• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Nettilfar

Býarplanlegging í Havn 1856-1908

Sámal Tróndur Finnsson Johansen, landsskjalavørður

 

Evnið á fyrilestrinum er um býarmenningina í Havn.

Útgangsstøði verður tikið í tíðini undan lógini um Thorshavns Bygnings-kommission, bygginevndin, sum kom í 1856, og roynt verður at greiða frá bakgrundini fyri at hendan bygginevnd varð sett á stovn. Síðani verður hugt nærri at tíðini fram til 1908, tá ið lógin um Tórshavnar kommunala stýri fekk gildi. Dentur verður lagdur á, hvussu henda nevnd virkaði, og hvørjar ætlanir vóru í 1860-árunum (m.a. fyrsta “býarætlanina” í 1867), fyrst við at rætta upp tann elsta býarpartin, og seinni við at ‘flyta býin út um Havnina. Fyrilesturin vil fáa fram, hvussu Havnin tók at vaksa fram til fyrst í 20. øld, tá ið býurin fekk sítt veruliga skap og veganetið við gøtum og vegum gingu eystur og vestur og suður og norð.

 

Aldurstrin: Frá 9. flokki

Lærugrein: Søga og samtíð

Kjarnaøki: Tíð og rúm

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017