Skip to main content
  Undirvísingargongd  

Vit finna blómur og plantur

 

Í Føroyum eiga vit eina ørgrynnu av vøkrum blómum og plantum. Nú summar er í hondum, standa tær allar í fagrasta blóma.

Hóast tær kanska minna um hvørja aðra, so eru blómur og plantur sera ymiskar. Vit kunnu siga, at tær hava ymsar persónligheitir, eins og vit. Nakrar dáma best at búgva tætt við hús, nakrar dáma besta at búgva fram við eini á, og so eru tað aðrar, ið trívast nógv betri, tá tær búgva uppi í fjøllunum.

Á skúlabókasavninum eru fleiri bøkur um blómur, sum vit finna í haganum. Lærarin fyrireikar túrin við at vísa á tær blómur, sum vit fara at kanna.

Høvuðsuppgávan í dag er at telja, hvussu nógv sløg av blómum vit finna, og hvussu vit kunnu skilmarka eina blómu frá eini aðrari, hóast tær líkjast heilt nógv.

Framferðarháttur

 

1. Takið ein lítlan kassa, ella okkurt, ið líkist, at leggja allar blómur og plantur í, so tær ikki oyðileggjast, innan vit eru aftur í skúlanum.

2. Lærarin ger av, nær vit hava funnið nóg nógv sløg av ymsum plantum og blómum. Tá fara vit aftur í skúlan.

3. Leggið hvítt pappír á eitt borð, og leggið alt tað, sum tit hava funnið á pappírið, eins og myndin vísur.

4. Nú kunnu vit nýta t.d. Føroya Flora at finna nøvnini á ymsu plantunum. Onkrar plantur eru sera líkar. At skilja mun á teimum, er snilt at hygga nærri eftir bløðunum og longdini á plantuni.

5. Skrivið navnið á plantuni á pappírið, har blóman liggur.

6. Tá vit hava funnið øll nøvnini, turka vit nakrar millum bøkur í nakrar vikur.

7. Tá tær eru turrar, hanga vit tær upp í skúlastovuni. So hava vit okkara heilt egna blómu- og plantusavn.  

 

 

Temasíða um summar

Á hesi temasíðu er evnið summar. Hetta er fyrsta temasíða um hetta evnið.

Snartoymið, sum skrivar síðuna og leggur hana til rættis, leitar eftir tilfari um summar, ið kann brúkast í undirvísing.

Hava tit tilfar, taka vit fegin ímóti. Tit kunnu senda tilfar og hugskot til snar@snar.fo.

Flestu myndirnar á síðuni hevur Ólavur Frederiksen frá FaroePhoto tikið