Skip to main content
13.09.2021

Skulin.fo vísur til heildarætlanina, sum nú…

Les meira
23.08.2021

Árni Dahl hevur hevur gjørt 95 nýggjar sagnir…

Les meira
20.08.2021

Í dag varð nýggja útgávan Føroysk…

Les meira

Nýggjastu útgávur

  • Føroysk samfelagsfrøði - Pappírsútgáva

    "Føroysk samfelagsfrøði – C-stig" er fyrsta samfelagsfrøðiliga lærubók, ið er skrivað beinleiðis til undirvísing á C-stigi í Føroyum. Bókin er skrivað av miðnámslærarum, ið kenna til málbólkin, samstundis sum hon heldur seg neyvt til innihalds- og førleikakrøv í…

  • Føroysk samfelagsfrøði - sBók

    "Føroysk samfelagsfrøði – C-stig" er fyrsta samfelagsfrøðiliga lærubók, ið er skrivað beinleiðis til undirvísing á C-stigi í Føroyum. Bókin er skrivað av miðnámslærarum, ið kenna til málbólkin, samstundis sum hon heldur seg neyvt til innihalds- og førleikakrøv í…

  • Ítróttur og heilsa C

    Ítróttur og heilsa C

    ástøði í verki

    Ítróttur og heilsa C - ástøði í verki er ein grundbók til undirvísing í lærugreinini ítróttur og heilsa á miðnámi. Bókin tekur støði í, at lærugreinin fyrst og fremst er verklig. Kropsligu venjingarnar og spølini eru samantvinnað við ástøðiliga partin. Bókin leggur…

  • Evropa - Laminerað veggjakort

    Veggjakortið ”Evropa” (Nám 2021) er eitt hæddarkort, sum er í  stødd 1:5 000 000 (113 x 93 cm). Kortið er umsett úr enskum.

    Eins og heimskortið hjá Námi, ”Heimurin”, er Evropakortið umsett úr enskum við støði í kortum hjá Collins Bartholomew, ið er heimsins elsta…

  • Worlds of English
    Worlds of English

    Worlds of English er tekstasavn hóskandi frá C stigi. Gjøgnum fagrar bókmentir, yrkingar, leik og yrkisbókmentir lýsir savnið málsligu menningargongdina frá fornenskum til alheimsenskt umframt framgongdina av ensktmæltum mentanum frá byrjan fram til dagin í…

  • From where you are 2 - Samvirkin ensk grundbók
    From where you are 2 - Samvirkin ensk grundbók

    From Where You Are 2 er framhaldsbók, sum er skipað eftir sama leisti sum From Where You Are 1. Við støði í næmingunum tekur bókin fýra evni upp: Family, Social media, War, Religion.

     

    Evnini verða viðgjørd í stuttsøgum, prosabrotum, yrkingum og yrkisteksti.…

  • Samvirkisnám og floksleiðsla (netútgáva)
    Samvirkisnám og floksleiðsla (netútgáva)

    Í hesi bók verður samvirkisnám (samstarvslæra) sett saman við nógvum pørtum úr floksleiðslu, m.a. hvussu tú skipar og stuðlar læritilgongdirnar hjá næmingunum og ger tær tilelvandi, og hvussu tú fært fyrimunir av at leggja dent á ítøkilig øki sum innrættan av flokshøli, eina…

  • Fysiologi
    Fysiologi

    Fysiologi

    Grundbók í arbeiðsfysiologi og venjingarfysiologi

    Bókin er býtt upp í fýra høvuðspartar.

    Fyrsti partur er um grundleggjandi anatomi, har rørslukervið verður gjøgnumgingið í høvuðsheitum.

    Annar partur er ein gjøgnumgongd av grundleggjandi fysiologi og arbeiðsfysiologi. Hesir báðir partarnir eru ástøðiliga…

  • From where you are - Samvirkin ensk grundbók
    From where you are - Samvirkin ensk grundbók

    sBókin From where you areer ein samvirkin ensk grundbók við yrkistteksti og skaldskapi. Harumframt eru spurningar, upplestur við native speakers og sjónbandaupptøkur við serfrøðingum í ymsu evnunum.

    Teksturin hevur fimm yvirskipað…

  • Sponsk Mállæra
    Sponsk Mállæra

    Sponsk Mállæra er ein byrjanarmállæra upp til B-støði í miðnámsskúlunum.  Hon er skipað í paragraffir við frágreiðingum um málslig fyribrigdi, sum eru stuðlað við dømum á sponskum og føroyskum.  Bókin fevnir um 115 blaðsíður og hevur ongar myndir.  …

  • Marknaðarlæra (netútgáva)
    Marknaðarlæra (netútgáva)

    Nettøka útgávan av Marknaðarlæruni er ein endurskoðað og nakað broytt útgáva av Marknaðarlæruni, sum kom út í 2002.

