• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Torsteins kvæði

 

CCF 99 A 

TSB E 110 

 

1 Viljið tær nú lýða, 

ljóð geva mær, 

kongur ræður fyri Nøríki, 

Ólavur hann æt. 

 

Gyltan spora við mítt fótaspenni,  

so temji eg mín gangara góða, 

lati renna. 

 

2 Átt hevur hann sær tógva synir,  

báðar kann eg væl nevna,  

Magnus og hann Torstein jall,  

teir kunnu væl dreingjum stevna. 

 

3 Magnus hann er eldri, 

Torstein yngri av aldri, 

so eru teir við røttum nevndir, 

vanir í váknaskjaldri. 

 

4 Torstein var á leikvøllum, 

talar við sínar dreingir: 

"Hvar vitið tær nú javnræði mítt, 

tað havi eg hugsað leingi?" 

 

5 Dreingir svara sínum harra: 

"Hví spyrjið tær so? 

Best munnuð tær sjálvir vita, 

hvør tygara hugur stár á. 

 

6 Best munnuð tær sjálvir vita,  

hvør tygara hugur stár á.  

Hálvdan jall fyri sunnan á  

væna dóttur ár. 

 

7 Hálvdan jall fyri sunnan á 

væna dóttur ár, 

tað tykir mær vera sámi tygara, 

kunnuð tær hana fá." 

 

8 Torstein og hann Ásmundur  

ríða heyk at beita:  

"Ásmundur, gev mær tína systur,  

eg havi ikki leingi at leita!" 

 

9 Ásmundur so til orða tekur 

av so góðum huga: 

"Eingin skal hana fáa uttan tygur, 

kunnu míni ráðini duga." 

 

10 Torstein og hann Ásmundur 

heim í garðin fór, 

úti sjálvur Hálvdan jall 

fyri teimum stóð. 

 

11 "Hoyr tað, mín hin sæli faðir,  

biðlinum skalt tú svara!  

Torstein nevni eg kongins son,  

sum síðst mundi okkur vara. 

 

12 Torstein nevni eg kongins son,  

sum síðst mundi okkur vara,  

bæði væl og høviskliga  

skuljum vær honum svara." 

 

13 Tí svaraði Hálvdan jall, 

ræður so orðum svara: 

"Leiðið mína dóttur í hallina inn, 

hon kann væl fyri seg tala!" 

 

14 Frúgvin varð bæði studd og leidd 

inn í faðirs síns veldi, 

ljómin brá á akslagrein, 

tað skyggir av *tignareldi. 

 

15 "Ver vælkomin, mín sæla dóttir,  

biðlinum skalt tú svara!  

Torstein nevni eg kongins son,  

sum síðst mundi okkur vara. 

 

16 Torstein nevni eg kongins son,  

sum síðst mundi okkur vara,  

bæði væl og høviskliga  

skuljum vit honum svara." 

 

17 Svaraði frúgvin Ingibjørg,  

runnin upp sum blómi:  

"Lýði eg faðir og móður ráð,  

mær tykir tað vera sámi." 

 

18 Snarliga raktu tey  

sínar hendur yvir borð,  

lystiligt var at lýða [á]  

teirra festnarorð. 

 

19 Drukkið varð teirra brúdleypið, 

hirðin var so fegin 

sum tann fuglur, á viði situr, 

verður á ljósum degi. 

 

20 Drukkið varð teirra brúdleypið,  

kátt var teirra lív,  

gingu bæði í eina song  

Torstein og hans vív. 

 

21 Árla var um morgunin,  

dagurin var ljós, 

tá var frægur Torstein ungi  

til síni klæði fús. 

 

22 Tá var frægur Torstein ungi  

til síni klæði fús,  

klæddist hann í høgaloft  

alt við eitt kertiljós. 

 

23 Tað er enn sum oftum er,  

vandi er komin á hond,  

Torstein vil av ríkinum rýma  

burtur í ókunn lond. 

 

24 "Hóast hann vil av ríkinum rýma, 

ei skalt tú honum banna, 

eingin kann sín forlag flý, 

sum sjálvur má hann tað sanna. 

 

25 Tær skuluð flýggja Torsteini  

trý hundrað mans at ráða,  

hvar hann kemur í ókunn lond,  

har stendur hans lív í váða. 

 

26 Tær skuluð flýggja Torsteini  

trý hundrað merkur bestar,  

hvar hann kemur í ókunn lond,  

at geva fyri vákn og hestar." 

 

27 Torstein gekk til strandar niður,  

fylgdi honum bróðir,  

Ingibjørg og jallin sjálvur,  

frá var jallins móðir. 

 

28 Reyðan ring av hendi dró, 

frúnni fekk á hand, 

hann bað hana ikki gloyma hann, 

so leingi hon røkti land. 

 

29 Torstein gekk á skipaborð,  

heilsaði vonum fljóði:  

"Falli eg í randargný,  

tá uggar teg mín bróðir." 

