• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fiskayvirlit

 
Bente Olesen Nystrøm teknaði.

Skrubba, sandsprøka (flundruættin)
Limanda limanda (Linné, 1758)

Stødd: Skrubba verður upp í 42 cm long, sjáldan størri enn 35 cm.

Dýpi: Hon er úr umleið 5 m út á 150 m dýpi.

Litur: Liturin skiftir nakað eftir botninum. Á bakinum er hon svartgrá, ljósabrún, grálig, kámt reyð/gul/brún, ofta við gulum blettum, ójavnt settir um alt bakið.

Lýsing: Skrubba er høgravendur flatfiskur. Hon hevur eina langa ryggfjøður frá mitt yvir vinstra eyga aftur til klingruna, eina langa gotfjøður frá gotinum til klingruna. Hon hevur stóran stert, smáar búkfjaðrar og smáar uggafjaðrar og pík við gotið. Hon hevur lítið høvd og lítlan kjaft, smáar roðslur, eitt sindur hvøss at føla eftir bakinum. Strikan gongur í stóran boga uppi yvir uggafjøðurini.

Eyðkenni: Tann nógv bogaða strikan. Skilist frá reyðsprøku og ósaskrubbu m.a. á tí, at hon hevur ikki beinkamb aftur frá eyganum.

Týdningur: Nakað verður avreitt av skrubbu, men prísurin er ikki góður.

da: Ising, en: Common dab, fr: Limande commune, ís: Sandkoli, no: Sandflyndre, tý: Scharbe

Útbreiðsla: Skrubba er undir Føroyum og Íslandi, í Hvítahavinum, vestur og suður við Noregsstrondini suður í syðra part av Eystarasalti. Hon er í Norðsjónum, kring Bretsku Oyggjarnar til Biskeia.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Flatfiskar Pleuronectiformes

14 ættir eru í flatfiskahópinum við 134 slektum og 678 sløgum.

Av hesum eru undir Føroyum 2 ættir við tilsamans 11 slektum og 11 sløgum:

  • Kvoysuættin (Scophthalmidae)
  • Flundruættin (Pleuronectidae)

Flatfiskarnir eru eyðkendir við teirra flata og asymmetriska kropskapi, har onnur síðan vendur upp og hin niður. Nýklakt yngul, ið livir uppi í sjónum, hevur vanligt fiskaskap, men eftir eina tíð sum yngul byrjar annað eygað at flyta seg yvir á hina síðuna, og fiskurin fær sítt flata skap. Á onkrum av flatfiskunum verður tó annað eygað verandi á kantinum á høvdinum. Yngulin byrjar nú at svimja á síðuni. Umleið samtíðis fer fiskurin niður á botnin at vera. Eygnasíðan fær dimman lit, og blindasíða ljósan. Teir hava eina langa ryggfjøður og eina langa gotfjøður. Fyri tað mesta liva teir sum botnfiskar, men eru tó uppi í sjónum viðhvørt, onkur sløg regluliga.

Í útheiminum eru onkur sløg, sum liva í feskum vatni. Við Føroyar er okkurt slag, sum fyri ein part er í feskum vatni og í blandingsvatni, men annars livir flatfiskur í sjónum.

***

Eitt sindur um flatfiskarnar
Undir Føroyum eru bæði vinstravendir og høgravendir flatfiskar.

Á vinstravendum flatfiski vendir vinstra lið upp, og á høgravendum flatfiski vendir høgra lið upp.

Allar kvoysurnar, glaskvoysa, norskakvoysa og hvasskvoysa, eru vinstravendar.

Allir hinir flatfiskarnir, hvassasprek, kalvi, svartkalvi, lálla, skrubba, tunga, ósaskrubba og reyðsprøka, eru høgravendir.

Eyguni eru tímegin, sum vendir upp.

Tann síðan, sum vendir upp, er altíð dimmari enn hin, og hon verður ofta nevnd bakið, hóast hon í veruleikanum er síða.

Onkuntíð hendir tað, at flatfiskur ikki vendir røttu síðuna upp, t.d. at ein kalvi vendir vinstru lið upp. Ein slíkur kalvi nevnist „rangur kalvi“.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017