• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
 

14. ØSKUDÓLGUR

 

a. Uppskrift úr Fugloy

Eina ferð var tað ein maður, sum átti tríggjar synir. Hin yngsti var eitt óvætti, sum eingin virdi nakað, og sum altíð lá og rakst í øskuni; men hinir báðir vóru, sum menn eru flestir, og gjørdu alt arbeiðið.

Fleiri nætur upp í slag var korn stolið av loftinum frá pápa teirra. So heldur pápin ein dagin við elsta son sín, at tað er best, hann fer at sita uppi í nátt til at vita, hvør ið tjóvurin er.

Sonurin heldur tað vera einki fyri og setur seg at vaka; men ikki er meira enn hálvliðið á nátt, tá ið hann sovnar. Ongantíð hevði so nógv korn verið stolið sum tann morgunin.

Pápin biður nú miðlingardrongin sita uppi næstu nátt. Ja, sigur hann: hann skal væl vita at vaka og ikki sovna. Hann vakir til út ímóti lýsing og sovnar so. Líka mikið var kornið burturi tann morgunin sum áður.

Tá biður hin yngsti, Øskudólgur, pápan lova sær at sita uppi í nátt. Brøðurnir halda speiliga at honum: hann skal hugsa um at sita uppi, hann sum ikki dugir til nakað uttan at skava í øskuni; men pápin heldur:

”Tað kann ikki vera ringari enn tað sama hann sovnar, og tit hava sovið.”

Øskudólgur settist at vaka. Fyrra partin av náttini var hann nakað tungur, men royndi at stríða ímóti. Tá ið leið ímóti lýsing, var hann lættari. Í lýsingini hoyrdi hann slíkt buldur. Ein ógvuliga stórur fuglur kom, og við tað sama hevði Øskudólgur hendurnar um hálsin á honum.

”Nú skuldi hann drepa hann.”

Men fuglurin bað hann so bønliga um ikki at drepa seg.

Jú, segði Øskudólgur: tí hann hevði stolið korn frá pápanum.

Hann skuldi ikki gera tað uppaftur, segði fuglurin.

Hann gjørdi tað kortini, helt Øskudólgur.

Men tá segði fuglurin, at hann skuldi fáa ta størstu fjøðrina burtur úr vonginum á sær, og tá ið ið hann helt hana upp í loft, skuldi hann fáa hvat, ið hann ynskti sær.

Øskudólgur fekk fjøðrina og slepti fuglinum.

Tann morgunin var einki burtur av korninum, og heldur ikki teir næstu morgnarnar; men hinir brøðurnir vóru fúkandi óðir inn á Øskudólg av hesum.

Nú er at siga frá, at kongur hevði gjørt dóttur sínari eitt glasslott ovast uppi á einum brøttum fjalli. So læt hann kunngera, at tann, sum kundi ríða har upp ígjøgnum, skuldi fáa dóttur hansara til konu.

Har komu mangir ættstórir og múgvandi menn at royna seg; men ógvuliga stutt sluppu teir upp í fjallið, ikki meira enn nøkur fótaspor upp frá jørðini - so orkaðu hestarnir ikki meira.

Nógv fólk var hjástatt til at hyggja at, og har uppií vóru báðir brøður Øskudólgs; Øskudólgur slapp ikki við teimum. Tað var ikki fyri hann at fara til slíkt, hildu teir: hann kundi sita heima og raka í øskuni við fjøður sínari, sum hann var vanur.

Tá ið brøðurnir vóru farnir, fór Øskudólgur avstað, rætti fjøðrina upp í loft og ynskti sær grønan hest og blá klæði. Tað var hjá honum alt fyri eitt. Hann læt seg í tey nýggju klæðini og settist upp á hestin. So fór hann hagar, sum biðlaflokkurin royndi seg, reið helvtina upp í fjallið, men snúði so oman aftur og hvarv við tað sama.

