• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Trøllkonurnar við Fjallavatn í Vágum

Tvær trøllkonur búgva við Fjallavatn í Vágum: onnur við Tormansgjógv og onnur handan fyri vatnið  “á Fjøllum”, sum hesin hagaparturin kallast. Onnur teirra var lamin, og hon hevði lagt reyða stakk sín á ein klett at sóla, tá ið ein maður úr Sandavági kom ríðandi har fram íhjá. Maðurin tekur stakkin og fer tvísporandi á rossinum burtur við honum. Nú sær  kellingin mannin og stakkin, sum hann hevur stolið frá henni, men lamin sum hon er, orkar hon ikki sjálv at renna eftir honum og rópar tí til trøllkonuna hinumegin vatnið: “Hjálp, systir! stíg! stíg stórum!”

Hon sum skjótast avstað eftir honum, og hann stór-leypandi  undan á ryssubakinum. So gekk, til hann kom út í Vatnsbrekku, tá fóru bæði hann og ryssan at lúgvast; har í brekkuni rennur ein á, har drukku tey bæði, og hann segði tá: “Hetta var mær sálarbót!”, og síðani kallast áin Sálarbótará.   Alt rann trøllkellingin eftir
honum og vann meir og meir inn á hann; tá ið hann var komin yvir um brekkuna, var hon honum so nær, at hon náddi at tríva um stakkin og sleit hann frá honum, tó so at stakkurin skrædnaði, og maðurin hevði aðra  ermuna eftir; tá sást Miðvágs kirkja, og trøllkonan mátti í hesum viðurskiftum flýggja aftur.

Men henda stakkarerman var so stór, at hon røkk sundurskorin til altarklæði í øllum fýra kirkjunum í Vágum.

V.U. Hammershaimb: ”Færøsk Anthologi I”, 1891

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017