Skip to main content

Temasíða · Árstíðir og høgtíðir

Páskiregg, lomb, páskaliljur og uppreisn

Páskirnar eru størsta høgtíðin í kristna kirkjuárinum. Í Føroyum eru tær eisini tíðin, tá ið vit mála og rulla egg og hava páskafrí. Her finnur tú tilfar til skúlan um páskavikuna, jødisku páskirnar og føroyskar páskasiðir – umframt spøl, handverk, filmar og uppgávur.

Søgan

Hvat eru páskir?

Ein kristin høgtíð við røtum í jødiskari siðvenju, sum eisini er knýtt at várinum.

Páskirnar eru ein kristin høgtíð, men fleiri siðir og ímyndir, sum vit í dag seta í samband við páskirnar, hava eisini røtur í eldri vársiðum. Á vári hava fólk frá gamlari tíð fegnast um, at veturin er farin, og at dagarnir gerast ljósari.

Dymbildagavikan, eisini nevnd stilla vika, byrjar við pálmasunnudegi og endar við páskunum, tá ið kristin hátíðarhalda uppreisn Jesu. Sambært Nýggja testamenti fór Jesus til himmals 40 dagar eftir uppreisnina. Tíggju dagar seinni, á hvítusunnu, kom heilagi andin til lærusveinarnar.

Nær eru páskir?

Páskirnar hava onga fasta dagfesting. Sambært kirkjuligu kalendararegluni er páskadagur fyrsti sunnudagur eftir fyrsta kirkjuliga fullmána tann 21. mars ella seinni. Páskadagur kann tí í fyrsta lagi vera 22. mars og í seinasta lagi 25. apríl. Føstulávint, føstan, Kristi himmalsferðardagur og hvítusunna verða ásett við støði í páskadegi.

Lomb, páskaliljur og krossar

Fleiri ímyndir eru knýttar at páskunum, eitt nú lambið, páskaliljan, krossurin og eggið. Ímyndir kunnu bera boðskap, uttan at orð verða nýtt, og tí kunnu eisini børn, sum ikki duga at lesa, skilja tær. Krossurin er til dømis ein ímynd av kristnari trúgv, og eggið verður ofta sett í samband við nýtt lív. Vit kenna eisini ímyndir úr gerandisdegnum: blátt og reytt vísa á kalt og heitt vatn, ein kringla kann vísa á bakarí, og ferðsluskelti vísa okkum veg.

Kirkjuárið

Kirkjuárið kann lýsast sum eitt hjól. Tað byrjar við advent, og páskirnar eru hæddarpunktið. Avritssíðan er úr einari læraravegleiðing í kristnikunnleika.

Páskaliljur
Avritssíða um páskaímyndir: lamb, páskalilja, kross og egg
Páskaímyndir: avritssíðan.
Kirkjuárið víst sum eitt hjól við høgtíðunum
Kirkjuárið sum eitt hjól.
Málað egg

Dagarnir

Páskavikan dag fyri dag

Sunnudagur

Pálmasunnudagur

Jesus reið á einum asna inn í Jerúsalem.

Hósdagur

Skírhósdagur

Jesus át seinastu máltíðina saman við lærusveinum sínum.

Fríggjadagur

Langafríggjadagur

Dagurin, tá ið Jesus varð krossfestur.

Sunnudagur

Páskadagur

Jesus reis upp frá deyðum.

Mánadagur

Annar páskadagur

Frídagur. Í Føroyum er vanligt at rulla egg henda dagin.

Páskavikan

Frá pálmasunnudegi til páskadag

Les um dagarnar í páskavikuni og finn bíbliutekstir, filmsbrot og uppgávur til flokkin.

PálmasunnudagurJesus ríður inn í Jerúsalem

Pálmasunnudag reið Jesus á einum asna inn í Jerúsalem. Fólkið tók ímóti honum við gleði. Tey, sum vóru har, veitraðu við pálmagreinum og heiðraðu hann sum kong.

Á heimasíðuni kristendom.dk er nógv at lesa og síggja um pálmasunnudag: Pálmasunnudagur ymsastaðni í heiminum í myndum

Uppgávur
  • Fólkið heiðraði Jesus sum kong. Tosið um, hvussu vit vísa øðrum virðing og heiður.
  • Leitið á YouTube eftir sangum um pálmasunnudag.
Pálmasunnudagur
Málningur av Jesu komu til Jerúsalem
Jesus ríður inn í Jerúsalem. Freska eftir Giotto, um 1305.