Um kvøldið, tá ið brøðurnir komu heim, sat Øskudólgur við eldin í pjøltrum sínum. Teir søgdu við hann, at nakað høvdu teir sæð í dag, sum hann ikki hevði sæð, ódugnadýr hansara: ein maður hevði verið og roynt seg; hann slapp upp í helvtina - so langt hevði eingin sloppið fyrr; hann hevði grønan hest og bláan búnað.

”Tað sá eg eisini,” segði Øskudólgur.

”Hvar sást tú tað?” spyrja teir.

”Eg stóð uppi á hjallinum hjá pápanum.”

”Óreina ting títt! hann skalt tú ikki hava leingi at standa uppiá,” og so rivu teir hjallin niður.

Dagin eftir, tá ið brøðurnir vóru farnir, fór Øskudólgur uppaftur út við fjøðrini, rætti hana upp í loft og ynskti sær hvít klæði og reyðan hest. So reið hann inn í flokkin, fór heilt upp undir fjalltromina og so oman aftur og hvarv, sum hann var komin.

Um kvøldið komu brøðurnir heim og hildu við Øskudólg, sum sat við eldin í pjøltrum sínum, at lítið hevði hann sæð av tí, sum teir høvdu sæð í dag - hann, sum altíð rakst í øskuni. Hvat teir tá høvdu sæð? spurdi Øskudólgur. Teir søgdu, at har hevði verið ein fremmindur maður og roynt seg, frálíka prúður, hvíttklæddur á reyðum hesti; teir væntaðu víst, at hann fór at sleppa upp á fjallið fyrsta dagin.

”Tað sá eg við,” segði Øskudólgur.

Hvar hann hevði verið tá?

”Eg stóð uppi á gróthúsinum hja pápanum.”

”Óreina ting títt! tað skalt tú ikki hava leingi at standa uppiá,” og so skræddu teir gróthúsið niður.

Triðja dagin, tá ið brøðurnir vóru avstaðfarnir, fór Øskudólgur uppaftur út við fjøðrini og ynskti sær hvítan hest og reyð klæði. Hesa ferðina slapp hann heilt upp ígjøgnum og fór inn í kamarið til kongadóttrina; hon hugdi væl upp og niður at honum og bant so gullring í hár hansara fyri betur at kunna kenna hann aftur. So reið hann oman aftur, fór heim og læt seg í pjaltrarnar og settist aftur at raka í øskuni.

Um kvøldið komu brøðurnir heim, speiróku Øskudólg og søgdu við hann, at nakað høvdu teir sæð í dag, sum hann ikki hevði sæð - hann, sum altíð lá í øskuni og rakst.

”Hvat tað var?”

Teir søgdu, at nú væntaðu teir víst, at kongur fór at gera brúdleyp skjótt: ein fremmindur maður slapp upp til kongadóttrina í dag; frálíka prúður og uppskrýddur var hann, reyðklæddur á hvítum hesti.

”Tað sá eg við,” segði Øskudólgur.

”Óreina ting títt! hvar sást tú tað?”

”Uppi á hoyggjhúsi okkara.”

Men tá bannaðu teir uppá, at har skuldi hann ikki sleppa at standa oftari, Øskudólgur hansara, og so skræddu teir hoyggjhúsið niður.

Nú var eftir at leita eftir manninum, ið hevði verið hjá kongadóttrini. Leitað varð bæði væl og leingi; men eingin maður fanst. So læt kongur gera stóra veitslu, og hagar var boðið øllum monnum, í staðnum vóru, at koma saman.

Tá ið alt var komið, hugdi kongadóttirin væl at teimum; men ongan kendist hon við, og ikki fann hon ringin í hárinum á nøkrum. Kongur spurdi, um eingin maður var eftir. Nei, varð honum aftursvarað: eingin var eftir. Tá helt ein, at Øskudólgur var ikki komin enn; men hetta tóku brøðurnir speiliga upp, læðu og bóðu kongin ikki fáast við at senda boð eftir honum, sum ongantíð gjørdi annað enn raka í øskuni. Men kongur helt, at hann kundi koma eisini, tá ið alt hitt var samankomið: tað var hansara rættur.

