Norðurírland
Lyklatøl
Høvuðsstaður: Belfast
Vídd: 13.843 km2
Fólkatal: 1.789.000
Almentmál: enskt, írskt
Átrúnaður: kristindómur
Stýrirlag: Konstitutionelt monarki
Gjaldoyra: bretskt pund (GBP)
Norðurírland
Í 1921 býtti bretska stjórnin oynna Írland í tvíningar. Tey 26 greivadømini har suðuri gjørdust sjálvstøðuga landið Eire, men tey 6 greivadømini har norðuri vórðu verandi bretsk, nevnd Norðurírland. Norðurírland er miðdepil í skipabygging og klædnaídnaði. Hóast mong arbeiða í smáídnaði og landbúnaði, so er arbeiðsloysi ógvuliga stórt.
Síðan 1960-árini hevur politiskur ófriður verið í Norðurírlandi og høvuðsstaðnum Belfast. Mongu protestantarnir, sum eru ættaðir frá bretskum tilflytarum, vilja framvegis verða undir bretskum yvirvaldi, men írsku katolikkarnir, sum hava verið við sviðusoð, bæði hvat viðvíkur arbeiði og bústaðarviðurskiftum, vilja sleppa upp í írska lýðveldið. Báðir partar hava vápnaðar deildir, og írski lýðveldisherðurin (IRA) hevur eisini fleiri ferðir søkt at í Onglandi. Írska og bretska stjórnin hava roynt at fingið partarnar at semjast. Í 1998 eydnaðist so at fáa friðaravtalu - Good Friday Agreement - í lag ímillum partarnar.