SkírhósdagurSeinasta kvøldmáltíðin

Skírhósdag át Jesus seinastu kvøldmáltíðina saman við lærusveinum sínum. Seinni um kvøldið varð hann svikin.

Filmsbrotið um seinastu kvøldmáltíðina er á hebraiskum og hevur enskan undirtekst.

Uppgávur
  • Lesið bíbliutekstirnar Matt 26,17-30 ella Jóhs 13,1-15.
  • Tosið um, hvussu tað man kennast at vita frammanundan, at nakað ringt fer at henda. Hevði tað verið gott at vitað, hvat framtíðin ber í sær?
Seinasta kvøldmáltíðinFilmsbrot á hebraiskum við enskum teksti.

LangafríggjadagurJesus verður krossfestur

Hetta er dagurin, tá ið Jesus varð krossfestur. Sambært Markusar evangelii varð hann krossfestur um níggjutíðina um morgunin. Evangelini siga eisini frá, at hann doyði seinni um dagin.

Bíbliutekstir, sum hóska til hendan dagin: Matt 27,27-56, Mark 15,21-37, Luk 23,26-49 ella Jóhs 19,17-37.

Filmsbrot úr Kingdom of Heaven (Ridley Scott, 2005): Saladin kemur inn í kirkjuna og sær ein kross, sum er dottin niður á gólvið í stríðnum. Hann tekur krossin upp og setur hann aftur á altarið.

Uppgávur
  • Hví verður hesin dagur kallaður „langafríggjadagur“?
  • Hvat heldur tú, at lærusveinarnir hugsaðu, tá ið Jesus doyði?
  • Tosið um, hví tað er týdningarmikið at sýna teimum virðing, sum ein ikki er samdur við.
Kingdom of HeavenRidley Scott, 2005. Saladin setur krossin aftur á altarið.

PáskadagurJesus reis upp frá deyðum

Páskadag hátíðarhalda kristin, at Jesus reis upp frá deyðum. Páskadagur verður mettur sum størsti hátíðardagurin í kirkjuárinum, tí uppreisnin er kjarnin í kristnari trúgv. Sambært kristnari trúgv vann Jesus við uppreisnini á deyðanum og tí ónda.

Annað tilfar um páskir: kristeligt-dagblad.dk – Hvorfor fejrer kristne påske?

Uppgávur
  • Lesið frásøgnina um, tá ið kvinnurnar komu til tómu grøvina, Jóhs 20,1-18.
  • Tosið um, hvat tað merkir at vinna á deyðanum, og um hvønn týdning uppreisnin hevur í kristnari trúgv.

Pesach

Jødisku páskirnar

Útferðin úr Egyptalandi, Seder-máltíðin, tíggju plágurnar og Jesus í templinum.

Jødisku páskirnar eita pesach á hebraiskum og Passover á enskum. Enska heitið merkir „at fara framvið“ og vísir til frásøgnina um, at oyðarin fór fram við teimum húsunum, har blóð frá páskalambinum var smurt á durastavirnar.

Jødisku páskirnar verða hildnar til minnis um, at ísraelsfólk fór úr trældóminum í Egyptalandi.

Tær tíggju plágurnar

Í 2. Mósebók verður sagt frá, at Gud gav Mósesi boð um at leiða ísraelsfólk úr trældóminum í Egyptalandi. Men farao vildi ikki lata fólkið fara. Sambært frásøgnini sendi Gud tí tíggju plágur yvir Egyptaland:

  1. Vatnið í Nilánni verður til blóð
  2. Froskar koma í stórum tali
  3. Mýggj
  4. Flugur
  5. Sjúka rakar húsdýrini
  6. Fólk og dýr fáa kýli
  7. Ógvusligur heglingur
  8. Grashoppur
  9. Myrkur í tríggjar dagar
  10. Tey fyrstføddu doyggja
Hugskot
  • Býtið flokkin í bólkar. Lat næmingarnar lesa um trældómin í Egyptalandi og tosa um, hvussu tað man hava verið at liva uttan frælsi. Hvørji rættindi hava vit í dag, sum trælirnir ikki høvdu?
  • Bið ein helming av næmingunum tekna plágurnar, so allar tíggju verða lýstar. Hin helmingurin kann finna myndir av náttúruvanlukkum og øðrum vanlukkum í okkara tíð. Lat síðan bólkarnar gera hvør sína plakat og tosa um, hvat myndirnar vísa, og hvussu tær kunnu samanberast.
  • Hyggið at filminum The Ten Plagues of Egypt (sí Filmar) og tosið um spurningarnar í skjalinum.

