Skip to main content

Útbreiðsla: Bláhávur er allastaðni í teimum heitu og flógvu høvunum. Norður til Føroya, langt úr landi í Íslandi og í útsynning úr Noregi. Hann er sjáldan undir Føroyum, men sæst tó av og á, er fingin á laksalínu norðan fyri Føroyar á umleið 63°N mitt í sjeytiárunum. Hann er rættiliga vanligur um summarið tætt sunnan fyri føroyska 200-fjórðingamarkið.

Bláhávur (bláhávaættin)
Prionace glauca (Linné, 1758)

Stødd: Hann er sjáldan størri enn 4 metrar. Onkur sigur, at hann kann verða upp í 5-6 metrar.

Dýpi: Hann er uppsjóvarfiskur, úr vatnskorpuni niður á 350 metrar. Hann er vanligur á opnum havi, men onkuntíð er hann inni við land.

Litur: Bláhávur er myrkt indigobláur á bakinum, ljósari bláur um síðurnar og hvítur undir búkinum. Blái liturin lýsnar og kámast skjótt, tá fiskurin er deyður.

Lýsing: Bláhávur hevur smidligt skap. Hann hevur tvær ryggfjaðrar, tann fremra tríkantað, til hæddar nakað sum longdin frá kjafti í gron, og hon situr mitt á bakinum. Hin aftara er lítil og situr mitt á sporlinum, beint uppi yvir gotfjøðurini, ið er eins lítil. Innaru horn á ryggfjaðrunum og gotfjøðurini enda aftureftir í einum spíssi. Hann hevur smáar búkfjaðrar og langar, bogaðar uggafjaðrar, ið eru longri enn høvdið. Sterturin er stórur, ovari partur er meira enn tvær ferðir so langur sum niðari, hevur skarð niður í klingruna beint við stertin. Hann hevur ikki ‘kjøl’ á síðunum á klingruni. Gronin er long og viggvaksin (konisk). Tenninar eru tríkantaðar, í erva eitt sindur skeivar, í neðra beinar. Hann hevur eygnalok.
Táknaopini eru 5, og tey enda uppi yvir og frammantil á uggafjøðurini.

Eyðkenni: Smidliga skapið, longu uggafjaðrarnar og langa gronin, blái liturin, spísku innaru horn á fjaðrunum og lítla gotfjøðurin.

Týdningur: Bláhávur er onkuntíð uppi í hjáveiðuni, men hevur lítlan vinnuligan týdning.

ES: Hann sigst at kunna leggja eftir fólki, ið svimur, og hevur á norskum og íslendskum navn av tí sama.

da: Blåhaj, en: Blue shark, fr: Peau bleu, ís: Bláháfur – Mannæti, no: Blåhai – Menneskeeterhai, tý: Blauhai

EygnalokshávarCarcharhiniformes

Hesin hópurin hevur 8 ættir við um 49 slektum og 224 sløgum.

Av teimum eru undir Føroyum 4 ættir, við 6 slektum og 7 sløgum:

  • Reyðhávaættin (Scyliorhinidae)
  • Kambhávaættin (Pseudotriakidae)
  • Slætthávaættin (Triakidae)
  • Bláhávaættin (Carcharinidae)

Hesin er tann talríkasti av hávahópunum.

Eygnalokshávarnir hava fimm táknaop, har tey aftastu eru oman fyri uggafjaðrarnar.

Eina gotfjøður, tvær píkaleysar ryggfjaðrar. Teir hava eygnalok (blinkhinnu), summir bert lutvíst. Kjafturin røkkur aftur um eyguni. Nakrir hava andahol.

Teir liva bæði á djúpum vatni og á grunnum og eru bæði við botnin og uppi í sjónum.