Undirvísingargongd
Vit tekna blómur við blýanti
Nú er summar, og blómurnar bretta sær á við vøkrum krúnubløðum. Blómurnar eru ymsar á liti og stødd, men eru tó ikki heilt ólíkar. Allar hava eina rót, so tær fáa vatn og nøring úr moldini. Allar blómurnar hava bløð. Hóast tey eru ymisk í stødd og skapi, so hava øll bløðini somu uppgávu, sum er at bretta seg út, so sólarljósið kemur á tey, tí tey duga at gera ljós til orku!
Í dag fara vit út í sólina at tekna blómur. Tað ljóðar torført, men í veruleikanum duga øll at tekna blómur. Tað snýr seg bara um, at duga at eygleiða smálutirnar í blómuni, og so tað týdningarmesta - at geva sær góðar stundir.
Lærarin vegleiðir, so øll hava góðar blýantar, gott pappír, viskileður og eitt bretti at tekna á.
Framferðarháttur
1. Vit hava øll eitt teknibretti, eini 5 hvít pappír, ein góðan blýant og viskileður. Eru eingi teknibretti, so kunnu vit brúka eina harða bók at hava undir.
2. Vit ganga ein túr og finna eitt gott stað, har blómur eru at tekna.
3. Vit velja eina blómu í part, sum vit varisliga taka upp. Vit gera sjálvi av, um vit taka rótina við, ella bara taka frá legginum.
4. Nú leggja vit blómuna á teknibrettið, so vit fáa hugt nærri at henni. Vit geva okkum far um smálutirnar, áðrenn vit byrja at tekna.
5. Nú tekna vit. Vit byrja við at tekna krúnuna, tað er miðjan inni í blómuni. Við fyrsta eygnakast er hon bara rund, men hyggja vit nærri, síggja vit, at hon er sett saman av smærri lutum. Vit byrja at tekna tað, sum vit síggja. Vit tekna leysliga, soleiðis at tað er lætt at viska mistøk burtur.
6. Tá vit eru liðug við krúnuna, halda vit fram við krúnubløðunum. Vit hyggja væl eftir teimum, tí her eru, eins í húðini hjá okkum menniskjum, smáar strikur.
7. Vit halda fram, til blóman er liðugt teknað.
8. Nú gera vit øll eina vakra blómuframsýning í skúlanum.
Temasíða um summar
Á hesi temasíðu er evnið summar. Hetta er fyrsta temasíða um hetta evnið.
Snartoymið, sum skrivar síðuna og leggur hana til rættis, leitar eftir tilfari um summar, ið kann brúkast í undirvísing.
Hava tit tilfar, taka vit fegin ímóti. Tit kunnu senda tilfar og hugskot til snar@snar.fo.
Flestu myndirnar á síðuni hevur Ólavur Frederiksen frá FaroePhoto tikið