Aðrar jødiskar høgtíðir

Sabbat

Sabbaturin er jødiski hvíludagurin. Hann byrjar við sólsetur fríggjakvøld og endar leygarkvøld. Nógvar familjur fyrireika hvíludagin við matgerð og øðrum fyrireikingum.

Shavuot, vikuhátíðin

Høgtíð, sum verður knýtt at tí, at Gud gav Mósesi Toraina á Sinaifjalli.

Sukkot, leyvsalahátíð

Til minnis um, at ísraelsfólk búði í fyribils skýlum á ferðini gjøgnum oyðimørkina.

Purim

Til minnis um frásøgnina í Esters bók, har jødiska fólkið varð bjargað undan týning.

Hugskot

Bólkaarbeiði við trimum næmingum í hvørjum bólki: Veljið eina jødiska høgtíð og svarið spurningunum í skjalinum. Norski lærufilmurin um jødiskar høgtíðir (sí Filmar) er til 5.–9. flokk.

Móses og ísraelsfólk á veg úr Egyptalandi
Móses leiðir ísraelsfólk út úr Egyptalandi.
Borð borðreitt til Pesach
Borð borðreitt til Pesach.
Páskatallerkurin, seder

Jesus í templinum

Pesach fyrr og nú

Jesus og jødisku páskirnar í hansara tíð. Vit læra um pesach og seder fyrr og nú.

Jesus hátíðarhelt pesach. Lukasar evangelium sigur frá, at hann sum tólv ára gamal fór til Jerúsalem á høgtíð við foreldrum sínum og varð eftir í templinum, tá ið tey fóru heimaftur.

Pesach hevur eisini samband við eldri vár- og landbúnaðarsiðir, men í jødiskari siðvenju er høgtíðin fyrst og fremst knýtt at frásøgnini um útferðina úr Egyptalandi. Í Jesu døgum vórðu páskalomb ofrað í templinum í Jerúsalem, og familjur ótu síðani páskamáltíð. Eftir at templið varð lagt í oyði í ár 70, broyttust siðirnir, og seder-máltíðin fekk sín serliga leiklut í heiminum.

Evangeliini siga ikki frá tíðarfestingini á heilt sama hátt. Í Matteusar-, Markusar- og Lukasar evangelii verður seinasta kvøldmáltíðin knýtt at páskamáltíðini, meðan Jóhannesar evangelium leggur krossfestingina um somu tíð, sum páskalombini vórðu ofrað. Í kristnari trúgv verður Jesus tí eisini lýstur sum páskalambið.

Hugskot
  • Lesið Sálm 22 og Jesaja 53, og tosið um, hvat tað vil siga at ofra.
  • Næmingarnir kunnu prýða stovuna við páskalombum, t.d. við avritssíðuni úr Vinir mínir og eg 3.
Tekning av Jesusi í templinum
Jesus, tólv ára gamal, í templinum.

Seder-máltíðin

Maturin á seder-máltíðini minnir á ymiskt í frásøgnini um trældómin í Egyptalandi og frælsið, sum ísraelsfólk fekk. Máltíðin er ein týðandi partur av pesach. Hon fylgir eini ávísari skipan, har familjan millum annað sigur frá útferðini úr Egyptalandi.

Til seder-máltíðina hoyra millum annað:

  • Lambsbeinminnir um páskalambið, sum varð ofrað
  • Harðkókað eggímynd av sorg og nýggjum lívi
  • Grønmetiminnir um várið
  • Beiskt grønmetiminnir um beiska trældómin
  • Knústar nøtur, súrepli o.a.minnir um mørtulin, sum trælirnir nýttu til at gera múrsteinar
  • Ósúrgað breyðminnir um, at ísraelsfólk fór í skundi úr Egyptalandi
Páskatallerkurin, seder, við teimum seks lutunum
Páskatallerkurin, seder.
Hugskot
  • Bjóðið onkrum á gátt at greiða frá Ísrael og pesach. Setið tykkum t.d. í samband við felagið Ísraelsmissiónin ella felagið Føroyar–Ísrael.
  • Tosið um, hví siðir hava týdning. Hvørjar siðir hava tit sjálv?
  • Bólkaarbeiði um ímyndir: Lat tríggjar ella fýra næmingar í hvørjum bólki hugsa sær eina minnismáltíð, har maturin minnir um hendingar ella siðir frá einari føroyskari høgtíð, til dømis jólum, páskum ella føstulávint.

