Miðnám útgávur
Worlds of English er tekstasavn hóskandi frá C stigi. Gjøgnum fagrar bókmentir, yrkingar, leik og yrkisbókmentir lýsir savnið málsligu menningargongdina frá fornenskum til alheimsenskt umframt framgongdina av ensktmæltum mentanum frá byrjan fram til dagin í…
From Where You Are 2 er framhaldsbók, sum er skipað eftir sama leisti sum From Where You Are 1. Við støði í næmingunum tekur bókin fýra evni upp: Family, Social media, War, Religion.
Evnini verða viðgjørd í stuttsøgum, prosabrotum, yrkingum og yrkisteksti.…
Fysiologi
Bókin er býtt upp í fýra høvuðspartar.
Fyrsti partur er um grundleggjandi anatomi, har rørslukervið verður gjøgnumgingið í høvuðsheitum.
Annar partur er ein gjøgnumgongd av grundleggjandi fysiologi og arbeiðsfysiologi. Hesir báðir partarnir eru ástøðiliga…
sBókin From where you areer ein samvirkin ensk grundbók við yrkistteksti og skaldskapi. Harumframt eru spurningar, upplestur við native speakers og sjónbandaupptøkur við serfrøðingum í ymsu evnunum.
Teksturin hevur fimm yvirskipað…
Sponsk Mállæra er ein byrjanarmállæra upp til B-støði í miðnámsskúlunum. Hon er skipað í paragraffir við frágreiðingum um málslig fyribrigdi, sum eru stuðlað við dømum á sponskum og føroyskum. Bókin fevnir um 115 blaðsíður og hevur ongar myndir. …
Marknaðarlæra (netútgáva)
Nettøka útgávan av Marknaðarlæruni er ein endurskoðað og nakað broytt útgáva av Marknaðarlæruni, sum kom út í 2002.
Útgávan, Marknaðarlæra, søla og tænasta, er ætlað næmingum, sum lesa marknaðarlæru á C-stigi á handilsskúlanum. Netútgávan kann eisini verða brúkt til…
Veðurlagsbroytingar
Veðurlagið á jørðini er farið at broytast. Jørðin er hitnað, og vit vita nú við stórari vissu, at tað er av mannaávum. Vit kunnu eisini siga við stórari vissu, at veðurlags¬broytingarnar fara at halda fram og versna í komandi tíðum. Hesar broytingar stava frá tí, at vit…
Føroysk Bókmentasøga sigur frá bókmentum, sum føroyingar hava skrivað, og sum eru skrivaðar í Føroyum á føroyskum og donskum. Fyrsta bind røkkur frá víkingaøld til aldamótið 1900 og er skift í fimm partar, miðøld, skynsemisøld, upplýsingarøld, romantikkur og…
Klípið
Navnið Klípið er tikið úr grótlaðing. Bøgarðarnir, sum enn síggjast víða um í Føroyum, eru eitt tað vakrasta minnið, vit hava um forfedrar okkara. At hugsa sær tað arbeiði og tað nærlagnið, sum varð lagt í hesi bygningsverk. Stórir klettar, steinar og so klípi. Klípi eru…
Bókin Fíggjarstýring er ætlað næmingum, sum lesa virkisbúskap á hægsta miðnámsstigi á hægri handilsskúla. Bókin er hent hjá teimum, sum fara undir hægri lesnað í búskapi. Eisini er bókin hent hjá teimum, sum fáast við fíggjarstýring á virkjum og stovnum. Innihaldið er íløgur og…
Bókin Roknskaparfrøði er ætlað næmingum, ið lesa virkisbúskap. Bókin er hent hjá teimum, sum lesa HD ella annan framhaldslesnað. Eisini er bókin hent hjá grannskoðarum, roknskaparleiðarum og øllum teimum, sum fáast við roknskap.
Í formælinum sigur høvundurin Finn…
Hettar er ein nýggj og broytt útgáva, har serliga parturin um grindadráp er dagførdur, so hann samsvarar við mongu broyttu krøvini á økinum. Fløga við upptøku, har Vága Dansifelag kvøður Grindavísuna, er límað í bókini. Í bókini er Grindavísan, ið Christian Pløyen yrkti, sett…
Bókin viðger øll evni um føroyskan skattarætt á einum almennum stigi eftir lóggávu og rættarvenju, sum var galdandi 1. januar í 2009. Bókin er ætlað at verða brúkt sum lærubók og sum handbók hjá grannskoðarum og advokatum, eins og hjá øllum, sum arbeiða við skattafakligum evnum…
Lundafleyg
Bókin er eitt kærkomið siðsøguligt íkast til tað, sum er skjalfest um aldargamla føroyska veiðimentan. Við dømum úr fleygasiðvenju í Nólsoy lýsir hon føroyskt lundafleyg og tær umstøður. sum hava valdað í hundraðtals ár. Bókin viðger:
Lundan
Týdningin, sum fuglurin…
Les. Ástøði er partur av Les røðini, men er eisini ein sjálvstøðug ein. Bókin viðger ymisku tekstasløgini, og hvussu hesi kunnu greinast. Tekstasløgini umfata prosaskaldskap, yrkingar, ævintýr, sagnir, kvæði og yrkistekst. Harumframt er eitt kapitul um myndagreining, og eitt…
Les 3. Arbeiðsbók er ætlað at verða brúkt í samband við viðgerð av tekstunum í savninum Les 3.
