• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Astrid Andreasen teknaði.

Hávur (hávaættin)
Squalus acanthias Linné, 1758

Stødd: Hávur verður í mesta lagi 120 cm langur.

Dýpi: Hann er úr vatnskorpuni niður á 1450 metra dýpi, bæði við botnin og uppi í sjónum.

Litur: Hann er brúngráur ella dimmgráur á bakinum og ljósur undir búkinum. Verður hugt gjølla, sæst, at hann hevur smáar ljósar, næstan hvítar, blettir ovarlaga eftir síðunum, teir síggja út sum smá kúgveygu. Viðhvørt eru slíkir blettir ymsastaðni á bakinum eisini.

Lýsing: Hesin hávurin, Squalus acanthias, verður nevndur hávur fram um aðrar hávar. Smidliga vaksin fiskur. Tjúkkastur er hann beint framman fyri fremru ryggfjøður. Hann hevur lítið høvd og mjáa gron, lítlan kjaft við stórum tonnum, ið eru eins í báðum kjaftum. Hann hevur tvær ryggfjaðrar, tann fremra heldur størri. Píkur er framman fyri hvørja ryggfjøður, tann aftari er størri. Fremri píkur er beint aftanvert uggafjaðrarnar. Hávur hevur fimm smá táknaop beint aftur móti uggafjaðrunum. Búkfjaðrarnar eru á stødd við fremru ryggfjøður, kanska heldur størri. Skræðan er eitt sindur hvøss. Hann hevur lítlan kjøl á klingruni og fram á sporlið. Andahol.

Eyðkenni: Teir smáu ljósu blettirnir. Í tvørskurði er klingran næstan fýrkantað. Kjølarnir á klingruni.

Týdningur: Hávur verður veiddur til matna aðrastaðni.

da: Pighaj, en: Spur-dog, fr: Aiguillat commun, ís: Háfur, no: Pighå, tý: Dornhai

Sí myndir og videoklipp her.

Útbreiðsla: Hann er frá Norðurnoregi suður við strondunum á Evropa til Vestur- og Suðurafrika. Hann er í Miðjarðarhavinum og Svartahavinum, í Norðsjónum, Skagerrak og Kattegat, runt Bretsku Oyggjarnar, Føroyar, Ísland, Suðurgrønland, Nýfundland og suður til Kuba. Hann er eisini í Landsynningsavstralia, Nýsælandi, Indonesia og Japan, frá Beringssundinum til Kalifornia.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Skrubbhávar Squaliformes

Hesin hópurin hevur 6 ættir, 24 slektir og 97 sløg.

Fiskar úr øllum 6 ættunum eru at fáa undir Føroyum, og tær hava her 10 slektir og 12 sløg:

  • Hávaættin (Squalidae)
  • Skrubbhávaættin (Centrophoridae)
  • Ljóshávaættin (Etmopteridae)
  • Svøvnhávaættin (Somniosidae)
  • Hornhávaættin (Oxynotidae)
  • Brandhávaættin (Dalatidae)

Skrubbhávarnir hava andahol og 5 táknarivur. Teir hava tvær ryggfjaðrar, summi sløg við píkum frammanfyri, onnur uttan. Teir hava ikki gotfjøður, og eingir kjalir eru á klingruni.

Teir liva um øll høv, bæði djúpt og grunt.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017