• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Norðurlond á talvuna

18.05.2016
Opin og ókeypis portalur

Í Námi varð í morgun latin upp ein opin og ókeypis læruportalur til øll Norðurlond at brúka á føroyskum.

Læruportalurin nordeniskolan.org sæst her

Tað var Rigmor Dam, landsstýriskvinna við mentamálum, sum lat upp føroyska partin av norðurlendska læruportalinum.

Portalurin vendir sær til lærarar og næmingar frá 1. flokki upp til miðnámsskúla. Høvuðsevnini eru mál, mentan, veðurlag og náttúra. Til hvørt evni eru greinar, søgur, frásagnir og filmar við uppgávum, ið eru lagaðar til floksstøðið.

Endamálið er eisini at finna vinaflokkar úr øðrum Norðurlondum.

Nordeniskolen.org er ein læruportalur, sum er mentur av FNF, Samband norrønu felaganna, har Thomas Henriksen er verkætlanarleiðari. Fyri teim møttu í Námi greiddi Thomas frá um møguleikarnar, sum longu eru og skjótt eisini fara at vera á norðurlendska læruportalinum.

Ingi Samuelsen, sum er skrivari í Norrøna Felagnum í Føroyum, hevur umsett tilfarið á portalinum til føroyskt.

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017