• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Grasormurin

Tey sonevndu grasormaár koma, tá ið langur kuldaturkur er, serliga í mai og juni, men eisini juli kann hava eina nøgd av ormi. Men tá ið náttin fer at leingjast, og serliga tá ið regn er eisini, brestur ormurin, og flugan fer at flúgva.

Í árunum 1844 og 1855 skuldi um allar Føroyar vera ørgrynna av grasormi. Eisini minnast vit, ið eldri eru, tílíka nøgd av grasormi, sum vera skuldi í 1844 og 1855. Tann, ið gekk eftir gøtuni, kundi síggja slóð eftir seg av grasormi, eins og ein sær slóð eftir fótaferðini í kavafølvi. Og setti ein stav sín niður í ein hyl, í eitt gil ella í eina á, varð píkurin brátt fjaldur av grasormi, ið lá á botninum.

Tann forni bøurin var so at siga heilt fyri ongum; hagin var enn verri. Serliga brekkur og heyggjar vóru so berar fyri gras, sum kundi tað verið um veturin.

Andreas Weihe: “Søga og søgn”, 1933

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017