Skip to main content
 
GEVID GÆTUR!!

Landsroyndirnar 2019 og frameftir hava verið gjøgnumførdar talgilt á WiseFlow.

Í sambandi við undanroyndina til Landsroyndina 2016, verður landsroyndin 2015 latin upp mánadagin 1. februar og eru opin til landsroyndin 2016 byrjar. 

 

Um Landsroyndina

Almennar viðmerkingar

Sambært § 14, Stk. 5 í løgtingslóg um fólkaskúlan skipar landsstýrismaðurin, eftir nærri ásettum reglum, fyri landsroynd í føroyskum, støddfrøði og náttúrulærugreinunum á 4.- og 6. floks stigi. Landsroyndirnar skulu saman við støðuroyndum vera ein liður í arbeiðiskúlans at eftirmeta undirvísingina. Í lógini er eisini ásett, at foreldrini skulu verða kunnað um úrslitini av lands-og støðuroyndum.

Endamál

Endamálið við lands- og støðuroyndunum er at tryggja skúlum, foreldrum, næmingum, lærarum og myndugleikum innlit í fakliga støðið í fólkaskúlanum, og at geva lærarum og skúlaleiðslu eitt amboð, sum, umframt at meta um fakliga støðið hjá næmingunum, eisini skal nýtast til at laga og málrætta undirvísingina til tørv og fortreytir hjá tí einstaka næminginum. Eisini er málið við lands-og støðuroyndum at styrkja eftirmetingarskipanina í skúlunum.

Harumframt eru landsroyndirnar ætlaðar sum amboð og ítøkiligt grundarlag hjá myndugleikum, skúlum og foreldrum at fylgja við og meta um fakliga støðið í teirra egna skúla, umframt at kunna viðgera úrslitið í mun til fakliga støðið í øðrum skúlum í landinum.

Les alla frágreiðingina um landsroyndina 2009

 

Uppgávur til Landsroynd