Skip to main content
  Undirvísingargongd  

Vit skapa úr natúruni

 

Í dag fara vit at ganga ein túr og savna ymiskt úr natúruni, sum vit fara at brúka til at skapa djór og figurar burturúr.

Innan vit fara, greiðir lærarin frá, hvar leiðin gongur og vísir við dømum, hvussu vit kunnu fáa okkurt púra óvæntað úr onkrum, vit hava funnið. At gáa um, evna til og síggja burturkast í nýggjum brúkiligum ljósið er endamálið.

At hava við á túrinum: Ein lítlan kassa, ella ílat, at leggja tað í, sum vit finna. Tjúkt, hvítt pappír og límpistólar.

 

Framferðarháttur:

1. Vit fara at ganga ein túr, har trø og greinar eru at finna. Á leiðini royna vit at finna smáar greinar av granni, konglar, smásteinar og annað, sum vit kunnu brúka at skapa burturúr.

2. Tá vit eru liðug at savna smálutir og vøkstur úr natúruni, fara vit heimaftur. Nú leggja vit alt, vit hava funnið á borðið.

3. Nú er at seta hugflogið í gongd. Vit skulu skapa djór og ymsar figurar burturúr tí, vit hava funnið.

4. Tá vit hava evnað nóg nógv burturúr tí, vit hava funnið, leggja vit tað á hvítt pappír. Síðan brúka vit ein límpistól og líma alt fast á pappírið.

5.  Nú skriva vit eina stutta frágreiðing um tað, vit hava skapað. Navnið hjá okkum skal eisini skrivast á pappírið.

6. So er klárt at vísa vøkru natúrumyndirnar fram.

 

Temasíða um summar

Á hesi temasíðu er evnið summar. Hetta er fyrsta temasíða um hetta evnið.

Snartoymið, sum skrivar síðuna og leggur hana til rættis, leitar eftir tilfari um summar, ið kann brúkast í undirvísing.

Hava tit tilfar, taka vit fegin ímóti. Tit kunnu senda tilfar og hugskot til snar@snar.fo.

Flestu myndirnar á síðuni hevur Ólavur Frederiksen frá FaroePhoto tikið