• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Olympiskir vetrarleikir í Pyeongchang

Í døgunum 9. - 25. februar í 2018 verða olympisku vetrarleikirnir hildnir í PyeongChang í Suðurkorea. Olympisku vetrarleikirnir er ein ítróttastevna, har heimsins bestu ítróttafólk kappast at gerast best í ymiskum vetrarítróttagreinum. 

Olympisku vetrarleikirnir hava verið hildnir síðan 1924 og verða eins og summarleikirnir hildnir fjórða hvørt ár. Fram til 1992 vóru vetrar- og summarleikirnir sama ár, men síðan 1994 hava leikirnir verið forskotnir, so teir ikki eru sama ár. 


Tvær temasíður um Korea

Í sambandi við vetrarleikirnar eru tvær temasíður gjørdar um Korea á Snar. Onnur eru um sjálvar vetrarleikirnar í 2018. Hin temasíðan er um Suðurkorea í dag, søguliga sambandið við Norðurkorea, um Koreahálvoynna og um kalda kríggið. Far til temasíðuna um Suðurkorea.

Um olympisku leikirnar

Fornu olympisku leikirnir 

Olympisku leikirnir vóru í meira enn túsund ár hildnir í forna Grikkalandi, frá 776 f.kr til 393 e.kr.. Grikkar hildu olympisku leikirnar við fjallið Olympia fyri at hátíðarhalda Zeus. 

Nútíðar leikir 

Nútíðar olympisku leikir vóru fyri fyrstu ferð hildnir í 1896 í Athen í Grikkalandi, og hava síðan verið hildnir fjórða hvørt ár í ymiskum londum, einans avbrotnir av teimum báðum heimsbardøgunum. 

Olymisku leikirnir, eisini nevndir OL, vóru í í 1924 býttir í vetrar- og summarleikir. Fyrstu vetrarleikirnir vóru hildnir í Chamonix í Fraklandi í 1924. 

Í vetrarleikunum verður sjálvandi kappast í ítróttagreinum, ið hoyra vetrinum til, so sum ymisk sløg á skíðítrótti og skoyting. 


Norðurlond vinna nógv 

Eingin føroyingur hevur verið við í vetrar-OL. Hinvegin eru tey trý Norðurlondini Noreg, Svøríki og Finnland at meta sum stór lond vetrarleikunum, og hava tey vunnið nógv heiðursmerki. Noregi er mest vinnandi landi í olympiskum vetrarleikunum gjøgnum tíðirnar. 

 
OL í sjónvarpi 

Føroyingar hava altíð fylt væl við í vetrarleikunum, og áðrenn sjónvarp kom til Føroya, var vanligt at føroyingar lurtaðu eftir norðmanninum, norskum útvarpi, fyri at vita, hvussu leikur fórst. 

Við sjónvarpinum í 80-árunum fingið føroyingar møguleika at síggja beinleiðis livandi myndir frá vetrarleikunum. Í ár verða vetrarleikirnir m.a. at síggja á hesum sjónvarpsstøðum, DR (Danmark), TV Noreg (Noreg), Kanal 5 (Svøríki) og  ensku rásunum hjá BBC og Eurosport. 

Arbeiðsgongd

Lærarin greiðir við støði í tekstinum her á síðuni heilt stutt frá um olympisku leikirnar og vetrar-OL.

Spurningur til felagsundirvísing

Í hvørjum londum og býum hevur vetrar-OL verið, síðan fyrstu leikirnar vóru hildnir fyri fyrstu ferð í 1924? Brúka netið at leita.

 

Arbeiðsuppgávur

Tit kunnu fara gjøgnum aðra ella báðar arbeiðsuppgávurnar niðanfyri. Tveir næmingar saman í bólki ella ein og ein næmingur.

1. Arbeiðsuppgáva - Tykkara olympiska vetrarstjørna

Leita á netinum fyri at finna fram til onkran íðkara, sum hevur staðið seg serliga væl í vetrar-OL.

a.  Skrivið ein stuttan tekst um ítróttarstjørnuna, sum tit velja.

b.  Finnið eitt filmsbrot, sum vísir ítróttarstjørnuna, t.d. á Youtube.

 

2.  Arbeiðsuppgáva - Tykkara ítróttagrein

Niðanfyri er ein stutt frágreiðing um ítróttagreinarnar í vetrar-OL. Les frágreiðingarnar í gjøgnum. Veljið síðan eina ítróttagrein, sum tit kundu hugsa tykkum at roynt ella sum vekir tykkara serliga áhuga.  Tit kunnu lesa meira um ítróttagreinarnar á almennu heimasíðuni hjá vetrar-OL,  og sjálvandi kunnu tit eisini leita eftir øðrum upplýsingum á netinum,

a.  Skrivið ein stuttan tekst um ítróttargreinina.

b.  Finnið eitt filmsbrot, sum vísir ítróttargreinina, t.d. á Youtube.

c.  Ber til at íðka ítróttargreinina í Føroyum.

Alpinsk skíðing

Í alpinskari skíðing stendur íðkarin á skíðum oman eftir fjallasíðuni. Ítróttagreinin kann verða býtt í tveir høvuðsbólkar, skjótleika og tekniskar førleikar.  Skjótleikagreinirnar eru strok og Super-G, og teknisku greinirnar eru snirr og stórsnirr. 

