Sagnir
Sagnir eru søgur um veruligar hendingar, og tær eru um fólk, ið hava livað. Sagnirnar eru sagdar úr minninum ætt eftir ætt. Á Snar eru fleiri enn 300 sagnir.
Árni Dahl hevur við játtan frá mentamálaráðnum staðið fyri at gera sagnirnar til talgildan tekst. Í samráði við Føroya skúlabókagrunn, seinni Nám, er avgjørt at leggja sagnirnar á Snar.
Á føroyakortinum er sagnir knýttar at bygdum
Útgáva um sagnir
Bókin er ein lýsing av føroyskum sagnum og hugsunarhátti hjá fólki í Føroyum, sum kemur fram í sagnunum.
Í fyrsta parti vísir høvundurin, hvussu persónarnir í sagnunum verða lýstir, og…
Um sagnirnar á Snar
Árni Dahl hevur við játtan frá mentamálaráðnum staðið fyri at gera sagnirnar til talgildan tekst, og í samráði við Føroya skúlabókagrunn, seinni Nám, er avgjørt at leggja sagnirnar á Snar.
Fyrst vórðu allar sagnirnar í ”Sagnum og ævintýrum” hjá Jakob Jakobsen lagdar á Snar.
Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni: Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr", fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.
Síðan eru eisini sagnir, sum V.U. Hammershaimb og Andreas Weihe savnaðu, eisini komnar á Snar.
Sagnirnar hjá V.U. Hammershaimb eru úr ”Færøsk Anthologi I” frá 1891
Sagnirnar hjá Andreasi Weihe eru úr "Søga og søgn" frá 1933 og "Tjóðminni” frá 1938.
Les meira um Jakob Jakobsen í alfrøðini.
Les meira um V.U. Hammershaimb í alfrøðini.
Les meria um Andreas Weihe í alfrøðini.
Nú eru eisini sagnir úr hesum bókum og tíðarritum lagdar á snar.fo:
“Birting”, 1990
Háskúlablaðið “Tjaldur” nr. 1, 1933
“Jól í Føroyum”, 1933, 1935, 1936
“Mondul 3”, 1976
“Varðin”, 1. bind, 1921, 3. bind, 1923, 4. bind 1924, 5. bind, 1925, 6. bind, 1926, 9. bind, 1929, 10. bind, 1930, 11. bind, 1931, 12. bind, 1932, 13. bind, 1933, 14. bind, 1934, 15. bind, 1935, 17. bind, 1937, 18. bind, 1938, 19. bind, 1939, 22. bind, 1942, 23. bind, 1944, 25. bind, 1947, 26. bind, 1949, 27. bind, 1950, 29. bind, 1951, 32. bind, 1957, 33. bind, 1957/1969, 35. bind, 1962, 39. bind, 1970.
Jóannes Dalsgaard: “Søgur og søgubrot”, 1978
Jóannes Patursson: Tættir úr Kirkjubøar søgu”, 1966
Jóhan Hendrik Winther Poulsen: “Orðabókin”, 2009
Kristian Osvald Viderø:“Saga Skálavíkar, Húsavíkar, Skarvanesar, Dals, Skúoyar, Dímunar, Sands, Skopunar, Hestoyar, Kolturs”, 1991.