• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

Mishátti dunnungin

Tað var so hugnaligt úti á landinum. Á sumri var tað. Akrarnir vóru so gulir, havraveltan grøn, og hoyggið var rakað saman í rúgvur á bønum. Niðri á áarbakkanum gekk storkurin og prátaði egyptiskt, tí tað málið hevði hann lært av mammu síni. Uttan um velturnar og graslendið vóru stórar skógir og inni í skógunum vóru djúp vøtn. Jú, satt var tað, at har var vakurt úti á landinum! Og beint har í sólskininum var ein gamal harragarður við djúpum veitum uttanum, og frá múrinum og niður móti vatninum vuksu stórar hømiliur, sum vóru so høgar, at smá børn væl kundu standa upprætt undir teimum. Har var líka so villingarsamt sum í tí tættastu skóg, og har lá ein dunna á reiðrinum og bøldi. Hon skuldi klekja teir smáu dunnungarnar, men nú var henni farið at keðast, tí tað vardi so leingi, og ongin kom at vitja hana, tí hinum dunnunum dámdi betur at svimja í veitunum enn at sita og kvakka við hana undir einum hømiliublað.

Endin var kortini tann, at tað fór at bresta fyri nev, fyrst eitt egg, so annað og so øll hini: ”Pipp, pipp!” hoyrdist tað láta. Allir eggjagularnir vóru vorðnir livandi og kagaðu nú út.

”Kvakk, kvakk!” segði dunnan, og so kvikaðu teir sær so skjótt, sum teir kundu, og hugdu seg um undir teim grønu bløðunum, og ungamamman læt teir sleppa at síggja seg um, tí grønt er gott fyri eyguni.

”Nei, sum verðin er stór!” søgdu allir ungarnir, tí nú var tað sanniliga vorðið rúmsáttari hjá teimum, enn tá ið teir lógu inni í egginum.

”Halda tit, hatta er øll verðin!” segði ungamamman. ”Nei, hon er størri enn so, hon breiðir seg langt hinumegin urtagarðin, heilt inn í bøin hjá prestinum! Men har havi eg ongantíð verið! - Eru tit her nú allir samlir?” Og so reisti hon seg upp: ”Nei, allir eru ikki komnir enn. Tað størsta eggið er heilt enn. Hvussu leingi skal hetta vara! Nú tími eg skjótt ikki meir!” Og so legði hon seg aftur.

”Nú, hvussu gongur tað?” spurdi ein gomul dunna, sum kom at vitja.

”Tað gongur so leingi við hesum eina egginum,” segði ungamamman, ”tað vil ikki bresta fyri nev. Men kom nú og síggj hinar. Tað eru fittastu dunnungar, eg nakrantíð havi sæð. Teir líkjast allir pápa sínum. Tað viðtuggið! Hann ger sær ikki ómak at koma at vitja meg.”

”Lova mær at síggja hatta eggið, sum ikki vil bresta fyri nev!” segði henda gamla.

”Mestur er tað eitt kalkunegg! Tí soleiðis lumpaðu tey meg einaferð, og eg hevði bæði sorg og kom í neyð av teimum ungunum, tí teir ræddust vatn, skal eg siga tær! Ikki hugsingur um at fáa teir útí. Eg kvakkaði og skumpaði, men onki hjálpti! Lova mær at síggja eggið! Jú, hatta er eitt kalkunegg, Lat tú tað bara liggja og far og lær hinar at svimja!”

”Eg haldi, eg fari at liggja eitt sindur aftrat!” segði dunnan. ”Eftir sum eg havi ligið so leingi, so kann eg kanska liggja hetta, til jóansøkan er farin!”

”Sum tú vilt!” segði gamla dunnan, og so fór hon.

Endin var, at tað stóra eggið skrædnaði. ”Pipp, pipp,” segði ungin og kom bóltandi út so stórur og misháttur. Dunnan hugdi at honum: ”Hatta er tó ein ræðuliga stórur dunnungi!” segði hon. ”Hann líkist ongum av hinum. Man tað vera so galið, at hatta er ein kalkunungi? Men tað skulu vit skjótt fáa at vita. Í vatnið skal hann, um eg so sjálv skal sparka hann útí!”

