Summar
Summar er helst tann tíðin á árinum, ið flestu næmingar gleða seg til. Higartil hava veður og vindur forðað fyri nógvum. Hesa tíð á árinum eru vit millum vár og heyst. Tað er so ljóst, at vit raka longsta dag.
Meðan vit hava summar, kunnu vit fara oman á sandin at svimja, og síggja kappróðrarbátar á vágni. Nógvar søgur, tónleikaverk og filmar fara fram, tá summar er. Tá hava vit summarfrí og kunnu fara út og møta nógvum fólkum.
Vit kunnu eisini møta listafólkum, sum tekna og mála litir, sum bara síggjast um summarið. Og tey, ið hava áhuga fyri fuglum, kika við stórum kikarum, so tey kunnu síggja allar teir sjáldsamu flytifuglarnar, sum koma til okkara um summarið. Fara vit oman á bryggjuna, so síggja vit eisini fremmandar bátar, sum leggja at. Tá kunnu vit veittra og siga góðan dag og vita, hvat mál tey svara aftur við umborð.
Summarferð
Summargestur
Ein sjáldsamur gestur í Føroyum er Peter Pan. Saman við Wendy, flýgur hann yvir Føroyum. Hvussu ber hetta til? Hvar í Føroyum eru tey?
Hevur tú nakrantíð møtt fremmandum fólk, sum koma til Føroya at ferðast? Hugsa tær at tú møtir einum javnaldrandi ferðafólki, sum leitar eftir onkrum stuttligum og spennandi at uppliva, meðan tey eru í Føroyum. Hvørji ráð hevði tú givið?
Hvat heldur tú er stuttligt og spennandi at uppliva eitt summar í Føroyum?
Er nakar munur á tí, sum er stuttligt og tí, sum er spennandi? Man nakar munur vera á, hvussu vit og útlendsk ferðafólk uppliva tað, sum er stuttligt og spennandi her hjá okkum?
Hevur tú nakrantíð ferðast í øðrum londum og upplivað okkurt heilt sjáldsamt har?
Fyrireika fyri flokkinum eina stutta myndaframløgu um tína stuttligastu summarferð.
Summarskriving
Hvør er tín besta summaruppliving?
Um summarið hendir nógv. Tá koma ferðafólk til Føroya, ítróttarkappingar eru og tónleikafestivalar eisini.
Nú fara vit at skriva púra frítt um summar.
Brúka hundrað orð at siga frá um tína bestu summaruppliving nakrantíð.
Summarhugskot
Hvør er tín besta summarmynd?
Flestu hava telefon, sum myndir kunnu takast við. Hvør er tín besta summarmynd nakrantíð?
Finn myndina, prenta hana og skriva ein myndatekst.
Summarhugskot
Vit gera grafikk
Við pappíri og kolstift fara vit at gera einfaldan grafikk. Sum eina fyrstu roynd leggja vit eina krónu undir pappírið og skava omaná papírinum, til krónan sæst týðuliga aftur. Nú hava vit gjørt okkara fyrstu grafisku mynd.
Uppgávan er nú at finna fimm støð til og frá skúla, sum vit á sama hátt gera grafikk burturúr. Brúkið grovt kardúspappír og kolstift til grafikkin. Spyrji læraran í evning, um ivamál eru. Tá øll í flokkinum hava gjørt fimm grafisk verk, gera vit eina framsýning. Til framsýningina gera vit eitt felags heiti og skriva ein tekst, so tey, ið koma inn vita, hvat vit hava gjørt.
Undirvísingargongd
Vit tekna fuglar
Í Føroyum er eitt ríkt fuglalív, sum vit kunnu lesa um í nógvum skúlabókum.
Hóast allir fuglar hava nev, føtur og veingir, so eru teir sera ymiskir. Nakrir hava smalt, langt nev, meðan aðrir hava eitt stórt, breitt nev. Hví man tað vera so? Man ein lundi eta tað sama, sum eitt tjaldur?
Í dag fara vit út at vita, hvørjar fuglar vit finna, síggja og hoyra. Síðani fara vit at tekna teir.
Undirvísingargongd
Vit skapa úr natúruni
Í dag fara vit at ganga ein túr og savna ymiskt úr natúruni, sum vit fara at brúka til at skapa djór og figurar burturúr.
Innan vit fara, greiðir lærarin frá, hvar leiðin gongur og vísir við dømum, hvussu vit kunnu fáa okkurt púra óvæntað úr onkrum, vit hava funnið. At gáa um, evna til og síggja burturkast í nýggjum brúkiligum ljósið er endamálið.
Undirvísingargongd
Vit gera summarsjónvarp
Um summarið hendir mangt og hvat, sum hevur við árstíðina at gera. Nú fara vit at gera okkara egnu Dag og viku um árstíðina summar.
Vit seta okkkum spurningin: Hvat forvitnisligt hendir í tíni bygd um summarið? Og so fara vit í gongd at gera eitt tíðindabrot til tykkara tíðindasending.
Summarhugskot
Fáið karm og hoppið klokku
Nú eru nógvir summardagar fyri framman, og tá er deiligt at fara út at njóta góða veðrið.
Her er ein listi við hugskotum um, hvat vit kunnu gera. Vit heingja listan upp í floksstovuni og vita, um vit klára at gera øll 30 uppskotini áðrenn summarfrítíðina!
Undirvísingargongd
Vit finna blómur og plantur
Í Føroyum eiga vit eina ørgrynnu av vøkrum blómum og plantum. Nú summar er í hondum, standa tær allar í fagrasta blóma.
Hóast tær kanska minna um hvørja aðra, so eru blómur og plantur sera ymiskar. Vit kunnu siga, at tær hava ymsar persónligheitir, eins og vit. Nakrar dáma best at búgva tætt við hús, nakrar dáma besta at búgva fram við eini á, og so eru tað aðrar, ið trívast nógv betri, tá tær búgva uppi í fjøllunum.
Undirvísingargongd
Vit tekna blómur við blýanti
Nú er summar, og blómurnar bretta sær á við vøkrum krúnubløðum. Blómurnar eru ymsar á liti og stødd, men eru tó ikki heilt ólíkar. Allar hava eina rót, so tær fáa vatn og nøring úr moldini. Allar blómurnar hava bløð. Hóast tey eru ymisk í stødd og skapi, so hava øll bløðini somu uppgávu, sum er at bretta seg út, so sólarljósið kemur á tey, tí tey duga at gera ljós til orku!
Undirvísingargongd
Gangið til eina søgn
Næstan allar bygdir í Føroyum hava sagnir, ið fara fram í bygdini ella nærhendis. Hesar sagnir eru væl egnaðar at brúka í undirvísing um summarið.
Temasíða um summar
Á hesi temasíðu er evnið summar. Hetta er fyrsta temasíða um hetta evnið.
Snartoymið, sum skrivar síðuna og leggur hana til rættis, leitar eftir tilfari um summar, ið kann brúkast í undirvísing.
Hava tit tilfar, taka vit fegin ímóti. Tit kunnu senda tilfar og hugskot til snar@snar.fo.
Flestu myndirnar á síðuni hevur Ólavur Frederiksen frá FaroePhoto tikið