So var boð sent eftir Øskudólgi. Hann læt seg í tey reyðu klæðini, tók sín hvíta hest og kom ríðandi inn á slottið. Brøðurnir vildu ikki kennast við hann; men kongadóttirin kendi hann í stundini og fann ringin í hári hansara.

So varð brúdleyp hildið, og tá vóru brøðurnir um at rivna av illsinni.

Tá ið kongurin doyði, varð Øskudólgur valdur til kongs eftir hann og stýrdi ríkinum bæði leingi og væl, tó at brøðurnir royndu altíð at birta ilt upp undir hann.

Frásøgn: Jóhan Hendrik Matras, Kirkju

 

b. Uppskrift úr Kalsoy

Maður átti tríggjar synir. Risi gekk í hoyggjhús hansara um næturnar og stjól.

Elsti sonurin setist at vaka, men sovnar, og nógv hoyggj er burtur um morgunin.

Miðlingarbróðirin kýsur seg út annað kvøldið, sovnar, og líka nógv hoyggj er burtur tann morgunin.

Triðja kvøldið fer hin yngsti, Øskudólgur. Tað er vón til, hvussu honum skal gangast, tá ið teimum hevur gingist so illa, halda hinir eldru brøðurnir.

Øskudólgur er so mikið vitugari, at hann leggur seg upp á skjøtilin á hoynum. Risin kemur um náttina og skal draga hoyggj; nú vaknar Øskudólgur. Risin bønar hann um ikki at siga frá sær: hann skal hjálpa honum afturfyri, um hann vil heita á seg.

Eingin hevur verið at stjala í nátt, sigur Øskudólgur, tá ið hann kemur heim.

Nú fer kríggj at standa, og allir menn verða útsettir; men Øskudólgur situr eftir. Kongur hevur lovað, at tann, ið raskastur er í krígnum, skal hava bæði krúnuna og dóttur hansara.

Tá ið brøðurnir eru farnir, fer Øskudólgur í hellið til risan og fær grønan hest og valasvørð frá honum, ríður so í bardagan, hevur alt undan sær og vinnur. Hann aftur til risan, flýggjar hestin og svørðið frá sær, og so heim aftur at raka í øskuni.

Tá ið brøðurnir koma, spyr hann, hvussu gingist hevur; men teir ilskast: hann at spyrja teir um slíkt! nakað ímillum hansara og tann mannin, ið vann bardagan í dag.

Annan dagin fer Øskudólgur aftur til risan, fær reyðan hest og valasvørð, ríður í bardaga og vinnur og skundar sær so heim aftur at lata seg í kloddarnar. Kongur býður dóttrini at stoyta blýggj í halan á hestinum hjá hesum riddara, um hann kemur aftur triðju ferð, eftir tað at hitt liðið er samlað.

Triðja dagin fer Øskudólgur aftur í bardaga á hvítum hesti, sum hann hevur fingið av risanum. Kongadóttirin er so kvik at stoyta blýggið í hestahalan, í tí at hann ríður framvið. Hann rekur fíggindaherin fyri sær og hvørvur so heim aftur.

Kongur letur bjóða øllum krígsliðinum í veitslu, og allir menninir koma; men eingin hevur hvítan hest við blýggi í halanum.

Kongur spyr, um eingin veit nakran at vera eftir nú. Brøður Øskudólgs siga, at teir eiga ein beiggja heima, men tað er eitt ódugnadýr, so tað loysir seg ikki at fara eftir honum; men kongur sigur, at alt skal koma, og boð fer eftir Øskudólgi.

Nú ið hann kemur á tí hvíta hestinum, er tað eyðsæð, at hann er riddarin. Øskudólgur fekk so bæði krúnuna og kongadóttrina.