Dagin eftir var veðrið av tí besta, sólin skein á øll tey grønu hømiliubløðini. Ungamamman kom við øllum ungariðilinum oman til veitina, og puts! so leyp hon á blotan: ”Kvakk, kvakk!” læt í henni, og ein ungi fyri og annar eftir leyp útí. Vatnið skvampaði út yvir teir, men tað løgdu teir onki í og hildu tað vera so deiligt at flóta í vatninum. Beinini lótu av sær sjálvum, og allir vóru á floti, eisini tann mishátti, grái ungin svam sum vera vildi. ”Nei, onki er hatta nøkur kalkun!” segði dunnan. ”Hygg, hvussu væl hann dugir at brúka beinini, hygg, hvussu fattur hann situr. Hatta er mín egni ungi! Og í grundini er hann ikki so misháttur, tá ið tú hyggur gjølla at honum. Kvakk! Kvakk! - komið nú við mær, so skal eg vísa tykkum verðina og sýna tykkum fram í høsnagarðinum, men verið altíð í hølunum á mær, so at ongin traðkar upp á tykkum, og ansið tykkum fyri kettuni!”

Og so komu tey inn í høsnagarðin. Har var ein øgiligur gangur, tí tað vóru tvær familjur, sum bardust um eitt állahøvur, og so fór kettan við tí. ”Ja, soleiðis er lívið her í verðini!” segði ungamamman og slokti sær um nevið, tí henni hevði eisini dámt at fingið állahøvdið. ”Brúkið nú beinini!” segði hon, ”og roynið at skunda tykkum og minnist til at bukka vakurt fyri hasi gomlu dunnuni har yviri. Hon er tann stórbærasta av øllum her. Hon er av sponskum uppruna, tí er hon so prúð, og síggja tit, at hon hevur ein reyðan skeyta um beinið! Tað er nakað framúrskarandi fínt og størsta viðurkenning, nøkur dunna kann fáa. Tað merkir so mikið, sum at tey vilja ikki missa hana, og at hon skal vera kend bæði av dýrum og menniskjum! Skundið tykkum! Ikki kálvakníggjaðir! Ein væl vandur dunnungi hevur vítt millum kníggja eins og faðir og móðir. Soleiðis, og nígið so og sigið kvakk!”

Og tað gjørdu teir. Men hinar dunnurnar í garðinum hugdu at teimum og søgdu hart og týðiliga: ”So! Nú kemur hatta harkaliðið her aftrat. Her er nóg mikið av hasum slagnum frammanundan. Og skamm fáið hatta, sum sær út, hasin eini dunnungin! Hann vilja vit onki hava við at gera!” Og beinanvegin fleyg ein dunna á kroppin á honum og beit hann í nakkan.

”Lat hann fáa frið!” segði mamman, ”hann ger ongum nakað!”

”Ja, men hann er ov stórur og frábregðandi!” segði dunnan, sum beit, ”og so skal hann pískast!”

”Vøkur børn, tygum eiga!” segði tann gamla dunnan við skeytanum um beinið, ”allir samlir líka vakrir uttan tann eini, hann er mislukkaður! Eg vildi fegin, at tað hevði borið til at gjørt hann umaftur!”

”Nei, tað ber ikki til, tygara hátign!” segði ungamamman. ”Vakur er hann ikki, men hann er eitt góðdýr, og hann svimur so væl sum nakar av hinum, ja, eg má siga, at hann svimur betur enn teir, og hann kann fara at vaksa seg vakran, ella kanska hann fer at minka við aldrinum. Hann lá ov leingi í egginum, og tí sær hann ikki út sum hinir!” Og so valdi hon um nakkafjaðrarnar á honum og kíndi honum um allan kroppin. ”Hann er eisini steggi, og so bilar tað ikki so nógv. Eg haldi, hann verður sterkur, og eg rokni við, at hann fer at vinna á vansunum!”

”Hinir ungarnir eru framúr vakrir!” segði tann gamla. ”Nú mugu tit kenna tykkum sum heima, og finna tit eitt állahøvur, so kunnu tit bera mær tað!” Og so vóru tey sum heima.

