Skip to main content
  Undirvísingargongd  

Vit gera summarsjónvarp

 

Um summarið hendir mangt og hvat, sum hevur við árstíðina at gera. Nú fara vit at gera okkara egnu Dag og viku um árstíðina summar.

Vit seta okkkum spurningin: Hvat forvitnisligt hendir í tíni bygd um summarið? Og so fara vit í gongd at gera tíðindabrot til okkkara tíðindasending.

 

Mannagongd

 

1. Fyrireiking

Saman við læraranum kanna vit, hvussu Dagur og Vika er skipað. Vit telja, hvussu nógv innsløg eru og hvussu long nýggjasta sendingin er. Hvat er longsta og stytsta innslagið? Hvør er vertur og hvør sleppur til orðanna? Skrivið stikkorð fyri hvørt innslag, meðan hugt verður í felag í flokkinum. Tosið eisini um, hvønn týdning byrjanin og endin hava, og hvør leikluturin hjá vertinum er.

 

2. Vit gera okkara Dag og viku

Nú gera vit okkara egna summarsjónvarp. Hvør bólkur ger eitt tíðindabrot, sum er ein søga.

Í hvørjum bólki eru í mesta lagi tríggir næmingar. Uppgávan hjá hvørjum bólki er at finna eina góða, kanska hina bestu, summarsøgu í bygdini beint nú.

Amboðið at taka upp við er telefonin. At klippa tíðindabrotið saman brúka vit telefon ella teldu.

Vit avtala, hvussu leingi bólkarnir eru burtur.

Tá bólkarnir eru komnir aftur við søguni, einari í part, velja vit ein vert, ið fær sama leiklut sum í Degi og Viku.

Vit velja sjálvi, um vit kalla Summartíðindini, Dagur og Vika, Skúlasummar ella okkurt annað, sum vit sjálv finna uppá.

 

3. Tíðindabrotini verða víst

Øll tíðindabrotini verða víst fyri flokkinum og løgd á eitt netstað, so at tey heima kunnu síggja. Hetta kann gerast á einum netstaði, sum t.d. YoutubeFacebookBlogger ella okkurt heilt annað.

 

4. Vit taka saman um

At enda tosa vit um týdningin, ið tíðindi hava her hjá okkum.

Kenna tit ein journalist, so kunnu vit bjóða henni ella honum á vitjan at meta um úrslitið.

 

Eyka uppgávu

Kunnu vit gera eitt skúlavarp?

Tosa um møguleikan at gera skúlatíðindi, sum fastan part av skúlagongdini, eitt skúlavarp. Hetta kann gerast á einum netstaði, sum t.d. Youtube, Facebook, Blogger ella okkurt heilt annað.

 

 

Temasíða um summar

Á hesi temasíðu er evnið summar. Hetta er fyrsta temasíða um hetta evnið.

Snartoymið, sum skrivar síðuna og leggur hana til rættis, leitar eftir tilfari um summar, ið kann brúkast í undirvísing.

Hava tit tilfar, taka vit fegin ímóti. Tit kunnu senda tilfar og hugskot til snar@snar.fo.

Temasíðan er gjørd á sumri 2022.

Flestu myndirnar á síðuni hevur Ólavur Frederiksen frá FaroePhoto tikið