 

30 Torstein gekk á skipaborð,  

hans frú hon eftir var,  

vindur upp tann hvíta dúk,  

hann sigldi út í hav. 

 

31 Hann rakst úti í myrkum havi, 

'Skujrjuskaft' at kanna, 

hildu sína ferð til Skotlands vestur 

við so lítlan manna. 

 

32 Helt sína ferð til Skotlands vestur 

eina morgunstund, 

átta sá hann herskipini 

liggja fyri grønari lund. 

 

33 Átta sá hann herskipini,  

eitt var størst av øllum,  

stýrdi tí Atli, kongins son,  

so frægur av gørpum snjøllum. 

 

34 Átta sá hann herskipini,  

eitt var størst á sjón,  

stýrdi tí Atli, kongins son,  

so frægur á hvørja vón. 

 

35 So sigldi hann Torstein 

sum siður var í forðum, 

eingin vaknar av Atla monnum, 

fyrr enn svørðini sungu á borðum. 

 

36 So sigldi hann Torstein 

inn í skipalið, 

Atli vaknar av tjøldrum upp, 

hann hoyrir ørvadriv. 

 

37 Atli vaknar av tjøldrum upp,  

hann hoyrir ørvadriv:  

"Hvør er hann so hugdjarvur,  

ið her leggur skipum við?" 

 

38 Torstein tá til orða tekur, 

tað rann honum í gruna: 

"Eg sigi ei eiti mítt fyrr enn títt, 

tað er ikki okkara munur." 

 

39 "Atla skalt tú nevna meg, 

Geyta, kongins son, 

so var mær til móður sagt, 

drotning væri hon." 

 

40 "Torstein skalt tú nevna meg, 

Nøríkis kongins son, 

var tað satt, tú segði mær, 

tá bert tú ein mun. 

 

41 Hvørt vilt tú á skipum berjast, 

kjós tann *kostin tær, 

ella tú gongur upp á land 

at royna roysni við mær?" 

 

42 "Vit skuljum osum á land her upp,  

sum aðrir reystir fleiri,  

hirði eg ikki av osara monnum  

nakran skaða meiri." 

 

43 Gingu teir á land har upp,  

reystar kempur tvær,  

eingin sá av teirra monnum  

nakað blúgdust tar. 

 

44 Atli átti troyggju tá,  

ið roynd var fyrr í víggi,  

Torstein hugsar við sjálvum sær:  

"Lítið skal hon líva." 

 

45 Atli átti troyggju tá, 

sum einki svørð kundi bíta, 

so gav Torstein høggini tung, 

í beini tóktist níta. 

 

46 Niður settist Torstein, 

fingið hevði skeinur tvær, 

enn tóast hin hevði onga fingið, 

møði kendi hann sær. 

 

47 Torstein tá til orða tekur: 

"Eg mundi hetta valda, 

tøkum heldur lógvatak, 

og løtum so hvøngan gjalda!" 

 

48 Tá tóku teir lógvatak,  

upp teir gróvu grund,  

so fór teirra yndi at,  

Atli lá í lund. 

 

49 Torstein so til orða tekur:  

"Eg mundi hetta valda,  

tóast vit høvum roysni roynt,  

vit løtum nú hvøngan gjalda! 

 

50 Tað lovaði eg bæði faðir og móður, 

tá ið eg var lítið barn, 

eg skyldi ei ræðast tann heita eld 

og ei tað kalda vatn. 

 

51 Tað lovaði eg bæði faðir og móður, 

tá ið eg í vøggu lá, 

eg skyldi ei ræðast tann heita eld 

og ei tað kalda stál. 

 

52 Tað lovaði eg bæði faðir og móður, 

grið skuldi eg ikki tiggja, 

tú manst ognast troyggju og øksi, 

eg man eftir liggja. 

 

53 Ger so væl við mínar menn,  

gev teim gull og fæ,  

send teir aftur til landanna,  

sum ikki vilja tæna tær!" 

 

54 Tóku Atla, kongins son, 

gróvu hann í heyggj, 

býttu gull og brent silvur,  

gróvu um hann sum dreyg. 

 

55 Átta vann hann herskipini,  

sligin við rósinkrans,  

tað tókti øllum fræga ferð,  

flestøllum vinum hans. 

 

 

II 

 

56 Nú skal lætta ljóði av, 

eg ljóði ikki longur á sinni, 

nú skal taka upp annan tátt, 

ið tær leggið væl í minni. 

 

57 Hann var ikki longri í ríkinum 

enn eina mánaðs tíð, 

tá leið ikki longur um, 

enn kongurin læt sítt lív. 

 

58 Tað leið ikki longur um, 

kongin hitti sótt, 

mikla heintar hann mannamúgvu 

bæði brátt og skjótt. 

 

59 "Magnus hann skal kongur verða,  

hann er eldri av aldri,  

Torstein hann skal hertug vera,  

vanur í váknaskjaldri. 

