Iran
Lyklatøl
Høvuðsstaður:
Tehran
Vídd: 1.648.000 km2
Fólkatal: 66.429.284
Almentmál: persiskt
Átrúnaður: islam 99% og aðrir 1%
Stýrirlag: islamskt lýveldi
við prestastýri
Gjaldoyra: iranskur rial (IRR)
Iran
Iran er størsta land í Miðeystri, sum ikki er arabiskt, og meginparturin av fólkinum er ættaður frá persum. Í gomlum døgum æt landið Persia, og tað var einaferð miðdepil í stóra Persaríkinum. Persiska málið er úr teirri tíðini og er móðurmál hjá flestum iranum. Mitt í Iran, ímillum Zagrosfjøll og Elburzfjøll, er stórur háslætti. Í 1979 var islamsk kollvelting í Iran, síðsti shahurin í landinum mátti fara í útlegd, og Iran varð skipað sum islamskt lýðveldi. Olja er týdningarmesta útflutningsvøra í Iran.
Khomeini Ayatollah var høvuðssmaður fyri iransku kollveltingini og var politiskur og átrúnaðarligur oddamaður í Iran, til hann doyði í 1989. Shahurin hevði roynt at broytt Iran eftir vesturlendskum fyridømi; men Khomeini skipaði landið eftir islamskum lógum og siðum. Iranar tóku við hansara hugsjónum, og landið verður enn styrt soleiðis.
Moskan er halgidómurin hjá muslimum. Á øllum moskum er høgt moskutorn, nevnt minaret, haðan tey trúgvandi verða kallað til bøn fimm ferðir um dagin. Mangar moskur eru vakurt prýddar við úrtøkiligum mynstrum og skriftstøðum úr Koranini, heilagu bók islams. Eftir islamskari lóg er ikki loyvt at mála myndir av livandi verum, tí muslimar skulu bara tilbiðja ein gud, Allah, og tað er hann, ið hevur skapað alt lív.
Minni enn helvtin av lendinum í Iran er nýtiligt búnaðarlendi og bara, um vatn verður veitt á tað. Soleiðis hevur verið dyrkað í øldir, og til tess at fáa veitt vatn á dyrkilendi hava teir byrgt áir, grivið brunnar og qanatir. Qanat er vatnveiting, sum úr keldum er grivin undir jørð at dyrkilendinum. Summar eru meiri enn 40 km langar.
Seinastu árini hevur Iran lagt seg eftir at gerast sjálvbjargið við landbúnðarvørum, so at landið sleppur undan at flyta inn matvørur; og tí hevur doyur verið lagdur á at dyrka meiri grøði, t.d. korn, te og bummull. Tó eru enn mangir bøndur, ið halda neyt, seyð og geitir.
Iran er heimsgitið fyri síni handvovnu teppi. Teppini eru úr tíggjutúsundtals ulltræðrum, sum verða vovnir í vøkur mynstur. Vevararnir lata við vilja altíð smá lýti verða í teppunum, tí at muslimar trúgva, at bara Allah er fullkomin. Teppi eru næststørsta útflutningsvøra í Iran, bara oljan gevur meiri av sær.