    Útgávan, Marknaðarlæra, søla og tænasta, er ætlað næmingum, sum lesa marknaðarlæru á C-stigi á handilsskúlanum. Netútgávan kann eisini verða brúkt til…

  • Veðurlagsbroytingar
    Veðurlagsbroytingar

    Veðurlagsbroytingar

    Almenn bók um veðurlagsbroytingar

    Veðurlagið á jørðini er farið at broytast. Jørðin er hitnað, og vit vita nú við stórari vissu, at tað er av mannaávum. Vit kunnu eisini siga við stórari vissu, at veðurlags¬broytingarnar fara at halda fram og versna í komandi tíðum. Hesar broytingar stava frá tí, at vit…

  • Føroysk bókmentasøga 1
    Føroysk bókmentasøga 1

    Føroysk Bókmentasøga sigur frá bókmentum, sum føroyingar hava skrivað, og sum eru skrivaðar í Føroyum á føroyskum og donskum. Fyrsta bind røkkur frá víkingaøld til aldamótið 1900 og er skift í fimm partar, miðøld, skynsemisøld, upplýsingarøld, romantikkur og…

  • Klípið
    Klípið

    Klípið

    Mállæruvenjingar í enskum til miðnámsskúlan

    Navnið Klípið er tikið úr grótlaðing. Bøgarðarnir, sum enn síggjast víða um í Føroyum, eru eitt tað vakrasta minnið, vit hava um forfedrar okkara. At hugsa sær tað arbeiði og tað nærlagnið, sum varð lagt í hesi bygningsverk. Stórir klettar, steinar og so klípi. Klípi eru…

  • Fíggjarstýring
    Fíggjarstýring

    Bókin Fíggjarstýring er ætlað næmingum, sum lesa virkisbúskap á hægsta miðnámsstigi á hægri handilsskúla. Bókin er hent hjá teimum, sum fara undir hægri lesnað í búskapi. Eisini er bókin hent hjá teimum, sum fáast við fíggjarstýring á virkjum og stovnum. Innihaldið er íløgur og…

  • Roknskaparfrøði
    Roknskaparfrøði

    Bókin Roknskaparfrøði er ætlað næmingum, ið lesa virkisbúskap. Bókin er hent hjá teimum, sum lesa HD ella annan framhaldslesnað. Eisini er bókin hent hjá grannskoðarum, roknskaparleiðarum og øllum teimum, sum fáast við roknskap.

     

    Í formælinum sigur høvundurin Finn…

  • Grindavísan - teknirøð
    Grindavísan - teknirøð

    Hettar er ein nýggj og broytt útgáva, har serliga parturin um grindadráp er dagførdur, so hann samsvarar við mongu broyttu krøvini á økinum. Fløga við upptøku, har Vága Dansifelag kvøður Grindavísuna, er límað í bókini. Í bókini er Grindavísan, ið Christian Pløyen yrkti, sett…

  • Føroyskur skattarættur (upprunaútgáva 2010)
    Føroyskur skattarættur (upprunaútgáva 2010)

    Bókin viðger øll evni um føroyskan skattarætt á einum almennum stigi eftir lóggávu og rættarvenju, sum var galdandi 1. januar í 2009. Bókin er ætlað at verða brúkt sum lærubók og sum handbók hjá grannskoðarum og advokatum, eins og hjá øllum, sum arbeiða við skattafakligum evnum…

  • Lundafleyg
    Lundafleyg

    Lundafleyg

    ein fleygadagur í Nólsoy

    Bókin er eitt kærkomið siðsøguligt íkast til tað, sum er skjalfest um aldargamla føroyska veiðimentan. Við dømum úr fleygasiðvenju í Nólsoy lýsir hon føroyskt lundafleyg og tær umstøður. sum hava valdað í hundraðtals ár. Bókin viðger:

    Lundan

    Týdningin, sum fuglurin…

  • Les - Ástøði
    Les - Ástøði

    Les. Ástøði er partur av Les røðini, men er eisini ein sjálvstøðug ein. Bókin viðger ymisku tekstasløgini, og hvussu hesi kunnu greinast. Tekstasløgini umfata prosaskaldskap, yrkingar, ævintýr, sagnir, kvæði og yrkistekst. Harumframt er eitt kapitul um myndagreining, og eitt…

  • Les 3 - Arbeiðsbók
    Les 3 - Arbeiðsbók

    Les 3. Arbeiðsbók er ætlað at verða brúkt í samband við viðgerð av tekstunum í savninum Les 3.