Men tann neyðars dunnungi, sum seinastur var komin út, og sum var so misháttur, bleiv pískaður, bæði bitin, skumpaður og hildin fyri spott og bæði av dunnunum og høsnunum. ”Hann er ov stórur!” søgdu tey øll somul, og kalkunhanin, sum var føddur við sporum og visti ikki betur, enn at hann var keisari, blásti seg upp og sá út sum ein fullriggari, fór heilt yvir til ungan, og so pjátraði hann og tutlaði, so at hann gjørdist alreyður um høvdið. Neyðars dunnungin visti hvørki til høvur ella hala, hann var í so ringum lag, tí hann var so misháttur og gjørdi øllum dunnugarðinum fyri skommum.

Soleiðis var tað tann fyrsta dagin, og seinni gjørdist tað uppaftur verri. Neyðars dunnungin bleiv happaður av øllum, ja sjálvt systkinini vóru ill inn á hann, og so søgdu tey: ”Bara kettan hevði tikið teg, títt ljóta skepilsi!” Og mamman segði: ”Gævi, tú hevði farið úr eygunum, tað vildi eg!” Og dunnurnar bitu hann, og høsnini pikkaðu hann, og gentan, sum gav teimum at eta, sparkaði hetta neyðardýrið.

So fór hann flagsandi yvir um hegnið. Smáfuglarnir, sum sótu í runnunum, fóru kløkkir á flog. ”Tað er tí, eg eri so ljótur!” hugsaði dunnungin og blundaði, men hann helt á við at renna, og so visti hann ikki av, fyrr enn hann var niðri við mýrulendið, har villdunnurnar eiga. Her lá hann alla náttina, tí hann var so móður og í so ringum lag.

Um morgunin fóru villdunnurnar á flog, og tær hugdu at hesi nýggju veruni, sum komin var. ”Hvør ert tú fyri ein?” spurdu tær, og ungin snaraði sær á allar liðir og heilsaði so væl, sum hann nú dugdi.

”Tú ert ógvuliga misháttur!” søgdu villdunnurnar, ”men sama ger tað okkum, bara tú ikki hugsar um at gifta teg inn í okkara ætt!” - Neyðardýrið! Lítið mundi hann hugsa um at gifta seg. Hann var nøgdur, bara hann fekk frið at liggja har millum sevini og leska seg eitt sindur av mýruvatni.

Har lá hann so í tveir heilar dagar. Tá komu tvær villgæs ella rættari tveir villgásasteggjar. Tað var ikki langt síðani, teir vóru komnir út úr egginum, og tí vóru teir so braneggjaðir.

”Hoyr, søti mín!” søgdu teir, ”tú ert so misháttur, at tað ber ikki til annað enn at vera góður við teg! Hevur tú hug at koma við og vera flytifuglur? Stutt hiðani frá er ein annar mýruhylur, og har eru nakrar so ógvuliga fittar villgæs, allar samlar bøgur, sum duga at siga kvakk! Tú kanst væl fara at fáa eina av teimum, so misháttur tú ert!”

”Puff! Puff!” hoyrdist í sama viðfangi uppi yvir teimum, og báðir villgásasteggjarnir komu singlandi deyðir niður millum sevini, og vatnið gjørdist blóðreytt. ”Puff! Puff!” hoyrdist aftur, og ein flokkur av villgásum fór á flog upp úr sevunum, og so buldraði tað aftur. Menn vóru á stórari veiðuferð. Byrsumenninir lógu og lúrdu uttan um mýruvatnið, og summir sótu eisini uppi í trøunum, sum rættu seg við greinunum langt út yvir sevini. Krútroykurin fór sum skýggj millum tey myrku trøini og heilt út yvir vatnið. Ígjøgnum mýruvatnið komu hundarnir vassandi, tvass, tvass! Teir boygdu sev og leggir fyri sær, so har var ræðuligt hjá tí neyðars unga at liggja. Hann royndi at fáa høvdið undir vongin, og beint tá stóð ein ræðuliga stórur hundur uppi yvir honum. Tungan hekk langt út úr kjaftinum, og eyguni í honum glógvaðu so øgiliga. Hann kom við gapandi kjafti heilt niður at unganum, so at tað skygdi í teim hvøssu tonnunum --- og so tvass! fór hann av stað aftur uttan at gera honum nakað.

