Skip to main content

Føroyskt sum annaðmál (FSA) fyri vaksin er undirvísing í føroyskum máli og kunning um føroyska mentan og samfelag fyri vaksnar tilflytarar, sum ikki hava føroyskt sum móðurmál. Undirvísingin eigur í størst møguligan mun at fara fram við atliti til mentan og fortreytir hjá tilflytarum, og harundir eisini at taka veruleikan hjá tilflytarum í føroyska samfelagnum uppí.

At duga eitt mál fevnir um hesar førleikar:

at skilja onnur, at tosa skilligt og nøkulunda neyvt og flótandi, og at lesa og skriva. Hesir førleikar verða mentir við at arbeiða miðvíst við serliga munnligum, men eisini skrivligum venjingum í ymiskum samskiftisstøðum. 

Endamál við FSA - útbúgvingini

Skúli, ið skipar fyri FSA-útbúgving skal arbeiða við tí yvirskipaða endamáli, at tilflytarar til Føroyar koma at kenna seg sum integreraðan part av samfelagnum og kenna seg viðurkendar á arbeiðsmarknaði og í felagslívi annars. Og at tilflytari gerst førur fyri at fullnýta ta útbúgving og teir førleikar, sum tilflytari hevur úr heimlandi sínum.

Stutt um útbúgvingarnar Føroyskt Sum Annaðmál

Í námsætlanini velja vit at nevna útbúgvingarnar fyri tilflytarar í føroyskum máli og samfelagsviðurskiftum „Føroyskt sum annaðmál”. Talan er um tríggjar útbúgvingar: Føroyskt sum annaðmál 1, Føroyskt sum annaðmál 2 og Føroyskt sum annaðmál 3, stytt til FSA1, FSA2 og FSA3. Vit kunnu ikki krevja tað sama av einum næmingi á FSA1, 2 og 3. Tí skal lærarin vísa námsfrøðiligt hegni í undirvísingini, og so vítt tað er møguligt, laga undirvísingina til fortreytir hjá tí einstaka.

CEFR 

The Common Framework of References for Languages verður stytt til CEFR. Hetta er ein ógvuliga djúptøkin og neyvt lýst altjóða skipan, sum tryggjar, at tær útbúgvingar, sum vit veita í føroyskum sum annaðmál eru sambæriligar við líknandi útbúgvingar, sum verða veittar í okkara granna- og samstarvslondum, og sum tryggjar, at tilflytarin í Føroyum hevur møguleika at ogna sær førleikar at gerast partur av samfelagnum og arbeiðsmarknaðinum og at halda fram í útbúgvingar- og eftirútbúgvingar skipanini í Føroyum. CEFR – stigini á ‘Undan A1, A1, A2, A2+, B1, B2 og C1’ eru útgreinað í námsætlanini undir kap. 4 við dømum um, hvat verður kravt av næminginum á hvørjum stigi. Leinkja til námsætlanini FSA fyri vaksin.

Samskifti

Førleikin hjá næminginum at samskifta skal vera fremst í huganum, tí ynskiligt er, at næmingurin í fyrstu atløgu megnar at siga sínar upplýsingar á føroyskum, seta spurningar og at biðja um hjálp á føroyskum. Eisini skal næmingurin á øllum stigum í FSA - útbúgvingini læra fleiri og fleiri orð og sum frá líður læra at bólka tey, tí at hetta er grundarlagið undir at læra eitt mál og at brúka tað aktivt. Í stuttum skal orðfeingið altíð verða bygt upp og ment.

Filmar - Hví læra føroyskt?