• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
 
Elinborg Lützen - Einki heiti 45 x 65 cm

Um ævintýrini á Snar

Árni Dahl hevur við játtan frá mentamálaráðnum staðið fyri at gera ævintýrini til talgildan tekst, og í samráði við Nám er avgjørt at leggja ævintýrini á Snar.

Í fyrstu atløgu eru øll ævintýrini í ”Sagnum og ævintýrum” hjá Jakob Jakobsen løgd á Snar.

Ævintýrini eru her endurgivin við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni: Jakob Jakobsen: "Færøske folkesagn og æventyr", 1898-1901. At gera tekstin lættari at lesa eru fleiri reglubrot sett inn í netútgávuna. Tilvísingar til AT-nr. eru úr útgávuni, sum kom í 2009.

Í aðru atløgu eru 42 ævintýr, sum Heðin Brú týddi, løgd á Snar. Tey eru úr hesum bókum:

“Ævintýr 1-6”, týtt hevur Heðin Brú, myndirnar hevur Elinborg Lützen gjørt. Føroya lærarafelag 1959-1974.

Nú eru so løgd út 33 ævintýr, sum H. C. Andersen skrivaði, og sum Marius Johannessen týddi. Tey eru úr bókunum: “10 ævintýr”, 1980, “11 ævintýr”, 1981  og “12 ævintýr”, 1982.

So hvørt verða onnur ævintýr løgd út

 

Sendið okkum tilfar

Á hesum ævintýrasíðum á Snar er ætlanin at savna so nógv tilfar sum møguligt. Snar tekur fegin móti øllum tilfari um ævintýr, so um tit hava okkurt spennadi tilfar liggjandi, sendið tað til snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2014