 

60 Torstein hann skal hertug vera, 

hálvum ríkinum ráða, 

eyður og allir norskir sveinar 

báðum tæna til náðar." 

 

61 Teir býttu gull og brent silvur 

og nógvan annan eyð, 

tað var helst ímillum fór 

drotningsringurin reyði. 

 

62 Teir býttu gull og brent silvur 

og nógvar lutir góðar, 

tað varð mær á sanni sagt, 

at ringurin millum fór. 

 

63 Torstein gongur fyri Ingibjørg, 

gleðir hana við eyð, 

tá tókti henni einki vera, 

so fekk hon ei ringin reyð. 

 

64 Deydligt er í ríkinum,  

eingin er gleði at elva.  

Torstein talar til bróður sín:  

"Vit skulum fara at telva. 

 

65 Bróðir, vit skulum telva væl,  

bæði við spekt og náðir,  

setum við tann reyða ring,  

hin vit eiga, báðir." 

 

66 Magnus hevur við mangar telvt,  

kongar og so jallar,  

um enn hann hevði ikki meir enn hálvt, 

so bar hann heim fyri allar. 

 

67 Tað sóu allir, har stóðu hjá, 

at Magnus í talvi vann, 

Torstein skákaði á skamri stund, 

sín bróður í brøgdum vann. 

 

68 Torstein tú til orða tekur, 

ræður so orðum byrja: 

"Nær skalt tú nakra drotning fáa? 

Tað er fyrst at spyrja." 

 

69 "Hvar veitst tú í øðrum londum 

mær ta moyggj so mæta, 

bæði er klók og kunsturlig 

til gulls og landa at gæta?" 

 

70 "Eg kann ikki sannari 

siga tær ífrá, 

eg havi hoyrt, at Danmarks kongur 

væna dóttur ár. 

 

71 Ingibjørg er vitur og von,  

hava teir menn við orði,  

hennara stólur av gulli gjørdur  

framman at kongins borði." 

 

72 "Er hon so von í øllum lutum,  

sum tú sigur mær frá,  

hagar skalt tú streingja míni  

bønarorðini á. 

 

73 Hagar skalt tú streingja míni  

bønarorðini á,  

at biðja dóttur Danmarks kong,  

tað standist hvat av ið má." 

 

74 Tað sóu allir, har stóðu hjá, 

at Magnus talvið gloymdi, 

Torstein skákaði á skamri stund, 

og hann væl leikir goymdi. 

 

75 "Eyður verði tær ring at njóta,  

um enn teir vóru fleiri,  

bróðir, kanst tú telva væl?  

nú eru tíni brøgdin meiri." 

 

76 Torstein gekk fyri Ingibjørg, 

gleðir hana við eyð, 

nú tókti henni mikið vera, 

so fekk hon ringin reyð. 

 

77 Hann fór úr teirri skjúrtuni, 

kastar henni á knæ: 

"Tú leggur tann drong tær síðla á arm, 

honum sámdi teim, ið bar. 

 

78 Tú leggur tann drong tær síðla á arm, 

honum sámdi teim, ið bar." 

Frúgvin varð so illa við, 

hon fell í óvit har. 

 

79 So letur hann Torstein ungi 

síni skipin búgva, 

allar letur hann streingirnar 

av reyðargulli snúgva. 

 

80 So letur hann Torstein ungi 

búgva skipin prúð, 

letur laða í bæði borð 

lín og reyðan skrúður. 

 

81 Vindur hann upp síni silkisegl, 

bæði gul og blá, 

strykar ei á bunkan niður 

fyrr enn á dana vág. 

 

82 Higar ið hansara snekkja 

kendi fagurt land, 

kastar síni akkerini 

á so hvítan sand. 

 

83 Kastar síni akkerini 

á so hvítan sand, 

fyrstur stígur Torstein ungi 

sínum fótum á land. 

 

84 Fyrstur stígur Torstein ungi 

sínum fótum á land, 

slerdi sínar herbúðir 

skamt frá sjóvarstrand. 

 

85 Eirikur kemur inn árla morgun,  

sínum faðir sigur frá:  

"Eg sær slignar herbúðir  

várum londum hjá." 

 

86 "Sært tú slignar herbúðir  

várum londum hjá,  

tað er onkur høvdingur  

at biðja dóttur vár." 

 

87 Ingigerð klæðir smásvein sín  

í lín og reyðan skrúður:  

"Eg havi teg so leingi roynt,  

at tú hevur verið mær trúur. 

 

88 Ríð tú teg til strandar niður 

í reyðum skarlaksklæði, 

sig, Ingigerð beyð teim farmonnum heim, 

um enn teir fleiri væri!" 

 

89 Sveinin reið til strandar niður,  

við tað hann troysti alvi,  

hann kom har so síðla á dag,  

sum norðmenn sótu í talvi. 