”Á, Gud havi lov!” suffaði ungin, ”eg eri so ljótur, at sjálvt hundarnir hirða ikki at bíta meg!”

Og so lá hann púra stillur, meðan høglini singlaðu um oyruni, og skotini komu eitt fyri og annað eftir.

Ikki fyrr enn tað var komið langt út á seinnapartin, gjørdist kvirt, men neyðars ungin tordi ikki at røra seg, hann lá stillur og bíðaði fleiri tímar, áðrenn hann tordi at líta seg í kring, men so skundaði hann sær eisini burtur frá vatninum, alt hvat ið hann orkaði. Hann rann bæði um bø og ong, men tað var so nógvur vindur, at tað var stríggið hjá honum at ganga ímóti.

Móti kvøldið var hann komin til eitt lítið, fátækt bóndahús. Tað var so ússaligt, at tað visti ikki, hvønn veg tað skuldi detta, og so varð tað bara standandi. Vindurin var so nógvur, at ungin noyddist at seta seg á gumpin fyri at halda ímóti, og tað gjørdist alt verri og verri. Tá sá hann, at hurðin var farin av øðrum hongslinum og hekk skeiv, og har var so mikið av gloppi, at hann fekk smoykt seg inn í stovuna, og tað gjørdi hann.

Har búði ein gomul kona saman við eini kettu og einari hønu, og kettuna kallaði hon Lítlaba, og kettan dugdi bæði at renna ryggin upp úr sær og at spinna, og hon dugdi eisini at neistra, men tá mátti tú strúka henni móti hárinum. Hønan var ógvuliga lágføtt, og tí varð hon eyknevnd Lágbeintagokka. Hon varp væl, og konan var so góð við hana sum við sítt egna barn.

Um morgunin løgdu tey beinanvegin merki til henda ókunnuunga, og kettan settist at spinna og hønan at gokka.

”Hvat bagir!” segði konan og hugdi uttan um seg, men hon hevði ikki góð eygu, og so helt hon, at ungin var ein feit dunna, sum var vilst. ”Hetta var góður fongur!” segði hon, ”nú kann eg fáa dunnegg, uttan so at hetta er ein steggi. Tað má roynast.”

Og so slapp ungin at vera har eina royndartíð upp á tríggjar vikur, men egg komu ongi. Og kettan var húsbóndi í húsinum, og hønan var frúa, og altíð søgdu tey: ”Vit og verðin!” tí tey hildu seg vera aðra helvtina og eisini betru helvtina. Ungin helt, at tað bar til at hava aðra meining enn tey, men tað toldi hønan ikki.

”Dugir tú at verpa?” spurdi hon.

”Nei!”

”Ja, sit so og halt munn!” Og kettan segði: ”Dugir tú at skjóta ryggin upp úr tær, at spinna og at neistra?”

”Nei!”

”Ja, so skalt tú sita og tiga, tá ið skilafólk tosa!”

Og ungin sat í krókinum og var í ringum lag. Tá mintist hann til ta frísku luftina og sólskinið. Hann fekk so merkiligan hug at floyta sær á vatninum, og hann orkaði ikki at tiga, hann mátti siga tað við hønuna.

”Hvat bagir tær?” spurdi hon. ”Tað er tí, at tú situr so púra fyri onki, at sovorðið býtt stingst upp á teg. Verp ella spinn, so man tað fara at javna seg!”

”Men tað er so vælsignað at flóta á vatninum!” segði ungin, ”so deiligt at sleppa at baða sær í vatninum og sleppa at kava!”

”Ja, tað er ikki eiti á stuttleika!” segði hønan, ”tú ert vorðin óður í høvdinum. Spyr kettuna, hon er tað klókasta, eg veit um, um henni dámar at flóta í vatninum og kava! Eg vil ikki tala um meg sjálva. Ja, spyr høvdið í húsinum, ta gomlu konuna, tí klókari enn hon er ongin í verðini! Heldur tú, henni hevði dámað at flotið í vatninum - og farið undir?”

”Tit skilja meg ikki!” segði ungin.