Frásøgn: Erika K. Johannessen, Syðradali, Kalsoy

 

c. Uppskrift úr Kunoy

Maður átti tríggjar synir. Hann misti altíð so nógv útihoyggj.

Elsti bróðirin skuldi vaka eina nátt til at vita, hvør ið tjóvurin var; men ringt æl kom um náttina, og hann rýmdi inn fyri at kroka. Líka nógv hoyggj var burtur ta ferð og tær fyrru ferðirnar.

Á sama hátt gekk tað miðlingarbróðurinum aðra náttina.

Triðju nátt vakti Øskudólgur og gróv seg niður í hoyggið. Tríggir menn komu at draga hoyggj, og Øskudólgur vaknaði. Teir bóðu hann ikki siga frá og lovaðu honum hvør sítt afturfyri: ein gav honum hvítan hest og hvítan kyrtil, annar grønan hest og grønan kyrtil, triði reyðan hest og reyðan kyrtil. Svørð fekk hann frá hvørjum.

Har kom eingin at stjala, segði Øskudólgur, tá ið hann kom heim.

Kríggj kom á, og allir menn búðust til at fara uttan Øskudólgur.

Tá ið hitt liðið var farið, reið Øskudólgur aftaná á tí hvíta hestinum og í tí hvíta búnaðinum, rendi inn í fíggindaherin og feldi fyri fót.

Nakað ímillum stuttleikan, teir høvdu havt í dag, og tann ið hann hevði havt, Øskufísur hansara! hildu brøðurnir speiliga, tá ið teir komu aftur.

Annan dagin fór Øskudólgur í tí grøna búnaðinum og á tí grøna hestinum, triðja dagin í tí reyða búnaðinum og á tí reyða hestinum og feldi fíggindarnar; tá særdi ein hann í lærið, so hann datt av hestinum. Kongurin kom til og bant lummaklút sín um; Øskudólgur sprakk aftur á hestin og rendi heim.

So læt kongur alt liðið samla; men eingin var við særdum læri. Øskudólgur varð saknaður, og boð fór eftir honum, tó at brøðurnir mældu frá.

Nú ið hann kom á tí reyða hestinum og í tí reyða kyrtlinum, kendu menn reystkappan aftur.

So fekk hann krúnuna og kongadóttrina; men brøðurnir rivnaðu av illsinni.

Frásøgn: Súsanna Juditha Skard, Kunoy

 

d. Uppskrift úr Miðvági

Eina ferð vóru tríggir brøður, sum búðu saman í einum húsi. Teir tveir eldru vóru altíð í einum parti og vildu ongantíð lova hinum yngsta uppí nakað arbeiði ella nakra treyt, sum teir høvdust at. Hann sat tí altíð einsamallur heima og rakaði í øskuni og var av hesum sama skírdur Øskudólgur.

Nakað burturfrá búði ein kongadóttir í einum húsi, sum kongurin hevði latið gera til hennara uppi á einum brøttum fjalli. Kongur hevði kunngjørt, at tann, ið kundi ríða heilt upp ígjøgnum, skuldi eiga hana til konu.

Nógvir ungir menn komu at royna seg, har íbland brøður Øskudólgs; men allir fóru so nakkalangir avstað aftur. Øskudólgur hugsaði ikki um at vera uppií og var glaður, bara hann fekk lov at sita í friði fyri brøðrunum.

Ein dagin, sum hann var útfarin, brast óveður á við heglingi, høglini fuku um oyruni á honum, so ótti kom á hann, og hann rann heim aftur.

Ein gamal maður kom ímóti honum, vísti honum eitt gullepli og segði við hann, at um hann torgaði út aftur í slíkum veðri, skuldi hann eiga hetta eplið.

Næsta dag, tá ið brøðurnir vóru farnir, gekk Øskudólgur út til at hitta hin gamla mannin aftur; men rætt sum hann bar eyga við hann, brast eitt herviligt heglingsæl á, frekari enn dagin frammanundan. Hin gamli stiklaði gulleplið til hansara; men drongurin var so óttafullur, at hann gáddi ikki um at taka tað upp, uttan leyp avstað heim.