 

90 Sveinin reið til strandar niður  

í reyðum skarlaksklæði:  

"Ingigerð beyð tygur *famonnum heim, 

um enn tær fleiri væri." 

 

91 Torstein hevði ei meira við,  

upp mót honum leit:  

"Tíðkort er tað talvið alt,  

sjálvur eg tað veit." 

 

92 Sveinin reið sum fljótast var,  

hann dvøldist ikki leingi;  

eftir spurdi Ingigerð:  

"Hvussu líkst tær á dreingir?" 

 

93 "Ymsar sá eg litirnar 

í hans kinnum vinna, 

so hans hár á herðar lá, 

sum moyggjar reyðargull spinna. 

 

94 Væl leikst mær á *farmenn báðar, 

tó ið væri fleiri, 

annað meiri *tíðkort var tað talvið 

eg fekk ikki andsvar." 

 

95 "Hann mundi tykkin, teim boðini bar" 

kongurin ræður at svara,  

"nú skal bjóða øllum heim,  

og drykkin ikki spara. 

 

96 Eirikur, ríð til strandar oman 

í reyðum skarlaksklæði, 

sig, kongurin beyð teim øllum heim, 

um enn teir fleiri væri! 

 

97 Sig, eg beyð teim øllum heim,  

vilja teir tey boðini lova,  

heiðurliga yvir mítt borð at sita,  

undir gulltjøldrum sova!" 

 

98 "Faðir mín beyð tygur øllum heim,  

viljið tær tey boð tiggja,  

heiðurliga yvir sítt borð at sita,  

undir gulltjøldrum liggja. 

 

99 Faðir mín beyð tygur øllum heim,  

tað størra barn og minna,  

um enn tær viljið fara í frið  

og ongar neisur vinna." 

 

100 "Gjarna viljum vær fara í frið  

og ongar neisur vinna,  

verður os nakað óljóð gjørt,  

tá mæli eg um minni." 

 

101 Allar skipar hann sínar menn 

upp á høgan bekk, 

seinast ið hann Torstein jall 

upp til kongin gekk. 

 

102 Torstein biður sínar menn 

kunna væl tukt og sinni, 

danir eru háttsamir, 

at ókunnum at finnast. 

 

103 Torstein biður sínar menn  

seg í skrúður klæða,  

danir eru háttsamir,  

norðmenn vilja teir hæða. 

 

104 Torstein biður sínar menn 

klæða seg so bjartar, 

lata so danskar dreingir síggja, 

norðmenn kunnu skarta. 

 

105 Torstein gekk í hallina inn,  

áður var tann siður,  

hevur nú alt í einum orði,  

heilsar og hann biður. 

 

106 "Sit heil, frægur danakongur, 

væl í góðan tíma! 

Magnus kongur í Nøríki 

hevur sent tær kvøðu sína 

 

107 Magnus kongur í Nøríki  

hevur sent tær kvøðu sína,  

hann vil sær til drotning hava  

onkardóttur tína." 

 

108 Tí svaraði danakongur, 

ræður so orðum at svara: 

"Leiðið mína dóttur í hallina inn,  

hon kann væl fyri seg tala!" 

 

109 Frúgvin varð bæði studd og leidd, 

inn í hallina gekk, 

Torstein situr í hásæti, 

ymsar litir fekk. 

 

110 Frúgvin varð bæði studd og leidd,  

frúgvin bar perlur væna,  

Torstein kvaðst á síni ævi  

onga tílíka sæð. 

 

111 "Vert vælkomin, mín sæla dóttir! 

Biðlinum skalt tú svara, 

Magnus kongur av Nøríki,  

sum síðst mundi okkur vara. 

 

112 "Magnus kongur av Nøríki,  

sum síðst mundi okkur vara,  

bæði væl og høviskliga  

skulum vit honum svara. 

 

113 "Magnus kongur, ein svínahirðil,  

rekur sínar smalur til borg,  

heldur enn hann stendur í snørpum víggi, 

eykar fljóði sorg. 

 

114 Magnus kongur, ein svínasvein, 

hann rekur smalur at garði, 

hann kemur ei í mína song 

sjálvi mær at hava." 

 

115 "Magnus kongur í Nøríki  

er so nýtur drongur,  

fyri títt orð og ónda sinni  

er hann ikki tín fongur." 

 

116 Svaraði frúgvin Ingibjørg  

bæði av ilsku og bræði:  

"Torstein skal á gálgan fara,  

turka har síni klæði." 

 

117 Torstein leyp av tvørbonk upp 

millum sína manna: 

"Áðrenn tú meg á gálgan hevur, 

skulum vær váknum kanna." 

 

118 Mangari veitti hann móðurdóttur 

bæði sút og sorg, 

øvigur bardist Torstein jall 

út av kongins borg. 

 

119 Tríati hevði hann manna mist,  

áðrenn hann til strandar náddi,  

hundrað hevði hann av døgum tikið,  

ríða teir leið í sátti. 

