• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Veiðifalkur

Veiðifalkurin (lat. Falco gyrfalco L; da. Jagtfalk, Islandsk Falk) er eina størstur av falkum. Hann eigur einans norðuri í kuldalondum. Liturin er ymissur, broyttur eftir landinum. Í Grønlandi er hann hvítur við nøkrum dimmum smáblettum á bakinum. Í Íslandi er hann hvítur um høvd og bringu, annars ljóst grásprøklutur. Í Noregi og aðrastaðni er hann høvuðsvartur og dimt sprøklutur. — Hann eigur í homrum høgt til fjalls. Ofta sæst hann sita har og stara eftir fongi — eyguni hevur hann avbara góð — so strýkur hann avstað eftir einum fugli, slær hann niður við vongknúgvanum, ella skræðir hann við nevi og klóm. Í fuglabjørgunum ger hann ræðuligt herverk. Morgun og kvøld er hann á ferð, tekur ein lomviga ella lunda, tægar hann sundur og etur so tað besta burtur úr honum. Um veturin heldur hann seg helst fram við sjónum, tí har er mest at veiða.

Í gomlum døgum høvdu kongar og ríkir høvdingar tamar falkar, sum vóru vandir til at taka flúgvandi fugl og bera teimum. Nú er tað avlagt í Europa, men summstaðni í Asia veiða menn enn við falkum. Áður kom veiðifalkur ofta til Føroyar, nú sæst hann sera sjaldan; orsakin er tann, at hann hevur fækkað nógv á Íslandi.

Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

Sí eisini.

Falkar

Falkar eru grammastu rovfuglar. Nógv eru sløgini, t.d. veiðifalkur, smiril og tornfalkur, og flestu liva einans av fugli, sum teir taka í flognum. Teir flúgva óføra skjótt, hartil eru teir knappir í vendini. Nevkrókurin er stórur, og aftan fyri hann hava teir hvørjumegin ein brodd sum eina sagtonn til at skræða sundur við. — Falkur livir í einbýli og tolir ikki aðrar falkar nær hjá sær.

Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017