• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:


Samkynd í myndandi list

 

Samkynd verða ofta umrødd sum fólk, ið oftari enn onnur ganga til listaframsýningar, og eru kreativari enn fólk flest.

- Men er tað rætt?

Amerikanski Richard Flordia skapti í 2002 hugtakið The Creative Class, sum fekk týdning fyri býarplanlegging.

Í hesum enska teksti í USA Today skrivar Richard Florida sjálvur um týdningin at hava samkynd býgvandi í býum, sum eftir hansara hugsan eru góðir at búgva í, og sum hava førleika at vaksa.

Í Washington Monthly skrivar Richard Florida um týdningin at hava samkynd og rockorkestur í býum, sum vilja vaksa og eftir hansara hugsan eru góðir at búgva í.

Ungdómsendingin Røddin í Kringvarpinum varpar í hesum stuttfilmi ljós á, hvussu Jóhanna sminkar Mike, sum í drag stíli fer í brúðarhús 29. apríl í 2016 at hátíðarhalda, at samkynd kunnu giftast borgarliga.

Í 2012 hevði listfrøðingurin Kinna Poulsen fyrilestur um samkyndleika í føroyskari myndlist. Fyrilesturin, sum varir 37 minuttir, kallaðist Ó-søgur av hinum slagnum - um samkyndleika í føroyskari myndlist. Her kann fyrilesturin lesast í tveimum pørtum:

Fyrri partur av fyrilesturi hjá Kinnu Poulsen 
Seinni partur av fyrilesturi hjá Kinnu Poulsen

 

Uppgávur:

1. Finnið ein persón, sum til gerandis arbeiðir við býarplanlegging, antin fyri land ella kommunu. Spyrjið, um ástøðið hjá Richard Florida um samkynd, almennan trivnað og býarvøkstur er eftirfarandi og brúkiligt í Føroyum.

2. Hvat er drag stílur?

3. Greið frá um átakið homoFObia!

4. Hvønn týdning metir listfrøðingurin at kjakið um samkyndleika í føroyskari myndlist hevur havt?

5. Farið á Listasavnið og spyrjið tykkum fyri, um tey eiga list, sum endurspeglar ein greiðan ella fjaldan samkyndleika.

6. Spyrjið ein kreativan leiðara á eini reklamustovu, um samkynd eru kreativari enn onnur. Um so er, eiga arbeiðsgevarar so at fáa at vita, hvønn kynsligan samleika tú hevur, tá tú søkir starv?

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017