Skúvoyarsker
Undir Krúpsrætt skuldi berast til ein sorgarhending í gomlum døgum. Meðan kirkjubøingar vóru í rætt, kemur ein skúvoyarbátur, sum verið hevði til handils í Havn, rógvandi fram við landinum.
Meðan teir eru damlandi framvið, hyggja teir allir upp á land at gonguni og fjallmonnunum og ansa ongum, fyrr enn teir rógva seg á tað skerið, har er niðriundir.
Báturin hvølvdist, og allir sjólótust, tí forberg var fyri. Síðani hevur skerið hitið Skúvoyarsker.
Jóannes Patursson: “Tættir úr Kirkjubøar søgu”, s. 68, 1966