• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

ROTTUSTEVNINGIN

Í gomlum døgum uddi tað av rottum í Føroyum. Men so kom ein íslendingur hagar, sum var ramur í gandi, og norðoyingar og eysturoyingar tóku seg saman um at søkja ráð hjá honum fyri hesum vanlukku rottum. Hann tilhelt seg at hjálpa teimum undir teimum vilkorum at fáa ein oksa av hvørjum gjaldi afturfyri, og tað samtyktu teir. So fór hann at stevna øllum eysturoyar- og norðuroyarottunum saman út í Raktanga í Eysturoy, og tá, sum hann las stevningina, kom alt samlandi, smátt og stórt, ungt og gamalt - rottur úr øllum ættum. Alt var nú samankomið uttan ein óføra stór gomul rotta, sum búði í Eiðiskolli (norðast í Eysturoy); hon var kviðin og drúgfør at koma. Til endan kom hon við, og nú ið alt var samankomið í Raktanga, spurdi íslendingurin, um teir vóru allir sintir at halda orð teirra til hansara og geva honum oksarnar. Norðoyingar svaraðu ja alt fyri eitt, men eysturoyingar søgdu, at, nú ið hann hevði rikið rotturnar saman higar, vóru teir góðir fyri at fanga tær sjálvir. Tá rópaði íslendingurin: “Fari so hvør í sína holu, uttan eingin í Norðuroyggjar!” Og so spjaddust rotturnar aftur út um alla Eysturoy. Har eru tey enn sum fyrr illa stødd av hesum djórum, men í Norðuroyggjum trívst ikki rotta. Eysturoyingar eru tí ofta farnir yvir á Blankskála í Kalsoy til at fáa sær flag, tí har kemur ikki rotta í.

Ein annar íslendingur skuldi seinnameiri royna at beina rotturnar burtur hjá eysturoyingum; men fekk tær ikki so langt sum hin; tí meðan hann var at lesa stevningina, tók lindormurin á Skálafjalli til at buldra, og so flýddu rotturnar hvør til sítt heima.

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017