 

120 Ingigerð stendur í glasgluggum, 

tungu ber hon so snjalla: 

"Vær kallum tað einki roysni vera 

at vega gamlar kallar. 

 

121 Tú loypur, tú rennur sum revur til holu 

við tín hjálm hin ljósa,  

tá ið tú ert í Nøríki,  

tú tarvt ikki sigri rósa." 

 

122 "Tú tarvt ikki valmenning 

í hesum máli kenna, 

tá ið eg komi her annað sinni 

eg skal óræddur renna. 

 

123 Mær skal fylgja Magnus, mín bróðir, 

Ásmundur jalsins son, 

óttast allir, ífrá teim spyrja, 

av teim hava vón." 

 

124 Torstein sigldi til Nøríkis, 

við teirri reyðu ørn, 

úti stendur Magnus, bróðir hans, 

hann fagnar væl hans ferð. 

 

125 "Vert vælkomin, mín sæli bróðir! 

Fara skalt tú í frið, 

skunda tær í hásætíð 

so glaður við tínum liði!" 

 

126 Magnus spurdi bróður sín, 

teir drukku síðla á kvøldi: 

"Hvussu tók kongur við kvøðu tíni, 

hans dóttir í Danaveldi?" 

 

127 "Kongur tók tína kvøðu væl,  

men Ingigerð mundi teg háða,  

kallaði teg Danmarks svínasvein,  

fyri Noregi mundi tú ráða. 

 

128 Kongurin tók tína kvøðu væl,  

men Ingibjørg hálvu verri,  

kallaði teg Danmarks svínahirðil,  

tú ráddi fyri Nøríkis veldi. 

 

129 Hon kallaði teg Danmarks svínasvein,  

tú rakst tínar smalur til garðar,  

tú komst ei í sína song  

sjálvri sær til skaða." 

 

130 "Hoyrt havi eg frá fríðum sagt, 

ilsku hennar og bræði, 

eg skyldi ikki biðið hana 

av einum sjálvs míns ráði. 

 

131 Eg skal enda tær eiti mítt, 

um enn eg havi lív, 

eg skal tær av Danmark føra 

tað hitt væna vív." 

 

132 "Endir tú mær heiti títt, 

tað verður helst av stríði, 

tá hevur *mangur av norðmonnum 

látið..........lívið. 

 

133 Tú lat tær skip av nýggjum gera, 

tú vel tær fólk og tegnar! 

Tá ið tú kemur til Danmarkar, 

tú skalt ikki eftir fregna." 

 

134 Magnus gongur í høgaloft,  

hann fer í brynju nýggja:  

"Nú vil eg til Danmarkar  

Ingigerð at síggja." 

 

135 Magnus gongur í høgaloft,  

hann fer í brynju reina:  

"Nú vil eg til Danmarkar  

at finna frúnna heima." 

 

136 So letur hann Magnus kongur 

byggja skipini stór, 

bæði læt hann á tey laða 

virtur og so bjór. 

 

137 Letur nú laða í bæði borð 

virtur og so vín, 

um enn hann siglir í fimtan vetrar, 

skortar hann ei slík. 

 

138 Vant hann upp síni silkisegl,  

gull við reyðan brand,  

strykar ei á bunkan niður  

fyrr enn við Danaland. 

 

139 Fyrstur stígur hann Magnus kongur  

sína manna á land,  

tólv brynjaðir av hans monnum  

undir hans hvørji hand. 

 

140 Magnus og frúgvin Ingigerð,  

møttust tey á jørð,  

hann brá sínum bitra brandi,  

ætlar henni sár av svørði. 

 

141 Stoyttist hon í jørðina niður 

undan kápu blá, 

snarliga upp á bakið hans, 

hon gav honum banasár. 

 

142 Torstein gongur frá strondum niðan, 

tekur sítt lið at kanna, 

saknar hann Magnus, bróður sín, 

so mangar valdra manna. 

 

143 Øvigar tekur hon partarnar, 

heldur tá á lofti: 

"Her skalt tú, Torstein, síggja tað blóð, 

sum teg man ryggja ofta. 

 

144 Her skalt tú, Torstein, síggja tað blóð, 

sum teg man ofta ryggja,  

hann kemur ei í mína song  

og ei við mær at byggja." 

 

145 Torstein tá til orða tekur,  

heldur á ringinum reyða:  

"Nú skal standa stríð í dag  

og hevna mín bróðurs deyða." 

 

146 Mangari veittu teir móðurdóttur 

bæði sút og sorg, 

løgdu sínar bardagarnar 

skamt frá Skagaborg. 

 

147 Tað var um ein halgan dag,  

dreingir drukku vín,  

norðmenn fingu fagran sigur,  

danir lótu lív. 

 

148 Síðla var um aftanin,  

dagurin tók at kvølda,  

tá lysti frúnni Ingigerð  

at ríða heim í veldi. 

