• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Astrid Andreasen teknaði.

Reyða hornabrosma (hornabrosmuættin) 
Gaidropsarus argentatus (Reinhardt, 1837)

Stødd: Reyða hornabrosma verður upp í 45 cm long.

Dýpi: Hon er úr 150 niður á 2000 metrar.

Litur: Hon er reyðbrún ella reyðgrá, nakað blágrá um høvdið og undir búkinum. Fjaðraendarnir og hornini eru reyð. Hon er ljós inni í kjaftinum.

Teinar: R2 54-59; G 45-46; U 22-24.

Lýsing: Reyða hornabrosma er langvaksin og nakað síðvaksin fiskur. Á trantinum eru tvey horn, umframt finnuna á lippuni. Hon hevur tvær ryggfjaðrar, tann fremra er heilt lág, tó fremsti teinur eitt vet hægri enn aftara ryggfjøður. Aftara ryggfjøðurin byrjar yvir hálvari uggafjøðurini og kemur næstan aftur á klingruna. Hon hevur eina gotfjøður, ið byrjar beint framman fyri hálvan fiskin. Gotið er beint framman fyri gotfjøðurina. Búkfjaðrarnar eru smalar, og annar teinur er serliga langur, kemur aftur áraka ella aftur um uggafjøðurina. Hon hevur miðal stórar uggafjaðrar. Sterturin er eitt sindur rundaður aftan. Høvdið er um 20% av heildarlongdini. Hon hevur smá eygu. Strikan er brotin og nógv bogin yvir uggafjaðrunum.

Eyðkenni: Fremsti teinurin í ryggfjøðurini. Liturin á fjarðarondum og hornum, men hetta kann vera sjávað burtur á trolveiddum fiski.

Týdningur: Reyða hornabrosma hevur ikki vinnuligan týdning.

da: Arktisk havkvabbe, en: Arctic rockling, fr: Motelle arctique, ís: Rauða sævesla, no: Sølvtangbrosme

Útbreiðsla: Reyða hornabrosma er í Vesturog Eysturgrønlandi um Ísland, tó ikki á Suðurlandinum, til Føroya, Vesturnoregs og Norðsjógvin. Er møguliga eisini við Svalbarð.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Toskafiskar Gadiformes

Hópurin við toskafiskum hevur 9 ættir 75 slektir og 555 sløg.

Undir Føroyum eru 5 ættir ið hava 26 slektir og 36 sløg:

  • Langasporlsættin (Macrouridae)
  • Moraættin (Moridae)
  • Lýsingsættin (Merlucciidae)
  • Hornabrosmuættin (Phycidae)
  • Toskaættin (Gadidae)

Teir hava heldur stórligt høvd. Teir hava eina til tríggjar ryggfjaðrar og eina ella tvær gotfjaðrar, summir hava stert, aðrir bert ein spíss. Á nøkrum sløgum er roðslan lítil og sløtt, á øðrum stór og rísin. Á flestu sløgunum eru uggafjaðrarnar aftari enn búkfjaðrarnar.

Nógv av sløgunum hava grunnnøs.

Teir eru bæði á grunnum og djúpum vatni. Við Føroyar liva allir toskafiskarnir í sjónum, men okkurt slag úti í heimi er í feskum vatni, og nøkur eru í blandingsvatni.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017