Føroyski undirvísingarportalurin Snar
Endamál
Snar er ein opin undirvísingarportalur til fólkaskúlan. Bygnaðurin er gjørdur eftir námsætlanunum.
Endamálið er:
- at gera tað lætt at finna tilfar
- at raðfesta tilfar um føroysk viðurskifti
- at menna tilfar í einum sniði, sum hóskar til miðilin
Alt tilfar á Snar eigur at vera fakliga, námsfrøðiliga og málsliga viðgjørt og í tráð við námsætlanir og regluverk annars.
Visjón
Nám hevur visjónina um, at savna og slóða fyri, so at borgarin hevur bestu fortreytir at læra og mennast. Undirvísingarportalurin Snar er partur av hesari visjón.
Ritstjórnin á Snar

Per
Per átti ein hund, sum æt Snar.
Per var so góður við Snar, at hann vildi ikki selja hann.
Per og Snar vóru ein dagin burtur í haga. Tá fall Snar fyri bakka og doyði.
So átti Per ongan hund.
Hans A. Djurhuus