Undirvísingargongd
Gangið til eina søgn
Næstan allar bygdir í Føroyum hava sagnir, ið fara fram í bygdini ella nærhendis. Hesar sagnir eru væl egnaðar at brúka í undirvísing um summarið.
Mannagongd
1. Sagnir knýttar at bygdini
Lærarin kannar hvørjar sagnir eru knýttar at bygdini, har skúlin er. Hetta kann eisini gerast saman við næmingunum. Á temasíðuni Sagnir á Snar sæst, hvørjar sagnir er knýttar at hvørji bygd.
2. Vit velja søgn
Lærarin velur hvørja søgn flokkurin arbeiðir víðari við. Hetta kann eisini gerast saman við næmingunum.
3. Vit lesa søgnina
- Lærarin lesur søgnina fyri næmingunum.
- Meðan vit lesa, skriva vit niður, hvørji staðarnøvn eru nevnd í søgnini.
4. Føroyakortið
Vit fara í Føroyakortið, og vita um vit kunnu finna, hvar staðarnøvnini eru. Til ber at brúka prenta kort frá Námi ella talgild kort hjá Umhvørvisstovuni á føroyakort.fo.
Tey staðarnøvn, sum verða nevnd í sagnunum, eru ikki altíð við á kortinum. Tí kann eisini vera gott at spyrja fólk í bygdini og at leita á netinum.
5. Hvønn veg?
Lærarin leggur saman við næmingunum ætlan um, hvønn veg vit skulu ganga, og meta um hvussu langur túrurin er.
6. Hvat skulu vit hava við?
Næmingarnir hava myndatól ella telefon við. Til ber at gera bólkar, so at hvør bólkur hevur eitt myndtól. Harafturat skal hugast um gonguklæði og matpakka..
7. Vit ganga
Ein dag, tá ið veðrið er til vildar, fara vit til gongu. Øll fylgjast, og lærarin greiður frá, hvat vit síggja og uppliva. Serligur dentur verður sjálvandi lagdur á tað, sum hevur við søgnina at gera.
Á túrinum taka næmingarnir nakrar myndir, sum hava við søgnina at gera. Umráðandi er, at lærarin ásetur umleið, hvussu nógvar myndir verða tiknar. Vit venja at hugsa myndaevni í høvdinum, áðrenn vit taka sjálva myndina
8. Aftur á skúlanum
Tá ið komið verður aftur í skúlan, skulu næmingarnir skriva myndatekst til tiknu myndirnar.
Lærarin greiðir næmingunum frá grundsjónarmiðum, um at velja myndir. Næmingarnir velja tó myndirnar sjálvir.
9. Framsýning
Myndirnar og myndatekstirnir skulu sýnast fram:
- Antin skrivast út og heingjast upp. Næmingurin fær sítt eintak heim við
- Ella á netið, so tey heima kunnu síggja myndirnar.
Tillagingar
- Undirvísingargongdin er eisini væl egnað til seturskúlar í øðrum bygdum.
- Tað ber til at gera bólkar, har í mesta lagi tríggir næmingar eru saman.
Temasíða um summar
Á hesi temasíðu er evnið summar. Hetta er fyrsta temasíða um hetta evnið.
Snartoymið, sum skrivar síðuna og leggur hana til rættis, leitar eftir tilfari um summar, ið kann brúkast í undirvísing.
Hava tit tilfar, taka vit fegin ímóti. Tit kunnu senda tilfar og hugskot til snar@snar.fo.
Flestu myndirnar á síðuni hevur Ólavur Frederiksen frá FaroePhoto tikið