Myndarøð: jødar hátíðarhalda pesach (religion.dk)

Siðir og spøl

Páskaspøl

Fimm spøl við eggum og fjøðrum, ein sangur og eitt orðaspæl.

Í Føroyum er vanligt at rulla egg annan páskadag. Siðurin er eisini kendur í øðrum londum og hevur leingi verið partur av føroyskum páskahaldi. Eggið er ein ímynd av gróðri, vári og nýggjum lívi. Fyrr í tíðini var vanligt at halda føstu og lata vera við at eta egg og kjøt. Tí mundu eggini koma væl við, tá ið páskirnar komu.

Egg í posa

Rulla egg

Tit kunnu rulla egg sum vant, men eisini gera tað til eitt spæl, har tað ræður um at raka eggini hjá hinum. Rakar tú eitt egg hjá mótpartinum, vinnur tú tað.

Tit kunnu eisini kappast um, hvørt eggið rullar longst.

Eggjarenning

Hvør luttakari fær eitt harðkókað egg og eina skeið at bera tað í. Tað ræður um at koma fyrstur á mál uttan at missa eggið.

Spælið kann gerast torførari, um næmingarnir halda skeiðskaftinum í munninum. Brúkið helst harðkókað egg, so minni dálking verður, um eitt egg dettur.

Sterkasta eggið

Hvør luttakari fær eitt harðkókað egg. Tveir luttakarar stoyta fyrst spísku endarnar á eggunum saman og síðani rundu endarnar. Tann, sum fær skalið á egginum hjá hinum at brotna, vinnur.

Skattaveiða

Nógv egg verða goymd í urtagarðinum, heima, í skúlastovuni ella aðrastaðni. Tann, ið finnur flest egg, hevur vunnið.

At blása fjøður

Næmingarnir spæla tveir og tveir. Hvørt par fær eina fjøður, sum tey kasta upp í loft, tá ið spælið byrjar. Síðani ræður um at blása undir fjøðurina, so hon verður hangandi í luftini sum longst.

Tá ið fjøðurin dettur niður, er parið farið úr spælinum. Parið, sum heldur fjøðurini í luftini longst, vinnur.

Rulla páskaregg: sangurin

Lurta eftir sanginum „Rulla páskaregg“. Herman Jacobsen syngur, Svend Brimheim spælir. Syngið við, meðan tit rulla!

Páskaprýði og handverk

Egg, lomb og høsnarungar

Áðrenn páskirnar kunnu vit prýða heimið ella skúlastovuna við heimagjørdum páskaprýði.

Gult og grønt eru vanligir páskalitir, sum minna okkum á várið. Páskaregg, høsnarungar, haruungar og páskaliljur eru vælkendar ímyndir, sum ofta verða nýttar sum páskaprýði.

Føroysk páskalomb

Ger páskalomb úr tógvi og pappi, sum kunnu hanga í vindeyganum. Tú skalt brúka papp, eina klisturrullu at tekna eftir, tógv, svart papp og ein Posca-tussj.

  1. Tekna ein ring á pappið eftir eini klisturrullu. Tekna síðan ein minni ring innan í hin fyrra, til dømis eftir innara ringinum á klisturrulluni.
  2. Tekna tvey seyðarhøvd á svart papp og klipp tey út. Tekna eygu við Posca-tussji.
  3. Vind eitt lítið noða av tógvi og vav tráðin um pappringin. Tá ið allur ringurin er fjaldur av tógvi, límar tú endan fastan. Nú er kroppurin liðugur.
  4. Klipp sjey ella átta tráðstubbar, sum eru 2–3 cm langir, og bind teir saman um miðjuna. Hetta verður frunturin. Líma fruntin á annað seyðarhøvdið.
  5. Ger eina lykkju at hanga lambið upp við. Fest hana við nál undir nakrar av tógvlykkjunum á ringinum.
  6. Líma seyðarhøvdini á kroppin, eitt hvørjumegin.

