Full sólarmyrking 20. mars í 2015
Tann 20. mars í 2015 klokkan 9:40:12 rakti ein full sólarmyrking Mykineshólm og fór síðan um allar oyggjarnar. Um leið hálvan annan minutt seinni kom myrkrið til eystasta punktið á Fugloynni og fór so víðari norðureftir. Í Føroyum var longst myrkt í Mykineshólmi, har tað var myrkt í 2 minuttir og 24 sekund.
Ein sólarmyrking er, tá ið mánin stendur millum sólina og jørðina, soleiðis at jørðin kemur í skuggan av mánanum. Tá ið sólarmyrkingin er full, verður myrkt eina løtu, og so verður ljóst aftur.
Fullar sólarmyrkingar eru ógvuliga sjáldsamar, og seinasta fulla sólarmyrkingin í Føroyum var 30. juni í 1954.
Tað var við spenningi, at føroyingar og onnur bíðaðu eftir sólarmyrkingini í 2015. Ferðavinnan brynjaði seg í fleiri ár, og nógv ferðafólk komu til Føroya.
Nøkur fólk, sum er serliga áhugað í sólarmyrkingum, fóru við skipi norðum um Føroyar, so tey fingu bestu møguligu umstøðurnar at uppliva sólarmyrkingina. Onnur fóru at fylgja sólarmyrkingini við flogfari, so áhugin var stórur.
Filmsbrot og animatiónir
Kringvarp Føroya stroymir full sólarmyrkingina 20. mars beinleiðis umvegis Youtube.
Verndarbrillur
Øll vilja sjálvandi síggja eitt serstakt fyribrigdi, sum ein full sólarmyrking er. Men tað kann vera vandamiki at hyggja at eini sólarmyrking, um tú ikki ansar tær. Tí er týdningarmikið at brúka serstakar verndarbrillur ella aðra verju, tá ið sólarmyrkingin verður.
Slóðir
Nasa - amerikanski rúmdarstovnurin
Wikipedia
Sólarmyrking 20. mars 2015 (enskt)
eclipseguy.com
xjubier.free.fr
Fíla til Google Earth (tak niður)
Visit Faroe Islands