Hin triðja dagin var hann djarvari, stóð ímóti høglunum og greip gulleplið, sum hin gamli maðurin kastaði til hansara við teimum orðum, at næsta dag skuldi hann fáa sær ein hest og royna at vinna kongadóttrina. Hann skuldi geva hestinum gulleplið at eta, tí tað vildi geva honum kraft til at renna heilt upp á fjallið.

Illa gekk hjá Øskudólgi at fáa lænt hest; í endanum fekk hann eina gamla ryssu og fór drunslandi aftan á hinar biðlarnar, sum læðu at honum. Umsíðir gav hann heilt uppat og vendi heim aftur.

Næsta dag læt hann seg í vøkur klæði, gav ryssuni gulleplið at eta og reið so fram um allan biðlaflokkin heilt upp á fjallið til húsið, sum kongadóttirin búði í. Hon kom út við einum spjóti, særdi hann í hondina og gav honum ein dúk til at binda um sárið. So reið hann oman aftur og heim alt í einum til at lata seg í pjaltrarnar og settist at raka í øskuni.

Kongur letur nú tað unga liðið samla, sum hevur kappast um at vinna dóttur hansara; men eingin hevur markið í hondini og dúkin hjá kongadóttrini.

Boð vóru send aðra ferð, og tá kom Øskudólgur og vísti bæði markið og dúkin fram. Síðan giftist hann við kongadóttrini.

Frásøgn: Jakob Jakobsen, Miðvági

 

e. Uppskrift úr Sumba

Maður og kona áttu tríggjar dreingir. So doyðu bæði tey gomlu, og synirnir áttu einki at liva við. Teir eldru brøðurnir tosaðu um at fara út eina náttina at stjala; hin yngsti, Øskudólgur, bað teir sleppa sær við, men hinir báðir søgdu, at hann kundi vera eftir og raka í øskuni.

Tað var ein bóndi, sum átti so nógvar veðrar, søgdu teir: teir skuldu fara at stjala frá honum.

Tíðliga á morgni loypur Øskudólgur avstað til bóndan og sigur, at tveir koma at stjala veðrar frá honum í nátt. Bóndin biður hann verja sær veðrarnar: hvørvur eingin, skal hann eiga tann besta sjálvur. Øskudólgur biður bóndan lata seg fáa ein hamar og fer so heim.

Náttina eftir fara brøðurnir avstað og siga við Øskudólg, at hann skal kynda teimum eldin upp. Tá ið teir eru farnir, heingir Øskudólgur greytarpottin uppyvir og ger útá; so hann avstað eisini, var fyrri enn brøðurnir og fór inn í húsið, har sum veðrarnir vóru. Elsti bróðirin rætti hondina inn ígjøgnum eitt hol í vegginum til at taka ein veðr; men hvørja ferð hondin kom inn um, sló Øskudólgur á fingrarnar við hamrinum.

Veðrarnir stanga so illa, sigur hin elsti: hann torir ikki at taka nakran. Miðlingarbróðirin heldur:

”Skomm og last í teg, ið ringur ikki er!” og fer sjálvur at royna; men Øskudólgur slær aftur við hamrinum innanfyri, og báðir verða at fara heim við ongum.

Øskudólgur fer til bóndan og sigur, at hann hevur vart veðrarnar, so eingin er horvin, flýggjar honum hamaran og fær bóndans besta veðr í løn. So kvikar hann sær heim og er fyrri enn brøðurnir; men tá er allur greyturin brendur, sum hann hevur hongt uppyvir.

Hann hevur nýtikið pottin av, skal kynda nýggjan eld og gera annan greyt - nú koma brøðurnir. Teir banga hann, tí eldurin er útkólnaður og ikki røkist fyri nøkrum. So tosa teir eldru báðir um at fara at stjala gæs frá bóndanum.