Mála malagrót sum páskaregg

Tað kann vera stuttligt og hugnaligt at mála steinar sum páskaregg. Finnið slætt og runt malagrót í fjøruni. Vaskið steinarnar og málið teir sum páskaregg við akrylliti ella Posca-tussjum.

Trý liðug páskalomb úr tógvi og kartongi
Liðug páskalomb.
Malagrót málað sum litrík páskaregg
Malagrót málað sum páskaregg.
Ær við lambi

Fleiri hugskot

Skjótt og lætt handverk til flokkin

Lítil fyrireiking og tilfar úr handverksskápinum – og nógv at hugna sær við.

Leirregg

Forma egg úr leiri, sum turkar í luftini. Lat tey turka í nakrar dagar, mála tey síðani við akrylliti og prýð tey við perlum ella glitri. So sleppa tit undan kókaðum eggum, sum kunnu fara at lukta eftir páskafrítíðina.

Høsnarungar úr eggjabakka

Klipp eggjabakkan sundur, so hvør hola verður til ein lítlan kopp. Mála koppin gulan, líma eygu á, klipp ein lítlan tríkant til nebb og set gular fjaðrar á. Fyll koppin við góðgæti ella ullargrasi.

Gandaegg

Tekna eitt egg á hvítt pappír. Tekna mynstur innan í egginum við hvítum vokskriti, so tað næstan ikki sæst. Mála síðani yvir við vatnliti. Tá kemur mynstrið fram sum við gandi. Klipp eggið út og líma tað á litað papp.

Eplastempul

Lærarin sker eitt epli sundur í helvt og sker eina eggjamynd í flatu síðuna. Næmingarnir dyppa eplastemplið í máling og stempla litrík egg á kort ella pappír. Soleiðis kunnu tey gera páskakort at taka við heim.

Páskahattur

Leggið tilfar úr handverksskápinum á eitt borð: pappír, fjaðrar, bond, egg úr pappi og høsnarungar til prýði. Hvør næmingur ger sín egna páskahatt. At enda kunnu tit vísa hattarnar fram í flokkinum.

Páskakurv

Klipp og falda eina lítla kurv úr pappi og prýð hana við mynstrum. Kurvin kann nýtast í skattaveiðu ella til at bera egg heim.

Undirvísing

Páskir í skúlanum

Her sært tú, hvat tilfar á síðuni hóskar til hvørja deild. Trýst á eitt hugskot fyri at fara beinleiðis til tilfarið.

Grunddeild · 1.–3. flokkur

Siðir, egg og ímyndir

Roynið páskaevnið í verki: rullið egg, málið egg, gerið lomb og lærið páskaímyndirnar at kenna.

Miðdeild · 4.–6. flokkur

Páskavikan dag fyri dag

Lesið um Jesus í páskavikuni, kirkjuárið og jødiskar høgtíðir.

Hádeild · 7.–9. flokkur

Ofring, trældómur og uppreisn

Pesach og Seder, Jesus sum páskalambið, og virðing fyri øðrum.

Vilt tú gera tínar egnu páskauppgávur, orðakort ella spurningar til flokkin? Í Funkum finnur tú amboðini til tað.

Filmar

Páskir á filmi

Sangur, filmsbrot og lærufilmar.

Orðabók

Páskaorð

Orðini, sum hoyra til. Trýst á eitt orð fyri at síggja tað í orðabókini hjá Sprotanum.

Gleðiligar páskir!

Hevur tú myndir, uppgávur ella hugskot frá páskahaldinum hjá tykkum, sum onnur kunnu fáa gagn av? Skriva til Snartoymið.

Skriva til Snar

Tekstir: Snar. Ljósmyndir úr Føroyum: Faroephoto og KT. Ljósmyndir frá Wikimedia Commons: National Photo Company Collection (eggjarulling 1914, almenn ogn), Arne List (CC BY-SA 2.0), Mikael Häggström (CC0), Godwin Borg (CC BY-SA 4.0), ForestWander (CC BY-SA 3.0), Naturpuur (CC BY 4.0), Georgi Kirichkov (CC BY-SA 3.0). Avritssíður: Vinir mínir og eg 3, Føroya skúlabókagrunnur. Sangur: Herman Jacobsen og Svend Brimheim. Handverkshugskot frá Teach Starter, tillagað til føroyskt.