 

149 Síðla var um aftanin, 

r .... hon fell á, 

tá lysti frúnna Ingigerð 

til sínar songar at gá. 

 

150 Torstein gekk eftir strætinum,  

honum var ikki leiðin kunn,  

hann sá eina grimma gívur,  

hon droypti tveimum í brunn. 

 

151 Frá henni fekk hann øksi tá, 

væl hyggi, hon beit, 

......tók tann grimma gívur, 

oddur í hjarta neit. 

 

152 Torstein hann fór longra fram,  

villur fór millum hurða,  

hoyrir hann til Ingigerð,  

slíkt er mikil furða. 

 

153 Í morgin flýggjar úr bardaganum  

Ásmundur, jalsins son,  

Torstein fellur í randargný,  

songum mælir hon. 

 

154 "Eirikur, far til Nøríkis, 

ver tú kongur har! 

Teir, sum ikki vilja tæna tær, 

tú høgg fyri ravn og fæ! 

 

155 Eirikur, far til Nøríkis,  

bið tær fagurt sprund!  

Teir, sum ikki vilja tæna tær,  

tú høgg fyri ravn og hund!" 

 

156 Allir teir í Danaríki 

lova tann dyggan drong, 

hann vildi ikki níðast á teim, 

tey lógu í síni song. 

 

157 Torstein gekk úr hallarkálva,  

honum var ikki leiðin kunn,  

tá svav hann á teirri nátt  

undir tað kalda rúm. 

 

158 Árla var um morgunin, 

dagurin var ljós, 

tá var frúgvin Ingigerð 

til síni klæði fús. 

 

159 Tá var frúgvin Ingigerð 

til síni klæði fús, 

hon klæddist innan høgaloft 

alt við eitt kertiljús. 

 

160 Árla var um morgunin,  

sólin roðar í fjøll,  

løgdu sínar bardagarnar  

skamt frá kongins høll. 

 

161 Torstein ríður í bardagan,  

klæddur í skarlak reyð,  

treiv eftir frúnni Ingigerð,  

hann ætlar frúnna deyða. 

 

162 Stoyttist hon í jørðina niður  

undan sínum faldi,  

snarliga upp á baki hans,  

sjálvan Torstein feldi. 

 

163 Tað var um ein halgan dag,  

dreingir drukku vín,  

danir fingu fagran sigur,  

norðmenn lótu lív. 

 

164 Kallin býr fyri handan á, 

kelling átti sær, 

tríggjar geitir og tríggjar kýr 

tað er teirra fæ. 

 

165 Kall kom síðla á kvøldi heim,  

goymt hevði at síni geit:  

"Gakk í lag, og vel tær fæ,  

um tú vilt frægur eita!" 

 

166 Eg havi einki til neyðar kent 

á míni ævi enn, 

tað verður ei á míni ævi, 

eg nøkti um deyðar menn." 

 

167 Kelling tokar í herin fram,  

hon skoytir lítið um seg:  

"Eg veit onga í verðini  

verri vera gifta enn meg." 

 

168 Kelling tokar í herin fram,  

ei var mjúkt at strúka,  

so steig hon á foldina tungt,  

tað rymur í manna búkum. 

 

169 "Her liggur tú, Magnus kongur, 

mikið lætst tú við tær, 

brugðin er nú ætla tín, 

tú hugaði Danmark tær. 

 

170 Her liggur Torstein, bróðir tín, 

ei lætst minni kappi, 

enn steig yvir teg fostra mín 

við sigri sínum og happi. 

 

171 Her liggur Torstein, bróðir tín, 

ei lætst kappi minni, 

enn steig yvir teg fostra mín, 

hin vitra og hin svinna." 

 

172 Ikki hevði hann andan mist,  

hann eyguni sundur brá,  

reiggjaði til við breiðari øksi,  

kelling ætlaði tá. 

 

173 Kelling treiv um øksarskaft, 

góður var í henni dugur: 

"Tað var ei á tíni ævi, 

tú komst mær at bugi." 

 

174 Setir hon hann í saðilin upp,  

kall tók teymar at leiða:  

"Neyðugt tóast tú vildi ei  

heim til húsa at greiða. 

 

175 Neyðugt tóast tú ikki vilt," 

hon svør á sína trú, 

"tað læt mangur lív í dag, 

ið reystari var enn tú." 

 

176 Illa líkaði kallinum,  

at hon gav honum skrift:  

"Ikki sigur tú alt satt,  

at tú ert illa gift." 

 

177 Setir hon hann í saðil upp,  

fer ikki hart við sjúkum,  

førir hann so til húsa heim,  

tað rymur í mannabúkum. 

 

178 Setir hon hann í varma leyg,  

tváar úr hvørjum sári,  

seymar aftur við silkitráði,  

hon býr ikki um við fári. 

 

179 Tók hon hann úr leygi upp,  

ei var í beð at leggja,  

breiðir á við miklari vælu  

pesjur teirra beggja. 