Øskudólgur til bóndan og sigur, at tveir koma at stjala gæs frá honum. Bóndin lovar honum ta bestu gásina, um hann kann verja so, at eingin hvørvur. Øskudólgur biður læna sær eina klíputong og fer so heim.

Um náttina fara teir eldru brøðurnir avstað; Øskudólgur kyndir eld og heingir pott uppyvir, fer so avstað eisini, er fyrri enn brøðurnir og setur seg inn í gásarhúsið.

Teir koma; hin elsti rættir hondina innum til at taka eina gás; men Øskudólgur klípir hann í ein fingurin við klíputongini.

Gæsnar bíta so illa, sigur hin elsti: hann torir ikki at taka hondina inn í aftur.

”Skomm og last í teg, ið ringur ikki er!” sigur miðlingarbróðirin og skal royna; men Øskudólgur klípir hann í fingurin so fast, at blóðið rennur útúr, og báðir heim við ongum.

Øskudólgur fer til bóndan og sigur, at hann hevur vart gæsnar, so eingin er horvin, flýggjar honum klíputongina og fær bóndans bestu gás í løn. So hann heim aftur og er fyrri enn brøðurnir; men tá er allur greyturin brendur.

Hann hevur nýtikið pottin niðurav - so koma brøðurnir. Teir banga hann, tí nú verða teir at gera til sjálvir. Um náttina tosa teir um at fara burtur: annars doyggja teir í hungri. Øskudólgur biður teir sleppa sær við; nei, siga teir: hann skal liggja eftir og raka í øskuni.

Um morgunin fara teir avstað í skipi og lata Øskudólg vera eftir. Eitt gamalt trog er í húsinum; Øskudólgur ger sær tollar og árar til tað, floytir so trogið og rør frá landi.

Nátt kemur á hann, sum hann rør; hann sær eitt ljós, stýrir eftir tí, fer upp á land og sær eini hús. Hann gongur at húsunum og fer upp á ljóaran til at hyggja, hvør ið inni er. Ein risi og ein genta sita har inni, og ein greytarpottur hongur uppyvir og kókar. Øskudólgur fer niður aftur av takinum, fær sær salt upp í ein posa, klívur so aftur upp á ljóaran og koyrir úr posanum niður í pottin so við og við. Risin heldur við gentuna:

”Fjør mítt! kavi úti í kvøld!” Hann smakkar á greytin og spyr gentuna, hví hon hevur koyrt so nógv salt í; men hon sigur, at hon hevur einki salt koyrt í.

”Fjør mítt, hví er greyturin so saltur tá?” Risin biður hana fara í ánna eftir vatni, áðrenn tað verður verri kavarok úti, og hava lyktina hjá sær, tí tað er nakað myrkt. Øskudólgur hoyrir, har sum hann liggur uppi á tekjuni, fer niðurav og fírir gentuna í ein brunn.

So fer hann aftur í trogið og tekur at rógva aftur og fram við landi. Lyktina, sum hann hevur tikið av risagentuni, hevur hann hjá sær.

Risin bíðar langt og leingi; men eingin genta kemur aftur. So fer hann út at leita og rakar við hana deyða í brunninum. Eingin lykt er hjá. Hann sær eitt flóta har úti í einum trogi við einum ljósi og varnar, at hasin hevur dripið gentuna og tikið lyktina.

Risin tekur at vassa út; men drongurin bara argar hann og rópar, at hann hevur koyrt salt í pott hansara, dripið gentu hansara og tikið lyktina.

Øði kom í risan, og hann vassaði so langt út, at hann druknaði.

So tók Øskudólgur teir dýrgripir, ið vóru í hellinum, róði til eitt annað land og tók sær tænastu har.

Frásøgn: Fredrikka Langgaard, Sumba

 

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Ævintýrið er her endurgivið við stavseting Hammershaimbs.

14 a, 14 b, 14 c, 14 d AT 530

14 e AT 328 og AT 1525 R

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017