Les 3
Les 3 er triðja bók í Les røðini. Tekstasavnið er ætlað til føroyskt í 10. flokki. Tekstasavnið er uttan iva eisini væl egnað til føroyskt á C í miðnámi. Høvðusevnið í tekstasavninum er lívsvirðir í samfelgsligum høpi, og bókin er býtt í fimm partar, sum viðgera hvør sítt…
Fløgan er ætlað foreldrum, børnum, lærarum og pedagogum, teimum sum tørvar eina fløgu við grundstøði í teknmáli, tá ið tey skulu samskifta við fólk, ið eru tunghoyrd ella deyv. Men fløguna kunnu eisini tey nýta, sum hvønn dag arbeiða saman við fólki, ið onkursvegna skulu…
GMDSS, SRC og ROC, VHF-lærubók, 2. útgáva
GMDSS SRC og ROC VHF-lærubók er ætlað sum frálærubók hjá teimum, sum vilja útvega sær VHF- radiopróvbræv til at passa VHF-radioútbúnað umborð á bátum og skipum.
Í bókini eru m.a. litmyndir av kortum, sum vísa VHF-útbreiðsluna í Føroyum, Íslandi, Noreg, Svalbard,…
Fiskaskipanin
Bókin lýsir skilnaðin ímillum tey ymisku fiskasløgini og hugt verður eftir innaru og uttaru eyðkennunum, við denti lagdur á tey uttaru eyðkennini; eyðkenni, ið síggjast við berum eygum.
Bókin er ætlað undirvísingini í miðnámskúlunum og á Fróðskaparsetrinum og annars…
Fjølmiðlar er lærubók um miðlar og samskifti. Bókin er fyrst og fremst ætlað at verða brúkt í samfelagsfrøði í elstu flokkum fólkaskúlans og á miðnámsskúlum.
Somuleiðis kann bókin brúkast í føroyskum og á miðlabreyt í 10. flokki. Bókin Fjølmiðlar, ið leggur dentin á…
Føroya náttúra. Undirvísingartilfar
Hetta tilfarið er hugsað sum undirvísingartilfar til grundbókina Føroya Náttúra - lívfrøðiligt margfeldi. Hóast bókin Føroya Náttúra fyrst og fremst er ein bók, ið er ætlað til at lýsa Føroya náttúru fyri einum breiðum lesaraskara, so hevur tað frá byrjan verið ætlanin, at…
Fiskar undir Føroyum snýr seg um, hvørji fiskasløg eru við Føroyar, teirra føroyska navn og teirra vísindaliga navn, og eisini eru nøvnini, sum nøkur av grannalondunum brúka um ávísa fiskin, við í bókini. Mynd er av hvørjum fiskaslag, og sagt er frá um teirra útsjónd, hvussu…
Alisfrøði og evnafrøði
Hettar er nýggj lærubók í alisfrøði og evnafrøði til studentaskúla og hf-skeið. Útgávan er ætlað til undirvísing á C-stigi, og kann eisini brúkast í teknisku skúlunum og í Fisivinnuskúlanum.
Lærubókin inniheldur 10 høvuðsevni, ið eru í tráð við kunngerðirnar til…
The Entrance
The Entrance er ætlað sum byrjanarbók í enskum í studentaskúla og HF. Bókin hevur stuttar yrkistekstir um áhugaverd evni og stuttsøgur, ið kunnu fremja bæði vanliga samrøðu og bókmentaliga greining. Til hvønn tekst eru orðalisti og nógvar uppgávur til munnliga og skrivliga…
Ein roynd at lýsa Føroya kirkjusøgu frá elstu tíðum og fram í 20. øld. Bókin er skipað soleiðis, at tíðarskeiðið undan trúbótini fyrst verður viðgjørt, síðani verður trúbótin og tíðin eftir hana viðgjørd.
Greitt verður frá heimalestri, lestri í kirkju, prædiku og…
Um Bíbliu okkara er handbók, sum gevur frágreiðing um allar bøkurnar í Bíbliuni, bæði í Gamla Testamenti og í Nýggja Testamenti. Bergur Debes Joensen hevur skrivað partin um føroyskar bíbliutýðingar.
Í hesi frágreiðing verða fíggjarviðurskiftini lýst út frá skattaskrásetingum fyri árini 1989 og 1993. 1989 var árið, har allar lønarútgjaldingarnar tilsamans vóru í hæddini. Ein samanbering millum 1989 og 1993 kann soleiðis lýsa broytingina frá góðu tíðunum til krepputíðina.…
Um livikor føroyinga
Jens Petur Gaard og Edvard Olsen hava lagt arbeiðsheftið til framhaldsdeildina til rættis. Víst verður á, at sambært lesiætlan fólkaskúlans er ein tílík livikorskanning gott og viðkomandi tilfar í lærugreinunum søgu/samtíð, landalæru og støddfrøði. Í arbeiðsheftinum verður…
Um livikor føroyinga
Endamálið við at gera arbeiðsspurningar til frágreiðingina Um livikor føroyinga er m.a. hetta: - at næmingar og onnur áhugað fáa eina tilvitan um, hvussu livikorini við støði í inntøkuviðurskiftum hava verið í okkara samfelag tey seinastu árini, - at gera næmingarnar førar…