hvørgin sigur vann,
inntil tann hin triðja,
ið sól til viðar rann.
50 Inntil tann hin triðja,
ið sól til viðar rann,
tá fell kappin Havgrímur,
tann hin raski mann.
51 Risin burt av garði reið,
føtur í fjallið setti:
“Ei skal jallin á Upplondum
við ærum liva eftir.”
52 Ein kom maður í hallina inn,
millum stavs og veggja:
“Skunda tær, reystur Haraldur kongur,
landið undir teg leggja!
53 Skunda tær, reystur Haraldur kongur,
glaður í gulmars geingi!
Deyður er nú tann høvdingi,
oss hevur forðað leingi.”
54 Hann legði undir seg ríkið alt
fram við sjóvarstrand,
síðan helt hann haðan burt
og ríður á Uppland.
55 Jallgrímur kemur út árla morgun,
sær nú kongins dreingir,
talar hann nú til sínar menn:
“Roynið nú bogastreingir!”
56 Jallgrímur ríður út árla morgun,
kappin tann hin raski,
fimmti vóru teir kongins menn,
ið fullu í fyrsta kasti.
57 Jallgrímur rópar á sínar menn:
“Spennum várar bogar!
Ikki skal Haraldur hárfagri
so upplendingar kúga.”
58 Jallgrímur ríður á grønum vølli
sum aðrir raskir menn,
so feldi hann Haralds garpar
hundrað um í senn.
59 Átjan vóru teir sveinarnir,
boðini bóru heim:
“Jallgrímur ræður á Upplondum,
so frægur í 'Hidmir' ein.”
60 “Nú skal brynja út annað lið,
vera til víggja før,
ríða so til Upplanda
og spenna á saðilgjørð.”
61 Árla var um morgunm,
roðar fyri sól,
riðu so á skógvin burt
fram fyri Fávanspól.
62 Jallgrímur kemur út árla morgun,
sær nú kongins dreingir,
talar hann til sínar menn:
“Spennum bogastreingir!”
63 Jallgrímur ríður út árla morgun
sum aðrir reystir menn,
so feldi hann Haralds greppir
hundrað um í senn.
64 Jallgrímur ríður á grønum vølli,
royndi góðar gripir,
feldi niður av Haralds monnum
tíggju for hvørja sipu.
65 Jallgrímur ríður á grønum vølli
við sín brandin bjarta,
ein fleyg ørvin for hans bróst,
so tað neit inn at hjarta.
66 Av sær reiv hann blóðiga ørvu,
alvæl sum hann kundi,
sendi hana aftur í Haralds liðið,
so mangur lívið týndi.
67 Jallgrímur so til orða tekur:
“Felt havi eg úr liði,
gerið, sum fyrst í fyrndartíðum,
gevið nú ongum grið!”
68 Høgga títt og líva lítt,
duplur hanga við stengur,
maktast ungi Jallgrímur,
í víggi sum hann stendur.
69 Jallgrímur ríður á grønum vølli,
nú tekur liðið at tynna:
“Glaður eg ríði á kvøldmálum
mína brúður at finna.”
70 Dagur tók at kvølda,
teir sóu risan renna,
oman skruddu dalar og fjøll,
tá hann ræð teir at kenna.
71 “Eg havi staðið í stríð í dag,
og vigið so mangan mann,
nú síggi eg tann fjallatussa,
eg meini, hann vil mær and.
72 Eg havi staðið í stríð dag
og vunnið tann sigurin prúð,
eg eri møddur og illa særdur,
hvíla vil eg nú.”
73 “Ongan skalt tú søtan sova,
so leingi sum brandar bíta,
fyrr enn eg fái Ingibjørg,
sum von er á at líta.”
74 Hann legði inn at Jallgrím unga,
sigst í hesum tátti,
harðliga við beinum bangar,
fór ikki um við sátti.
75 Riðu saman á grønum vølli,
frá man frættast víða,
so rann sveitti úr belti hans,
sum elvin for fossin stríða.
76 Jallgrímur gav so vant eitt høgg,
tað tók at rúka av skalla:
“Tað er ei so undarligt,
um eg í dag man falla.
77 Hevði eg ikki for mínum brósti
følt mær tunga mein,
ikki skuldi tú, fjallatussin,
boðini borið heim.”
78 Jallgrímur reiggjaði svørðið umkring,
vegur við váknaskildri,
so hjó hann til fjallatussin,
eggin beinið kyldi.
79 Risin sipaði jarnstongina
við so miklari ferð,
Jallgrímur fekk so ónt eitt slag,
at heilin dreiv á jørð.
80 Gilsteinur seg úr heri brá,
væl kundi brynjur skera:
“Ikki skal frúgvin Ingibjørg
risans brúður vera.”
81 Gilsteinur seg frá heri reið,
við sín brandin brá,
hann kleyv henda grimma risa
sundur í lutir tvá.
82 Tað var reystur Haraldur kongur,
hann gav honum gávur góðar:
Bjarnalandið, yvir at ráða,
og Ingibjørg, væna fljóð.
83 Gilsteinur festi Ingibjørg,
so er komið til mín,
síðan førdi hann Haraldi kongi
skatt og gull í skrín.
Latum dansa og dynja, dreingir,
stoltsliga stígið í ring,
stendur hon væl frúva.
CCF 19 A
TSB E 20
Handrit: AM Access. 4c I [8] Savn Hammershaimbs
Útgávur:
1. Føroya kvæði (Chr. Matras greiddi til útgávu, 1951) Band I, s. 435.
2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1999) 7. bind, s. 10
Heimild: Úr Sandoy. Johannes Clemensen, Jóannes í Króki (1794-1869), Sandi.
E 20 Jallgríms kvæði (Warriors successfully defending their countries against invading king are killed by giant)
Noregs kongur, Haraldur Hárfagri, roynir at leggja Havgríms landslut undir seg, men Havgrímur vinnur á kongsins monnum.
Ein risi er um at taka dóttur Havgríms, tá ið Jallgrímur rippir hana frá honum og rýmir við henni. Risin drepur Havgrím, hvørs landslutur síðani verður lagdur inn undir land Harald kongs.
Haraldur roynir at leypa á landslut Jallgríms við, men hóast Jallgrímur er særdur, eydnast honum at verja sítt, til risin kemur og krevur dóttur Havgríms aftur. Hann drepur Jallgrím, ið er illa komin.
Ein av monnum Haralds kongs drepur risan og fær bæði dóttur Havgrím og landslut Jallgríms.
á føroyskum: CCF 19 A og C (bert á føroyskum)