Føroyar og heimsmálini
Sameindu Tjóðir (ST) vísa á 17 mál, sum fyri ár 2030 kunnu skapa ein betri heim. Altjóða átakið, sum byrjaði í 2015, verður kallað Heimsmál fyri burðardyggari menning. Heimsmálini eru evnið á hesum undirvísingarsíðum hjá Snar.
Heimsmálini á filmi

Filmar frá filmskapping 2020
Her eru teir 12 filmarnir, sum komu inn til stuttfilmskappingina hjá Námi um Heimsmálini í 2020.
Vinnarafilmurin Havið er eitt mysterium.
Næmingar syngja Havið er eitt mysterium.
Filmar frá filmskapping 2019
Her eru teir 18 filmarnir, sum komu inn til stuttfilmskappingina hjá Námi um Heimsmálini í 2019.

Hørð tiltøk skulu basa útláti
Heimasíðan hjá Kringvarpinum ber tey tíðindi, at illa gongst at tálma CO2 útlátinum, og at langt er eftir at náa tær ásetingar, sum almennu Føroyar hava sett borgarum og vinnulívi.

David Attenborough um veðurlagsbroytingar
Á ST veðurlagsráðstevnuni, COP24, sum varð hildin í Katowice í Póllandi fyri jól í 2018, bar Sir David Attenborough fram røðu um størstu hóttan í fleiri túsund ár.

... til øll heimsmálini
Jón Kragesten, lærari, hevur gjørt undirvísingargongdirnar, sum eru ætlaðar miðdeild og hádeild í fólkaskúlanum.
... til seks av heimsmálunum
Sámal Matras Kristiansen, studentaskúlalærari, hevur gjørt hesar undirvísingargongdirnar, sum er til hádeild fólkaskúlans og miðnám.
Heimsins bestu tíðindi
Við loyvi frá Dimmalætting og upprunahøvundunum eru 21 greinar um heimsmálini endurgivnar á hesi temasíðu.
Heimsmálini - Okkara størsti møguleiki og avbjóðing
Bóklingur um heimsmálini kann lesast sum netbók her.
Lykketoft um heimsmálini
Danski politikarin, Mogens Lykketoft, var formaður á ST-aðalfundinum, sum samtykti Tey Seytjan Heimsmálini.
Heimsmálini - Bóklingur frá Føroya Landsstýri
Føroya Landsstýri hevur gjørt ein bókling um Heimsmálini.
Keldur og tilfar
Ymiskt tilfar og keldur, sum kunnu brúkast í sambandi við at arbeiða við Heimsmálunum.