”Ja, skilja vit teg ikki, hvør skuldi so kunnað skilt teg! Eg vil ikki hopa, at tú heldur teg vera klókari enn konan og kettan fyri ikki at tala um meg sjálva! Ver ikki so fjákutur, neyðardýrið! Og takka tínum skapara fyri alt tað góða, vit hava gjørt fyri teg! Ert tú ikki sloppin at vera í eini heitari stovu og at vera saman við skilafólki, sum tú kanst læra nakað av! Men tú ert eitt tvætl, og tað er ongin stuttleiki at vera saman við tær! Tú kanst líta á meg. Eg vil tær tað besta, eg eri nakað bersøgin, men besti vinur tín er hann, sum torir at siga tær sannleikan. Fá nú bara upp í lag at verpa ella lær teg at spinna ella neistra!”

”Eg haldi, eg fari at leita út í ta víðu verðina!” segði ungin.

”Ja, ger tú tað,” segði hønan.

Og so fór ungin. Hann svam á vatninum, hann kavaði, men øll onnur dýr hildu hánt um hann, tí hann var so misháttur.

Nú kom heystið. Bløðini í skógini gjørdust gul og brún, vindurin skræddi tey leys, so at tey mólu í klingur, og tað sá kalt út at hyggja upp í luftina. Skýggini hingu so burðarmikil full av heglingi og flykrum, og á garðinum sat ravnurin og segði ”kro, kro!” av berum kulda. Ja, tú fekst kuldakrop bara av at hugsa um tað. Tann neyðars ungi hevði tað alt annað enn gott.

Eitt kvøldið, tá ið sólin fór so vøkur í kav, kom ein heilur flokkur av stórum fuglum út millum runnarnar. Ungin hevði aldri áður sæð so vakrar fuglar. Teir vóru snjóhvítir og høvdu langan, smidligan háls. Tað vóru svanir, og teir lótu so merkiliga, breiddu teir stóru veingirnar út og flugu burtur úr kuldanum til heitari lond og vøtn við ongum gleri. Teir flugu so høgt, so høgt, at tann mishátti lítli ungin kendi sær longsil í barmi. Hann mól í klingur á vatninum sum eitt hjól, rætti seg við hálsinum langt upp í luftina og skar í eitt skríggj so hart og merkiligt, at hann sjálvur gjørdist kløkkur av tí. Á, hann fekk ikki hasar vøkru fuglarnar úr huganum, hasar lukkuligu fuglarnar, og beinanvegin, sum teir vóru farnir úr eygsjón, kavaði hann heilt niður á botn, og tá ið hann kom uppaftur, var hann meir at kalla sum frá sær sjálvum. Ikki visti hann, hvat ið fuglarnir itu, ikki hvar ið teir fóru flúgvandi, og kortini var hann góður við teir, sum hann ongantíð hevði verið við nakran annan áður. Hann var als ikki øvundsjúkur inn á teir, tí tað kundi ikki komið honum í huga at ynskt sær slíkan vakurleika. Hann hevði verið glaður við, bara dunnurnar høvdu viljað havt hann ímillum sín. Neyðars mishátti ungin!

Og veturin kom so kaldur, so kaldur. Ungin mátti alla tíðina liggja og svimja í vatninum, so tað skuldi ikki frysta, men hvørja nátt gjørdist holið, sum hann svam í, minni og minni. Tað frysti, so at tað brakaði í ísinum, og ungin mátti liggja og svimja í heilum, so at gler skuldi ikki leggjast á allan hylin, men endin var, at hann gjørdist so móður, at hann orkaði ikki meir, gavst at svimja og frysti fastur í ísin.

Tíðliga um morgunin kom ein bóndi tann vegin. Hann sá ungan, fór út á ísin og breyt hann við traskitufluni, so at ungin varð leysur, og bar hann so heim til konu sína. Har kom hann aftur til lívs.

Børnini vildu sleppa at spæla við hann, men ungin helt, at tey fóru at gera honum fortreð og leyp av bangilsi upp í eitt mjólkarfat, so at mjólkin stoyttist á gólvið. Konan rópti og klamsaði saman hendur, og tá fleyg hann upp í smørtrogið og haðani niður í mjøltunnuna og uppaftur. Tit skuldu sæð, hvussu hann sá út! Konan geylaði og skuldi sláa hann við klovanum, og børnini bardust um at sleppa at fanga hann, og tey bæði flentu og róptu. Gott var tað, at hurðin stóð opin, og út slapp hann sær ímillum runnarnar, og har lá hann so líka sum í dvala í tí feima kavanum.