 

180 Kelling plukkar hár av geit,  

hon setst á hús at spinna,  

har kom Ingigerð, fostra hennar,  

hin vitra og hin svinna. 

 

181 Tá ið hon kom har mitt á leið,  

mundi hon aftur vitja:  

"Her tykir mær nú Torstein jall  

í tínum húsum sita." 

 

182 Tá ið hon kom har mitt á leið,  

aftur mundi hon renna:  

"Her tykist mær nú Torstein jall  

í tínum húsum kenna. 

 

183 Tað eru tínir grimmir hugar, 

ganga tær so nær, 

tað verður ei á tíni ævi, 

tá fært flagd við mær." 

 

184 Setir hon hana í leygina niður, 

lokar aftur ker, 

víkir so at Torsteini: 

"Tú hevur tín bróður her." 

 

185 "Ikki fái eg mín bróður hevnt 

enn á hesum sinni, 

alt mítt megi havi eg tapt, 

so sjálvur eg tað kenni." 

 

 

III 

 

186 Nú skal lata ljóði av, 

eg ljóði ikki longur á sinni, 

nú skal taka upp triðja tátt, 

ið tygur leggja í minni. 

 

187 Kelling eigur ein lítlan bát,  

flýtur fyri bryggjusporði,  

tá leið ikki longur um,  

enn Torstein kvaðst um orð. 

 

188 Kelling eigur ein lítlan bát, 

fáar aðrar gripir, 

tóast hann sýnist á sjónum lítil, 

góður er dugur í skipi. 

 

189 "Á miðjum sumri skal brúdleyp standa, 

segði tann, ið boðini bar.  

"Eg skal dvølja mína fostru,  

so hon verður ei har." 

 

190 "Á miðjum sumri skal brúdleyp standa 

segði tann, ið tað beyð.  

"Eg skal dvølja mína fostru,  

tóast hon verður tess treyð. 

 

191 Tú skalt fara í pesjur mínar 

uttan yvir brynju tíni, 

teg skal eingin livandi kenna, 

ei í ørvarpínu." 

 

192 Torstein møtti síni frúvu, 

í vagni var hon ikin: 

"Hava tað flestallar høviskar frúgvar 

av vegnum fyri mær vikið." 

 

193 "Hoyr tað, frúgvin Ingibjørg, 

sig mær satt ífrá! 

Í hvønn vildi tú kong tær kosið, 

átti tú valið á?" 

 

194 Torsteini unti eg góðsku best 

fram fyri kongar og jallar, 

tað segði mær so mangur maður, 

hann ræð í Danmark falla. 

 

195 Torsteini unti eg góðsku best, 

tóast mær beyð tann sorg, 

tað segði mær so mangur maður, 

hann fell for Skagaborg." 

 

196 "Kennir tú hatta fingurgull, 

tú ber tær á hond? 

Eg bað teg ikki gloyma tað, 

ið so leingi tú røkti lond." 

 

197 Tá tókti teim í teirra huga, 

heitar ástir renna, 

tá rann báðum gleði í hug, 

tá ið hvørt ræð annað kenna. 

 

198 "Stíg tú teg í vagni[n] upp,  

hin vitra og hin svinna!  

Hóast tú hevur sorgir lætt,  

tú lat tað ongan finna!" 

 

199 Vargurin liggur í vetrarmjøll, 

staddur í stórari neyð, 

so er tann maður, í víggi stendur, 

næstan tolir deyð. 

 

200 So sat brúðurin allan dag 

syrgilig á beinkjum, 

meira hugsar hon sorg og sút, 

føðslu krevur hon einki. 

 

201 Tey skonktu henn í veglig gløs 

leggin upp 'á pliä', 

tey skonktu henni í upprørt ker, 

sjálva hana at gleða. 

 

202 Tey skonktu henni veglig gløs 

leggin upp at skera, 

síðan alt tað, ið lívið lysti, 

sjálva hana at gleða. 

 

203 "Hoyr tað, frúgvin Ingibjørg, 

lætta angist og sorg! 

Tað sóu so mangir menn, 

hann fell fyri Skagaborg." 

 

204 Tað var frúgvin Ingibjørg,  

sínum bróður sigur svá:  

"Torstein er í hallarkálva,  

sig mínum faðir ífrá!" 

 

205 Ásmundur gekk í hallarkálva 

sín stallbróður at finna, 

tá rann teimum gleði í hug, 

tá ið hvør ræð annan kenna. 

 

206 Gingu teir úr hallarkálva, 

síðan í hallina inn, 

eingin visti av danamomnum, 

teir hjó høggini fimm. 

 

207 Eirikur steig á tvørbonk upp,  

hann bar so snaran fót,  

Torstein honum bana veitti  

á spori, har hann stóð. 

 

208 Danir lupu eftir strætinum,  

mist høvdu sínar tegnar,  

Torstein var tá fimur og snarur  

sín bróðurs lív at hevna. 