Les meira á heimsíðuni hjá vetrarleikunum 2018 

Skíðskjóting

Skíðskjóting er ítróttagrein, har íðkarin stendur á skíðum við byrsu um herðarnar og steðgar nakrar ferðir at skjóta til máls. Skíðskjóting kann verða býtt í greinirnar einstaklingar, snarskíðskjóting, liðskíðskjóting, jagarastartur og felagsstartur. 

Les meira á heimsíðuni hjá vetrarleikunum 2018 

Bobsleða

Bobsleða er ítróttagrein, har íðkararnir skreiða oman eftir ísbreyt við sleðu, ið kann stýrast. Tað eru tríggjar greinir í bobsleðu: 4-mans sleða hjá monnum og/ella kvinnum, 2-mans sleða fyri menn, og 2-mans sleða hjá kvinnum. 

Les meira á heimsíðuni hjá vetrarleikunum 2018 

Skíðrenning

Í skíðrenning verður runnið á skíðum eftir kavakløddum landslagi so skjótt sum til ber. Ítróttagreinin er býtt í tveir høvuðsbólkar, fría skíðrenning og klassiska skíðrenning. Høvuðsgreinirnar hava ymsar undirgreinir og samansetingar, so sum snarskíðrenning, liðskíðrenning og felagsstart.

Les meira á heimsíðuni hjá vetrarleikunum 2018 

Kurling

Kurling er ítróttagrein, har leikararnir lata ein stein glíða eftir ísvøllinum, so hann rakar miðjuna í einum sirkli, meðan aðrir á liðnum feia framman fyri steininum. Fýra leikarar eru á hvørjum liði. Hvørt liðið hevur 8 steinar. Liðini fáa stig eftir, hvussu nær við sentrum í sirklunum steinarnir enda. 

Les meira á heimsíðuni hjá vetrarleikunum 2018 

Listskoyting

Í listskoyting er íðkarin á ísvølli og ger listaligar rørslur aftur við tónleiki. Avrikið verður dømt eftir neyvleika og torleikastigi. Greinirnar í listskoyting eru einstaklingar menn og kvinnur, pør, liðlistskoyting og ísdansur. 

Les meira á heimsíðuni hjá vetrarleikunum 2018 

Frískíð

Frískíð er felagsheiti fyri nakrar skíðgreinir. Felags eru listaligu rørslurnar. Skíðarin stendur oman eftir eini brekku, meðan hann ger listaligar rørslur. Greinirnar eru kúluskíð, skíðkross, halfpipe, Areals og slopestyle. 

Les meira á heimsíðuni hjá vetrarleikunum 2018 

Íshokki

Íshokki er liðíttóttur, sum verður spældur á ísi, har leikararnir standa á skoytum. Hvørt liðið hevur seks leikarar á vøllinum samstundis. Dysturin er býttur í trý umfør. Vinnarin er tað liðið, sum skorar flest mál. Íshokki er kent fyri at ganga skjótt fyri seg og fyri hart kropsligt spæl. 

Les meira á heimsíðuni hjá vetrarleikunum 2018 

Sleða

Skreitt verður á lítlari sleðu oman eftir ísbreytini. Íðkarin liggur á rygginum á sleðuni við beinunum fremst fyri. Ítróttagreinin er býtt í einmanssleðu og tvímanssleðu.

Les meira á heimsíðuni hjá vetrarleikunum 2018 

Samansett norðurlendskt

Í samansettum norðurlendskum verða tær báðar norðurlendsku ítróttagreinirnar skíðrenning og skíðlop settar saman í eina kapping. Fyrst verður lopið, og síðan verður úrslitið í lopi brúkt sum útgangstøði fyri raðfylgjuni, hvussu byrjað verður í skíðrenningini. 

Les meira á heimsíðuni hjá vetrarleikunum 2018 

Kappskoyting á stuttbreyt

Kappskoyting er ítróttagrein, har skoytað verður runt á stuttari skoytubreyt, sum er 111 metrar long. Stutta breytin ger, at tað krevst meiri teknikkur og smidleiki enn á longru skoytibreytini. 

Les meira á heimsíðuni hjá vetrarleikunum 2018 

Skeletonsleða

Skeleton er sleða, sum indianararnir í Norðuramerika brúktu at flyta vøru við. Ein persónur liggur á búkinum á sleðuni við høvdinum fremst fyri. Skreitt verður so skjótt sum gjørligt oman eftir ísbreytini. 

Les meira á heimsíðuni hjá vetrarleikunum 2018 

Skíðlop

Skíðloyparar skreiða fyrst oman eftir einum brøttum skráa. Við nógvu ferðini leypa tey so langt sum gjørligt frá einari lophøvd. Fimm dómarar meta eisini um listaliga avrikið, og tey stigini verða so løgd aftur at loplongdini. Kappast verður á vanligari lopbreyt og stórari lopbreyt. Kvinnur leypa bara av vanligu breytini. 

Les meira á heimsíðuni hjá vetrarleikunum 2018 

Kavafjøl

Íðkarin stendur á fjøl í kavakløddu brekkuni. Á olympisku vetrarleikunum verður kappast í fimm undirgreinum, parallellum stórsnirri, Halfpipe, Snowboard Cross, Big Air og Slopestyle 

Les meira á heimsíðuni hjá vetrarleikunum 2018 

Kappskoyting

Tveir skoytarar skoyta hvør móti øðrum á 400 metra langari ísbreyt. Skoytararnir skiftast fyri hvørt umfar at vera á innaru og ytru breytini. Bæði hjá kvinnum og monnum verður kappast á fimm ymsum teinum, umframt í liðkapping og felagsstarti. 

Les meira á heimsíðuni hjá vetrarleikunum 2018 

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2018