Summarhugskot
Fáið karm og hoppið klokku
Nú eru nógvir summardagar fyri framman, og tá er deiligt at fara út at njóta góða veðrið.
Her er ein listi við hugskotum um, hvat vit kunnu gera. Vit heingja listan upp í floksstovuni og vita, um vit klára at gera øll 30 uppskotini áðrenn summarfrítíðina!
Hugskotslisti til summardagar
1. Farið ein túr í hagan | ⬜ |
2. Finnið hvør sína blómu og turkið hana | ⬜ |
3. Farið út og etið matpakka | ⬜ |
4. Gerið ein vakran blómukrans | ⬜ |
5. Farið út og lesið eina góða bók | ⬜ |
6. Farið út og vitið, hvussu nógv fuglasløg vit finna | ⬜ |
7. Avtalið ein dag, har øll møta í skúla í somu litum | ⬜ |
8. Farið oman í fjøruna og fangið krabbar | ⬜ |
9. Gangið ein túr og vitið hvussu nógv smálomb vit síggja | ⬜ |
10. Finnið ein ælaboga | ⬜ |
11. Gerið risa stórar sápubløðrur | ⬜ |
12. Brúkið ein heilan dag uttan skermar (eisini eftir skúlatíð) | ⬜ |
13. Lærið tykkum at ´hoppa klokku´ | ⬜ |
14. Finnið goggur o.a í fjøruni og skapið okkurt út teimum | ⬜ |
15. Farið at fanga síl | ⬜ |
16. Farið á seiðaberg | ⬜ |
17. Vitjið eitt savn | ⬜ |
18. Farið ein langan súkklutúr, havið matpakka við | ⬜ |
19. Takið krit og gerið vakrar tekningar í skúlagarðinum | ⬜ |
20. Gangið ein túr og ruddið natúruna | ⬜ |
21. Gerið ein fløskupost | ⬜ |
22. Grillið skúmfidusar | ⬜ |
23. Farið út og roknið | ⬜ |
24. Farið út og svimjið | ⬜ |
25. Gerið ein pappírsflúgvara í part, fari út og sendið teir | ⬜ |
26. Avtalið ein dag til vatnkríggj | ⬜ |
27. Hoppið band | ⬜ |
28. Regndagur - fáið karm! | ⬜ |
29. Farið út og vitið, hvussu mong smákykt tit finna | ⬜ |
30. Farið út við pappíri og skrivið 5 tær bestu upplivingarnar, tit hava havt hetta skúlaárið. Vitið um tit hava skrivað tær somu upplivingarnar | ⬜ |
Temasíða um summar
Á hesi temasíðu er evnið summar. Hetta er fyrsta temasíða um hetta evnið.
Snartoymið, sum skrivar síðuna og leggur hana til rættis, leitar eftir tilfari um summar, ið kann brúkast í undirvísing.
Hava tit tilfar, taka vit fegin ímóti. Tit kunnu senda tilfar og hugskot til snar@snar.fo.
Flestu myndirnar á síðuni hevur Ólavur Frederiksen frá FaroePhoto tikið