Føroysk bókmentasøga 2
Føroysk bókmentasøga 2 er um bókmentirnar í broytingaríku árunum frá 1900 til 1939. Samanborið við eldri tjóðarbókmentasøgur lýsir Føroysk bókmentasøga 2 bókmentir og skaldskap, sum føroyingar hava skrivað á føroyskum og donskum. Tað er eisini nýskapandi, at hetta bindið meira enn eldri bókmentasøgur lýsir barnabókmentir, átrúnaðarligan skaldskap og skaldsligar týðingar í árunum 1900-1939 sum týdningarmikil evni.
Føroysk bókmentasøga 2 leggur dent á, at føroyskar bókmentir fyrst í 20. øld av álvara tóku til sín íblástur og ávirkan frá norðurlendskum bókmentum, evropeiskum listaligum rákum og altjóða søguligum og samfelagsligum umstøðum.