Skip to main content

William Heinesen

William Heinesen (1900-1991) er Føroya kendasti rithøvundur. Menatanarvirðislønir landsins verða á hvørjum ári latnar á hansara føðingardegi, sum er 15. januar. Í bókini Stjørnuskaldið undir Varða verður sagt, at hann var heimsborgari, hevði lisið heimsbókmentirnar, kendi teir stóru tónasmiðirnar, myndlistina og heimspekina. William Heinesen skrivaði á donskum, og tí gingu nøkur ár, áðrenn føroyski lesarin tók hann til sín sum føroyskt skald. Hugflogið fevndi víða, frá gerandisligu smáhendingunum til óendaligu og órannsakiligu stjørnurúmdina. Hann sat uppi undir Varða í Havn í lítlu smáttu sínari og skapti heimsbókmentir.

 

 

Grýlan - William Heinesen

Uppgáva til hádeild (9. flokk í føroyskum og donskum): William Heinesen hevur skrivað stuttsøguna Grýlan. Í eini enskari bók verður grýlan borin saman við grýlur í okkara grannalondum. Høvundurin sigur, at søgan um føroysku Grýluna er fiktiv, men byggir á upplýsingar frá einum heilsølumanni í Havn, sum var slektaður úr Svínoy. Seinasta Grýlan av hesum slag úr Svínoy doyði í 1956. Í sjónvarpssendingini Manna Millum greiða svínoyingarnir Jukim Olsen, Ola Hans Pauli Hansen og Justinus Justinussen frá um hesa grýluna. Vit síggja eisini upptøkur av børnum, sum ganga grýla í bygdini í 1991.

Lesið søguna um Grýluna 

  • Hvussu eitir fiktiva bygdin í søguni um Grýluna?
  • Hví eru søgur fiktivar?
  • Hvar í bygdini heldur Grýlan til í søguni?
  • Hvussu er Grýlan klødd?
  • Lýs persónin, sum er Grýlan í søguni!
  • Finnið alla barnarímuna, sum byrjar: Oman kemur grýla…
  • Hvat mann kirkjan halda um hesa Grýluna? Er hetta ein kristin siður?
  • Ber Grýluna saman við jólamannin, og heft teg við, hvussu tey vaksnu brúka hesi bæði yvirfyri børnum.
  • Hvussu endar søgan um Grýluna?
  • Í endanum í søguni kemur orðið pønitense fyri. Kanna í orðabókini, hvat tað merkir.

 

Grýlan í Svínoy

Jukim Olsen, Ola Hans Pauli Hansen og Justinus Justinussen eru í túninum í heimbygdini Svínoy, har teir greiða frá um grýluna, sum einsamøll gekk hús úr húsi, tá teir vóru smádreingir. Grýlan var ljót, klødd í skinni, hevði gekkaskort og posa á rygginum. Hon vildi hava at vita, hvussu børnini høvdu skikkað sær um veturin. Grýlan fekk kjøt og skrá at tyggja úr hvørjum húsi, sum hon kom inn í. Tað er um hesa grýlu, at William Heinesen hevur skrivað søguna Grýlan. At enda síggja vit grýluna, hoyra eina rímu og møta tveimum gentum, sum ganga grýla í bygdini hetta árið. Upptøkurnar eru úr sendingini hjá Zacharias Hammer Manna Millum á føstulávint í 1991.