  • Les 3
    Les 3

    Les 3

    Tekstasavn

    Les 3 er triðja bók í Les røðini. Tekstasavnið er ætlað til føroyskt í 10. flokki. Tekstasavnið er uttan iva eisini væl egnað til føroyskt á C í miðnámi. Høvðusevnið í tekstasavninum er lívsvirðir í samfelgsligum høpi, og bókin er býtt í fimm partar, sum viðgera hvør sítt…

  • Teknmál
    Teknmál

    Fløgan er ætlað foreldrum, børnum, lærarum og pedagogum, teimum sum tørvar eina fløgu við grundstøði í teknmáli, tá ið tey skulu samskifta við fólk, ið eru tunghoyrd ella deyv. Men fløguna kunnu eisini tey nýta, sum hvønn dag arbeiða saman við fólki, ið onkursvegna skulu…

  • GMDSS, SRC og ROC, VHF-lærubók, 2. útgáva
    GMDSS, SRC og ROC, VHF-lærubók, 2. útgáva

    GMDSS, SRC og ROC, VHF-lærubók, 2. útgáva

    Undirvísingartilfar til sjóvinnuskúlar

    GMDSS SRC og ROC VHF-lærubók er ætlað sum frálærubók hjá teimum, sum vilja útvega sær VHF- radiopróvbræv til at passa VHF-radioútbúnað umborð á bátum og skipum.

    Í bókini eru m.a. litmyndir av kortum, sum vísa VHF-útbreiðsluna í Føroyum, Íslandi, Noreg, Svalbard,…

  • Fiskaskipanin
    Fiskaskipanin

    Fiskaskipanin

    lýst við dømum við fiskinum á Føroyabanka

    Bókin lýsir skilnaðin ímillum tey ymisku fiskasløgini og hugt verður eftir innaru og uttaru eyðkennunum, við denti lagdur á tey uttaru eyðkennini; eyðkenni, ið síggjast við berum eygum.

    Bókin er ætlað undirvísingini í miðnámskúlunum og á Fróðskaparsetrinum og annars…

  • Fjølmiðlar
    Fjølmiðlar

    Fjølmiðlar er lærubók um miðlar og samskifti. Bókin er fyrst og fremst ætlað at verða brúkt í samfelagsfrøði í elstu flokkum fólkaskúlans og á miðnámsskúlum.

    Somuleiðis kann bókin brúkast í føroyskum og á miðlabreyt í 10. flokki. Bókin Fjølmiðlar, ið leggur dentin á…

  • Føroya náttúra. Undirvísingartilfar
    Føroya náttúra. Undirvísingartilfar

    Føroya náttúra. Undirvísingartilfar

    til lívfrøði í miðnámsskúlanum

    Hetta tilfarið er hugsað sum undirvísingartilfar til grundbókina Føroya Náttúra - lívfrøðiligt margfeldi. Hóast bókin Føroya Náttúra fyrst og fremst er ein bók, ið er ætlað til at lýsa Føroya náttúru fyri einum breiðum lesaraskara, so hevur tað frá byrjan verið ætlanin, at…

  • Fiskar undir Føroyum
    Fiskar undir Føroyum

    Fiskar undir Føroyum snýr seg um, hvørji fiskasløg eru við Føroyar, teirra føroyska navn og teirra vísindaliga navn, og eisini eru nøvnini, sum nøkur av grannalondunum brúka um ávísa fiskin, við í bókini. Mynd er av hvørjum fiskaslag, og sagt er frá um teirra útsjónd, hvussu…

  • Alisfrøði og evnafrøði
    Alisfrøði og evnafrøði

    Alisfrøði og evnafrøði

    til studentaskúla og hf-skeið

    Hettar er nýggj lærubók í alisfrøði og evnafrøði til studentaskúla og hf-skeið. Útgávan er ætlað til undirvísing á C-stigi, og kann eisini brúkast í teknisku skúlunum og í Fisivinnuskúlanum.



    Lærubókin inniheldur 10 høvuðsevni, ið eru í tráð við kunngerðirnar til…

  • Sólskipanin
    Sólskipanin

    Sólskipanin

    Myndatalva

    Sólskipanin greiðir frá gongustjørnunum í okkara sólskipan og ferð teirra kring sólina.

    Talvurnar eru 52 x 76 cm, plastaðar og tí haldgóðar. Hettar eru myndatalvur, ið væl kunnu prýða skúlastovur, stovnar og heim.