Men tað verður alt ov syndarligt at siga frá øllum tí, sum hann mátti líða henda harða og langa vetur. Hann lá í mýruni millum sevini, tá ið sólin fór aftur at skína og verma. Lerkarnir sungu, og várið var komið.

Tá breiddi hann beinanvegin veingirnar út, og teir ívnaðu nógv meira enn áður. Hann gjørdi nøkur veingjasløg, og væl bar til. Hann fór við ferð flúgvandi, og hann visti ikki av, fyrr enn hann var í einum stórum urtagarði, har súreplatrøini stóðu og blomstraðu, og sýringsgreinarnar angaðu og hingu so grønar heilt niður móti vatninum í veitunum. Og her var so deiligt og so várligt, og beint framman fyri hann, út úr skógartjúkninum komu tríggir avbera vakrir, hvítir svanir. Fjaðrarnar ívnaðu, og teir flutu so lættir á vatninum. Ungin kendi hesar vøkru fuglar og gjørdist hugtikin og so merkiliga sorgtungur.

”Nú fari eg á flog yvir til teir, hasar kongaligu fuglarnar, og teir fara at pikka meg til deyðis, tí eg eri so ljótur, tori illa at fara til teirra, men tað ger tað sama. Betri at verða dripin av teimum enn at verða happaður av dunnunum, pikkaður av høsnunum, sparkaður av arbeiðskonuni, sum ambætar í høsnagarðinum, og pínast av kulda um veturin...”.

Og so fleyg hann út á vatnið og svam ímóti teim vøkru svanunum. Hesir sóu hann og tóku við ívnandi fjaðrum ferð á seg ímóti honum. ”Drepið meg bara!” segði tann neyðars ungin og boygdi høvur niður móti vatnskorpuni og væntaði sær deyðan. - Men hvat sá hann tá niðri í tí klára vatninum? Hann sá myndina av sær sjálvum í vatninum, men nú var hann ikki longur ein klombrutur, myrkagráur fuglur, grimmur og ljótur, tí nú var hann sjálvur ein svanur. Tað bilar onki, um tú ert borin í heim í dunnugarðinum, bara tú hevur ligið í einum svanaeggi!

Nú kendi hann seg væl nøgdan við alla ta neyð og allan tann mótburð, ið honum hevði verið fyri. Nú dugdi hann júst at meta lukkuna og allan vakurleikan, sum heilsaðu honum. — Og teir stóru svanirnir svumu uttan um hann og kíndu honum við nevunum.

Oman í urtagarðin komu nøkur smábørn. Tey góvu svanunum breyð, og tað minsta segði: ”Ein nýggjur er komin!” Og hini børnini fegnaðust saman við tí minsta: ”Ja, her er komin ein nýggjur!” og tey klappaðu saman hendur og dansaðu av frøi, fóru rennandi eftir faðir og móður, og so kastaðu tey meira breyð og kaku út í vatnið, og øll søgdu tey: ”Hesin nýggi er vakrastur, so ungur og stásiligur,” og teir gomlu svanirnir nigu ímóti teimum.

Tá kendi hann seg heilt smædnan. Hann stakk høvdið undir vong, tí hann visti ikki, hvat hann skuldi gera, hann var so ógvuliga lukkuligur, men als ikki stoltur, tí eitt gott hjarta verður ongantíð stolt. Hann hugsaði um, hvussu vanvirdur hann hevði verið og jagstraður, og nú hoyrdi hann øll siga, at hann var vakrastur av øllum vøkrum fuglum. Og sýringstrøini boygdu seg við greinunum heilt niður móti vatnskorpuni, og sólin skein so vakurt og gott. Tá ívnaðu fjaðrarnar, hann rætti tann klæna hálsin, og av hjarta læt í honum: ”So stóra eydnu droymdi eg ikki um, tá ið eg var tann mishátti dunnungin!”

Upprunaheiti: H.C. Andersen: ”Den grimme Ælling”, ” Nye Eventyr. Første Bind. Første Samling”, 1844.

Marius Johannesen (1905-1986) týddi. H.C. Andersen: ”12 ævintýr”, Bókaforlagið Grønalíð 1982.

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019