 

209 Tí svaraði Torstein jall,  

ræður við hana at tala:  

"Hoyr tað, mín hin veldiga søta,  

til Danmark skal eg fara!” 

 

210 Svaraði frúgvin Ingibjørg 

av so tungum striði: 

"Hoyr tað Torstein, harra mín, 

tú mást væl heima bíða!" 

 

211 Tí svaraði Torstein jall,  

hann tók hennara orð við reiði:  

"Aftur skal eg til Danmarkar,  

eg komi [ei] aftur í teirri." 

 

212 Torstein sigldi av Nøríki  

nú í triðja sinni,  

fleiri vann hann avreksverk,  

eg kann við nøvnum minnast. 

 

213 Ásmundur skal í erva fara, 

brenna turpar og bý, 

so munnu tíðindi norðan koma, 

nú elvist leikur av ný. 

 

214 Mangari høvdu teir móðurdóttur 

veitt bæði sút og sorg, 

tríati høvdu teir garðar brent, 

áðrenn tíðindi komu á borg. 

 

215 Torstein so til orða tekur,  

vanur í váknaskjaldri:  

"Nú skal leggja at Skagaborg,  

tó kongurin ikki valdi." 

 

216 Tá varð rómur í Skagaborg, 

málmurin tók at renna, 

so mundi ormurin varða hana, 

ei mundi hon inni brenna. 

 

217 Ingigerð sprakk úr báli upp 

yvir hirðina alla, 

so steig hon á foldina fast, 

at eingin sá hana halla. 

 

218 Ingigerð sprakk úr báli upp,  

hon tekur so hart at renna:  

"Nú mugu norðmenn vakta seg,  

ei skal eg inni brenna." 

 

219 Torstein og frúgvin Ingigerð  

møttust á grønari jørð,  

hann brá sínum bitra brandi,  

hann gav henni sár av svørð. 

 

220 Ryktust bæði snart og hart  

av so miklum harki,  

Torstein fekk hon undir seg,  

hon ætlar at bíta hans barka. 

 

221 Kelling treiv um við báðum hondum:  

"Tú skalt ikki fleirum doyva."  

Fleingir hon hana við jarnsipan,  

av vørrum vætti droyra. 

 

222 Fleingir hon hana við jarnsipan,  

kinnar ber hon so bleikar,  

ormar skriðu úr frúnni út,  

hvør mót øðrum leikar. 

 

223 Fleingir hon hana við jarnsipan, 

hon ber so lítlan prís, 

ormar skriðu um víðan vøll, 

og hvør mót øðrum rís. 

 

224 Hon svav fullar tríggjar dagar, 

so tær nætur báðar, 

hevur nú frúgvin fingið lit, 

hon fekk sær blund til náðar. 

 

225 "Tín bað kongur av Nøríki,  

tann veldigi og gævi harri,  

nú skal eg gifta teg jalssyni,  

enn unni eg tær verri. 

 

226 Tín bað kongur av Nøríki, 

bæði til gulls og landa, 

nú skal gifta teg jalssyni, 

honum tykir mær tað standa." 

 

227 Torstein gongur við bálið fram, 

vappar fótum hátt, 

kelling treiv um hans bæði bein, 

nakki á vølli small. 

 

228 Torstein so til orða tekur, 

fór so hátt at læa: 

"Sneiður bjóð tú, kelling mín, 

fyri allar tínar ævir. 

 

229 Kelling skal slíta tann skrúður so prúð 

og so teir ringar ljósar,  

eina tá borg í Danmark er,  

tá bestu hon vil seg kjósa. 

 

230 Kelling skal slíta bæði skrúður og lín,  

og kall skal riddari verða,  

hvør, sum teim vil neisur vinna,  

hevndir skal eg gera. 

 

231 Kelling skal slíta skrúðir og lín,  

og kall skal riddari eita,  

hvør, sum teim vil neisur vinna,  

hevndir skal eg veita. 

 

232 Eingin kona í heiminum 

er slíkan deyða verð,  

ikki gongur mær av huga  

tann illa Ingigerð." 

 

233 Nú er hetta kvæði endað, 

tað man góðum gegna, 

Torstein tók við ríkjunum báðum, 

so við hvørju tegna. 

 

Gyltan spora við mítt fótaspenni,  

so temji eg mín gangara góða,  

lati renna. 

 

CCF 99 A 

TSB E 110 

 

Handrit: Kvarthandrit Svabos Gl. kgl. Samling 2894, 4to, vol. II, Nr. 1, s. 527. 

 

Útgávur:  

1. Svabos Færøske Visehaandskrifter. Chr. Matras legði til rættis 1937-39,  s. 211.

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus og Chr.Matras greiddu til útgávu,1967) Band IV, Teil 2, s. 234. 

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2002) 22. bind, s. 136. 

 

Heimild: Úr Vágum: Jens Christian Svabo (1746-1824), Miðvági, 1781-82.  

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017