Móðurmálsdagur
25. mars er føðingardagur V.U. Hammershaimbs. Tá hevur móðurmálsdagurin verið hildin.
Í 2019 varð móðurmálsdagurin hildin í Løkshøll í Runavík, har evnið var yrkismál.
Tiltakið endaði við at ein Móðurmálsvirðisløn varð latin Suna Merkistein fyri yrkismál.
Fyri Nám greiddi Elin Henriksen frá um yrkismál í fólkaskúlanum í roknibókum.
Tiltakið er hvørt ár alment og ókeypis.
Nám heitir í hesum sambandi á skúlar í landinum at leggja sær móðurmálsdagin í geyma, ikki bara í móðurmálsundirvísingini, men í øllum lærugreinum, so næmingar verða kunnaðir um viðurskifti, sum elvdu til, at vit í dag hava eitt væl virkandi mál, sum alt árið kann rúma øllum samskifti.
Spyr okkum um undirvísing
Nám er tænastustovnur fyri skúlaverkið. Til ber altíð at spyrja Nám og starvsfólkini, sum har eru, um móðurmálsundirvísing og slektaði viðurskfiti. Vit svara eftir førimuni. Góðan Móðurmálsdag, alt árið!